vísir, hvussu vit sjálvi eru. Birgir Enni sigur, at tað hava verið fult út professionell fólk, sum hava fingið alt hetta at rigga, og tað vísir úrslitið nú eisini. Birgir Enni heldur eisini, at tónleikurin [...] filmin og innihaldið í honum upp á eitt sera høgt støði, sum vit kunnu fegnast um. Týnding fyri ferðavinnu Hvønn týnding heldur Birgir Enni, sum hevur annars hevur gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri [...] frameftir. Birgir Enni heldur annars, at vit eiga ikki at gloyma tað, sum er grundarlagið og drívkraftin í filminum og øllum hesum arbeiðinum , nevniliga skapanargleðin, sum er tann størsta kraftin, ið finst
enn 1.500! Skulu vit samanbera við tað, so hava vit næstan heimsmet, heldur Jákup Eli fyr. Tað er eisini vert at merkja sær, at Barbara ikki bara verður vístur í Havnar Bio, men eisini í Klaksvík. Nils [...] ferð at síggja filmin, sum tó hevði tvær framførslur sunnudagin. Filmurin hevur fingið sera góð ummæli, og verður roknað við, at nógv fólk fara at síggja filmin úti í heimi eisini. Men í Føroyum hevur filmurin [...] biografar, sigur Jákup Eli. Men til sammetingar kunnu vit taka filmin um Frk. Smillu - amerikansktframleiddi filmurin um grønlendsku gentuna, sum búði í Keypmannahavn. Tá hann varð frumframførdur í Nuuk
tiltøkum, sum skuldu vera á økinum og við útleigan av hølum, m.a. til fríu vinnuna. Tá varð eisini sagt, at tað fór ikki at verða roknað við, at ætlanin skuldi fíggjast við almennum pengum, soleiðis sum annars [...] stóðst av uppskotinum, sum varð samtykt við fimtan atkvøðum fyri og einari ímóti. Spurningurin um Tórsvøll varð ikki viðgjørdur á ársaðalfundinum, sum var í februar 1997. Vit hava fregnast, um FSF hevur [...] Um løgtingið ger, soleiðis sum tað verður lagt upp til í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fyri tingið fyrr í vikuni, so fer tað almenna komandi árini at vera við til at tryggja fíggjarligt grundarlag
ungar menn, sum eru sinnaðir at taka yvir. Kristmund Kunoy nýtti høvið til at takka teimum, sum við vóru og teimum, sum høvdu hjálpt til at fáa stevnuna upp at standa, fyri gott samstarv. Eisini Barbara Klæmint [...] at nevna nøkur av tilboðunum, sum eru. Á lítlari samkomu, tá stevnan varð sett, segði Kristmund Kunoy, sum skipar fyri stevnuni, at hendan 11. stevna hansara, kanska eisini fer at verða tann seinasta. Hann [...] freista av silkisokkunum. Tað, sum Gabriel gjørdi, var reklama. Reklama skal til, tá handlað verður. Og vit hava øll eitt sindur av Barbaru í okkum, helt Klæmint Olsen. Øll lata vit okkum, so ella so, tøla av
Tað er so mangt sum broytist á mansins ævi, verður tikið til, men tað eru eisini viðurskifti, sum kanska ikki broytast so nógv, men sum vit virðismeta. Eitt nú at koma í handil, har yrkislærd veita tær [...] í einum liti, sum vit ikki høvdu, so skuldu vit draga alt fram og sannføra kundan um, at annar litur var fult so góður. - Gunnar Stockholm dugdi so ómetaliga væl at selja. Hann var eisini ógvuliga fólkaligur [...] og tí komu eisini nógv fólk til Havnar at keypa. Um tað ikki lá fyri at koma í handilin, sendu vit úrval av klædnavørum til fólk á bygd. - Hetta var helst eisini fyrsti handil í Føroyum, sum fór undir eina
send feløgunum í vikuni. Vit skrivaðu týsdagin, at tað var ein spurningur, um B68 átti at flyta beinleiðis niður, sjálvt um teir endaðu niðast í 2. deild. Spurnartekini hildu vit kundi gerast aktuelt, um [...] um eitt pláss í 1. deild. B68, sum endaði næstniðast í 1. deild í ár, hevur heimavøll í dag. Eiler Rasmussen av Skála skal halda skil á. Komandi leygardag verður NSÍ, sum vann 2 deild í ár, á heimavølli [...] um FS Vágar noyðist niður úr 1. deild og harvið eisini noyðist niður úr 2. deild. FSF roknar B68 at verða flutt niður, tí teir endaðu niðastir í 2. deild. Fyrri dysturin ímillum 2. deildarliðið hjá FS Vágum
- bókina hjá Jörgen-Frantz Jacobsen, Barbara, sum kom út í 1939. Eisini tíðarmyndin og umhvørvið er øðrvísi, enn tað plagar at vera hjá Nils Malmros. Vit eru ikki í Århus í fimtiárunum, men í Føroyum umleið [...] rógva aftan á skipinum, sum hvørvur í mjørkanum. Barba rør aftaná, men hvørvur. Sterki ovurhugur hennara verður eisini hennara lagna. Filmurin og skaldsøgan skiljast Hóast vit ikki beinleiðis síggja, at [...] Upprunaliga tulkingin av skaldsøguni er væl í tráð við forlongda temaði, sum altíð hevur størsta týdningin - júst tann pína, sum bundin er saman við kærleikan. Tað sást longu í fyrru filmunum hjá Nils Malmros
uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin um niðurflyting skal verða avgreiddur eftir so ítróttarligum treytum, sum hann eigur at vera. Fýra standa [...] er um Arnbjørn Danielsen, sum er leikbannaður, tí hann varð vístur út ímóti HB, Julian Johnsson og Ronnie Samuelsen, sum fingu mein gul kort seinast, og so Tomislav Sivic, sum framvegis sónar straffina [...] girðingina B36 hevur nógv fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla fyrsta meistaraheitið til felagið í 35 ár,
Kristian á Neystabø, sum framvegis heldur fast um avgerðina at fara frá sum formaður í felagnum: Aðalfundur verður í novembur, og tá skal nýggjur formaður veljast, sigur B36 formaðurin, sum upplýsir, at tað [...] seinni dysturin, sum verður á Sandi klokkan 13 í dag, bara eitt avgreiðslumál, áðrenn tað er greitt, at B36 í 1998 fer at hava lið í 1., 2. 3. og 4. deild. Hetta kemur sera væl við, tí vit hava nógv fólk [...] m, og tað fáa tey høvi til seinni um kvøldið, tá tað verður opið hús í B36 húsinum. 2. og 3. lið eisini góð úrslit Næstbesta liðið hjá B36 flutti upp í 2. deild eftir kappingarlok í fjør. Og tað kann ikki
Teatrinum, sum hava evnað leikritið til. Hanus Johansen er tó ikki tann einasti, ið gyklast á pallinum. Hinir leikararnir mugu í minsta lagi eisini vera gyklarar og akrobatar, soleiðis sum teir megna at [...] rætta. Niels Malmros royndi fyrst av øllum alvi at vissa okkum um, at vit skuldu gera tað fyrra, men tá ið vikan skifti, skifti senan eisini og lopið varð eina øld fram, meðan áskoðarin varð førdur eina øld [...] søguna um Oliver Twist. Hann vil sum ein alvitandi frásøgumaður stjórna okkara ansi, hagar honum lystir, fyri at geva okkum tað besta innlitið. Gyklarin er, eins og vit, ein áskoðari, men samstundis miðdepilin