virkandi sóknarpresti til Norðstreymoyar vestara prestagjald. Á felags kirkjuráðsfundi mánadagin innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í eitt gott ár frá 1. september [...] september í ár. Biskupur er setanarmyndugleiki og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið. Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark [...] arbeitt sum herprestur. Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á sumri í 2025.
Sandoynni, er hesin dagur heilt serligur. Henda dag hendi tað, vit høvdu bíðað so leingi eftir, nú varð koyrandi. Dreymurin var blivin til veruleika. Tað bleiv framroknað og spátt, hvussu nógv akfør fóru at [...] okkum, og givið okkum fleiri møguleikar. Lat ongan iva verða um tað! Men tó so, so er okkurt sum ikki ruggar rætt. Tunnilin er, fyri tað fyrsta, alt ov myrkur at koyra ígjøgnum, tunnilin er alt ov vátur [...] koyra í gjøgnum tunnilin. Ferð eftir ferð eru tøl almannakunngjørd, at ferðslan er nógv hægri enn tað, sum bleiv roknað við. Tíverri sæst hetta ikki aftur í tunlinum, men einans á excel-arkinum. Lat ongan
higartil. Zelensky leggur afturat, at "vit hava havt eitt sera gott prát" við Trump. - Tað var veruliga tað besta prátið. Ella orsaka meg, kanska tað besta kemur í framtíðini, sigur hann á víðkaða fundinum. [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sannførdur um, at tað ber til at skapa frið millum Russland og Ukraina. - Eg eri bjartskygdur um, at vit saman kunnu fáa eina avtalu, sum kann avbyrgja ágang móti [...] tan, sigur Trump uttan at útgreina, hvat júst hetta inniber. - Tað er eitt sera týðandi stig, sigur hann, sambært tíðindastovuni AFP. Tað er eingin váttan komin frá Kreml, sum hýsir russisku stjórnini
atgongumerki. Nú hevur B36 á fimta plássi við 25 stigum. Tað eru seks stig fram til Víking og fjórða plássið. -3-0 tap boðar frá muni á liðunum. KÍ eigur gott lið, men undan steðginum var ikki so stórur munur [...] Vónbrotið í Ungarn hóskvøldið var tað einki at síggja til, tá ið KÍ í góðveðrinum í kvøld var í B36.Gundadali. Síðani kappingin í 2005 varð broytt frá at vera kapping við tveimum dystum ímóti hvørjum – [...] – á heimavølli og útivølli – og til at vera kapping, sum fevnir um tríggjar uppgerðir ímóti hvørjum øðrum, er tað ongantíð eydnast KÍ at vinna allar dystirnar ímóti í einum kappingarári ímóti B36. Í fínum
herfyri var knýtt í fjarhitaskipanina, og oman til Landssjúkrahúsið. Talan er um eitt strekki á 600 metrar, har rørúttøk verða bygd inn í høvuðsleiðingina, so tað eisini verður møguligt hjá grannaløgum har [...] ð. - Tað hevur stóran týdning, at vit sum samfelag raðfesta burðardyggar loysnir. Við hesi avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting, sum passar væl til eitt sjúkrahús [...] og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir, sigur Súsanna Bertholdsen. Gott fyri allar partar Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum,
fiska undir Føroyum, og eitt frystilínuskip siglur heim av Flemish Kap. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini til ráfiskatilfeingið í hesi vikuni. - Restin av línuskipunum liggja við bryggju [...] Lagt verður aftrat, at streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vika gongur. - Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri hesa vikuna. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey eisini, at onkur út
Tað gongur sum eftir ánni hjá landsliðsbakkinum, Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock í bestu pólsku fótbóltsdeildini. Á Orlen leikvøllinum í Plock vunnu Andrias og liðfelagarnir í kvøld [...] og er sostatt metliðið í pólskum fótbólti. Marcin Kaminski stútaði sigursmálið í netið aftaná eitt gott innlegg. Hetta var longu í ellinta minutti av dystinum. Andrias spældi allan dystin, og hann fær [...] næstfremst við 10 stigum. Mánakvøldið 25. august hevur Wisla Plock heimadyst móti Zaglebie. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Legia Warszawa 1-0 (1-0): ##med2##
nakað eftir, tá tey fara avstað aftur. Skúvoy hevur eitt gott ferðasamband við Sildberanum, sum er eitt gott skip, men bygdin er brimpláss, og tað hevur sjálvsagt sínar avbjóðingar og avmarkingar. - Eg haldi [...] at sjálvsagt verður tað saknur, tá eingin handil verður í Skúvoy meira, men hann heldur fyri, at tað kann ikki koma óvart á nakran, at handilin einaferð fer at lata aftur. - Tað er ikki hugsandi, at nakar [...] hansara livibreyð. - Tað er altíð áhugavert at skapa nakað sjálvur. Eg hevði einki havt ímóti at verið mjólkarbóndi, men tað er púrasta óhugsandi, at slíkt virksemi kann skapast í Skúvoy. Tað er eingin kúgv
hann heldur leikararnir løgdu eitt gott avrik fyri dagin. Mikkjal minnir eisini á, at AIK við 34 stigum hevur bert tvey stig upp til triðja plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár [...] heimaliðnum, ið legði IFK á odda átta minuttir undan steðginum, og økti til 2-0 í 55. minutti. Thomas Poppler Isherwood fekk minkað um munin til 2-1, tá ein hálvur tími var eftir av vanligu leiktíðini. Í yvirtíðini [...] enn tað kom AIK ikki. Seinastu fýra dystirnir í deildini hevur AIK bert fingið tvey stig. Mikkjal staðfesti tó á tíðindafundinum aftaná dystin, at hann og leikararnir høvdu fyrireikað seg væl til dystin
ið talar at, so kann tað merkja, at Fólkaflokkurin fer at vera ímóti. Men eisini Fólkaflokkurin hevur tosað um at halda seg til tað, sum ES og Noreg gera. Tí má tað metast so gott sum púra vist, at hetta [...] flokkara taka undir við hesum uppskotinum hjá landsstýrinum. Fyri tað fyrsta er tað forkvinnan í Tjóðveldi, um leggur uppskotið fram. Tað er illa hugsandi, at tinglimir í Tjóðveldi fara at ganga ímóti einum [...] gera nýggja sáttmála við føroyingar. Men tað er eftir øllum at døma meiriluti á tingi fyri uppskotinum. Hóast Tjóðveldi og Framsókn ikki hava megnað at liva upp til lyftini um ikki at gera fiskiveiðusáttmála