Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky sæst í forgrundini á fundi í Hvítu Húsunum við amerikanska forsetan Donald Trump og sjey evropiskar leiðarar: týska kanslaran Friedrich Merz, finski forsetin, Alexander Stubb, franski forsetin, Emmanuel Macron, italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, umframt forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen og NATO aðalskrivarn, Mark Rutte  Mynd: Alexander Drago/Reuters

Trump: Putin góð­tekur trygd­ar­váttan fyri Ukraina

Evropisku londini fara at bera ein stóran part av trygdarbyrðuni í Ukraina við hjálp frá USA, sigur Trump.

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky sæst í forgrundini á fundi í Hvítu Húsunum við amerikanska forsetan Donald Trump og sjey evropiskar leiðarar: týska kanslaran Friedrich Merz, finski forsetin, Alexander Stubb, franski forsetin, Emmanuel Macron, italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, umframt forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen og NATO aðalskrivarn, Mark Rutte  Mynd: Alexander Drago/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sannførdur um, at tað ber til at skapa frið millum Russland og Ukraina.

- Eg eri bjartskygdur um, at vit saman kunnu fáa eina avtalu, sum kann avbyrgja ágang móti Ukraina, sigur Trump í byrjanini av einum fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og sjey evropiskar leiðarar.

Hann leggur víðari dent á, at trygdarváttan er eitt av týdningarmestu málunum, sum skal fáa greiðu á.

Og hann leggur afturat, at russiski starvsfelagi hansara, Vladimir Putin, í síðstu viku samtykti, at trygdarváttan skuldi vera fyri Ukraina sum liður í eini framtíðar friðaravtalu við Ukraina.

- Russland hevur játtað at góðtaka trygdarváttan, sigur Trump uttan at útgreina, hvat júst hetta inniber.

- Tað er eitt sera týðandi stig, sigur hann, sambært tíðindastovuni AFP.

Tað er eingin váttan komin frá Kreml, sum hýsir russisku stjórnini.

Men fyrr í dag boðaði russiska uttanríkisráðið frá, at Russland ikki metir útsending av hermonnum úr NATO-londum sum eina burðardygga loysn á ósemjuni.

- Eg haldi, at evropisku londini fara at bera ein stóran part av byrðuni. Vit fara at hjálpa teimum, og vit fara at gera tað sera trygt, helt Trump fram.

Áðrenn fundin við evropisku leiðararnar høvdu Trump og Zelensky hitst, har teir sambært Trump komu "sera víða". Amerikanski forsetin lýsir fundirnar í dag sum sera væleydnaðar higartil.

Zelensky leggur afturat, at "vit hava havt eitt sera gott prát" við Trump.

- Tað var veruliga tað besta prátið. Ella orsaka meg, kanska tað besta kemur í framtíðini, sigur hann á víðkaða fundinum.

Teir sjey evropeisku leiðararnir, sum í kvøld vóru saman við Trump og Zelensky í Hvítu Húsunum, eru týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, finski forsetin, Alexander Stubb, franski forsetin, Emmanuel Macron, italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, umframt forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen og NATO aðalskrivarn, Mark Rutte.

Í byrjanini av fundinum vístu bæði Macron og Merz sterkan stuðul til tankan um, at vápnahvíld skal vera frammanundan beinleiðis samráðingum við Russland.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at næsti fundur fer fram, uttan at vápnahvíld er fingin í lag, segði Merz, sum sat við fundarborðið saman við Trump og hinum leiðarunum.

- So lat okkum arbeiða við tí og leggja trýst á Russland.

Macron legði dent á, at evropeiskir leiðarar eisini mugu vera við á komandi fundunum.

- Tá vit tosa um trygdarváttanir, so tosa vit um trygdina á øllum evropiska meginlandinum, segði hann við Trump.

/Ritzau/