enn fýra persónar sovandi í brummunum á poltistøðini. Fyrsta var um húsaófrið í Havn. Men tað vísti seg tó, at óynskti persónur var farin avstaðaftur, áðrenn løgreglan kom fram. Men seinnni, um 23 tíðina [...] týðuliga ávirkaður, sum rópti og skríggjaði, sigur vaktleiðarin. Viðkomandi fekk eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar. Av tí at viðkomandi var so ólátaður endaði persónurin var eisini hann tikin [...] mans, sum lógu og bardust. Teir vóru brøður. Tað endaði við, at báðir vórðu handtiknir og skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, og eisini teir endaðu í brummuni hjá løgregluni.
kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður fyri foreldrum og teimum, sum skulu konfirmerast á vári 2027. Konfirmantarnir skulu hava dóps- ella navnabræv [...] september klokkan 8. Smákonfirmantar Smákonfirmantarnir byrja sama dag klokkan 13.45. Tilboðið er fyri øll børn í fjórða flokki – uttan mun til, um tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki. Smák [...] kirkjuni hvønn hósdag klokkan 11. Tiltakið er ætlað foreldrum við pinkubørnum, og Eyðbjørg Hansen skipar fyri. Tilmelding fer fram á heydbjorg@gmail.com . Skrúvugudstænasturnar byrja í september Mikukvøldið 30
»No rest for the wicked«, var frumsýndur fyri innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio næstu dagarnar – og fyri filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er [...] kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman [...] Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni. ##med2##
tryggjaðu sær finalupláss á fyrsta kappingardegi. Knút Lützen og ross hansara, Kári frá Ásbru, reið seg beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið [...] Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan kundi verið betri. – Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri [...] Stælli frá Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni
upplýsir Erik Langerud fyri VG. – Øll onnur tjena pengar Noreg skal aftur vera vertur fyri stórum hondbóltskappingum. Landið skal saman við øðrum londum, teirra millum Danmark, skipa fyri kvinnu-EM í 2028 og [...] áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar krónur [...] áskoðararnir undir EM løgdu nógvar pengar eftir seg í Oslo og góvu bæði handilslívinum og norska samfelagnum inntøkur. Hondbóltssambandið, sum skipaði fyri, sat kortini eftir við rokningini. – Tá øll tjena
samstarvinum kann skapa fordømi fyri Áland. Løgmaður sigur, at fullur føroyskur limaskapur verður eitt týðandi mál á fundinum. – Tað er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og [...] kk, hóast hetta annars eru donsk málsøki, sigur hann. Fyri tveimum árum síðan vóru Føroyar og Grønland ikki boðin við, tá Svøríki var vertur fyri fundinum. Á fundinum skulu leiðararnir millum annað umrøða [...] Sambært Heina í Skorini hevur Mette Frederiksen arbeitt fyri at broyta sáttmálan, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast fullgildir limir í staðin fyri bert at hava eygleiðarastøðu. Norðurlond hava tó ikki
ætlar at yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál [...] medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu
Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, og Fjarskiftiseftirlitið stendur fyri venjingunum [...] tríggjar tímar og er ókeypis fyri luttakararnar. • Ítøkilig og verklig: Luttakararnir uppliva, hvussu eitt netálop kann fara fram, síggja avleiðingarnar av ymiskum avgerðum og venja seg í at handfara eina veruliga [...] • Fyri stór og smá: Venjingin vendir sær til bæði smá og stór virki og stovnar, eisini tey, sum ikki hava egin nettrygdarfólk. • Eingin tøkniligur forkunnleiki krevst: Venjingin er viðkomandi fyri tey
telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar [...] og politiið saman um at ávara allar føroyingar. – Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi út. Peningastovnar [...] eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin, sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini
føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur landsstýriskvinnan. Verða uppskotini samtykt [...] Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar [...] menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. Heilsu- og orkumálaráðið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur