einstaka. Sumt er farið undir grót og asfalt aftur, og annað er komið upp úr toftunum, men saman um tikið er Gundadalur okkara sanna miðstøð fyri ítrótti og frítíðarlívi, og her eru ríkir møguleikar fyri tann [...] hevur verið gjørt mangt og hvat til tess at fullfíggja tilboðini. Alt við einum og sama endamáli - at útvega havnarfólki umstøður fyri einum sunnum ítróttalívi til frama fyri heilsu og trivnað hins einstaka [...] í ítróttabyggingum og hava vunnið fleiri virðislønir fyri slíkar. Øll hendan serfrøðin er nú eisini komin Havnini og havnarfólki til góðar. Ráðgevandi virkini Landsbyggifelagið og Sofus M. Jacobsen hava
Madrid og Liverpool. - Eg hyggi nógv at fótbólti, og eg hyggi serliga at enskum og sponskum fótbólti, sigur hann. Sonur Bill Sum sagt er Pól Jóhannus sonur Bill Justinussen, sum er løgtingslimur og fyrrverandi [...] Pól Jóhannusi, Malena og Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, stákast uttanfyri við eitt borð í góðveðrinum. - Ikki so galið við góðum veðri. Vinnmenninir og eg plaga av og á at fiska síl á T [...] ger í politikki. Eg eri sjálvur kristin, og eg haldi, at Miðflokkurin ger eitt týdningarmikið arbeiði. Mínir liðfelagar og míni vinnfólk góðtaka okkara sjónarmið, og eg havi ikki upplivað nakað keðiligt,
skrivstovufólkið, og so er eisini tann týdningarmikla borgarastjóraskrivstovan. Eivind er fryntligur og biður útsenda at vera vælkomnan, og vit sessast við eitt skrivaraborð. Á landi og á sjógvi Nýggja [...] Eivind varð borin í heim hin 13. november 1968 á Strondum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at Eivind alla sína tíð hevur búleikast á Strondum. Foreldur hansara eita Sune og Lena Jacobsen. Eftir at hann [...] Eivind munandi. Hann legðist upp á land og fór á handilsskúla. Eivind sigur um hesa avgerð, at hann heilt einfalt ikki tímdi nakað serligt at vera á sjónum longur, og hann sá heldur ikki nakra framtíð í at
henni verður hugalig og ein sonn uppliving, har hyggjarin verður førdur inn í ein heim, sum stimbrar og gevur hugflog. Til tíðir ein humoristiskan heim, sum kveikir gleði og undran, og sum gevur lívinum eitt [...] hesar myndirnar eru myrkar á liti og kunnu tykjast daprar. Í dag eru tað millum annað tann reyði og grøni liturin, ið fylla nógv meira. Hon var seks ár á skúlanum og liðug í 1979. Hon kom aftur til Føroyar [...] Føroyar í 1980. Hon giftist við Tordi Niclasen, og tey búsettust á Eiði. Tey fingu trý børn, og í áttatiárunum varð ikki so nógv málað. – Eg var heima og tók mær av børnunum. Soleiðis var tað tá. Tá var
fólki og her hoyrast øll tungumál, og entusiasman sæst í eygnabráðinum hjá vaksnum og smáum – kvinnum og monnum. Útsýni her er tað besta í New York, og tú sært allan býin og út har býurin endar, og ein [...] við, og allar brúgvarnar, havninar og áirnar, og heilt til havs. Sum tú stendur heruppi, sæðst hvussu tættur býurin er, og hvussu nógvir høgir bygningar standa lið við lið í beinum rekkjum, eins og í ymsum [...] grøn øki burtursæð frá Central Park og onkur hissini grønur blettur og man undrast yvir, at menniskjan kann búgva í einum sovorðnum hurlivasa og fjøld av høgum húsum og skýskravarum. Apropos skýskravarum
m. Sum vit lesa í Sálmunum: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” ##med2## Hann var uppkallaður eftir [...] til í høvuðsstaðnum, kendi Havnina og havnardreingir og spældi bólt við B36, seinri búsettist hann eisini á flatlondum, har hann giftist og fekk tvíburðarnar Jan og Kim. Tey seinru nógvu árini hevur hann [...] var eg 12-13 ára gamal. Var ein fríløta í skúlanum, lá leiðin umborð, og har kom eg undir veingjabreiði hansara, sum var fulltikin í øllum brigdum og brøgdum umborð á skipi. Hann dugdi alt, og onkursvegna
Í dag, sunnudagin 13. November, verður Jógvan á Lakjuni í Fuglafirði 70 ár. Hann er læraralærdur og undirvísti í nógv ár í Fuglafirði og á Kambsdali, og so er hann løgtingsmaður og løgtingsformaður. Kanska [...] Odvør ættað úr Havn og dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Tey eiga fimm børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal. Bárður býr í Leirvík, og hini búgva í Fuglafirði. Odvør og Jógvan eru ríkað við [...] dreingjunum hjá Miu og Jákupi Oluf á Lakjuni í Fuglafirði. Foreldrini vóru bæði fuglfirðingar, og dreingirnir eru Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva
børnini komu og húsini vórðu bygd – fyrst á Tórgarði og síðani í Hanusargøtu – vóru Elsa og Róland virkin í Ebenezer, og tað hava tey verið síðani. Fyrstu árini var tað serliga ungdómurin og tey lesandi [...] arbeiðsplássinum í Hoydølum í meiri enn fjøruti ár farvæl, men styrkin og áræðið eru góð og stór, og Róland er framvegis virkin og ber ábyrgd á so mongum økjum. Vøggan stóð í C. Pløjensgøtu í Havn. Í íbúð [...] livdi í nakrar tímar, og 2. juni í 1957 doyði Ragnhild frá manni og tveimum smádreingjum. Róland var tá nógv hjá ommuni í Havn og mostrini Miu, sum var gift Heina Svarthamar, og Sámal fór norður til Eiðis
onki sjálv og mugu leggja okkum undir Danmark at bidda pengar. Hann kann framleiða sín egna skeiva veruleika og vónar aftur at vinna val uppá tann óttan og ótryggleikan, ið hann sjálvur skapar. Og Fólkaflokkurin [...] skipanir og samanhaldi, og ístaðin skulu siga: Nei, eg má bert hugsa um, hvat er best fyri meg. Tjóðskapar- og fullveldisrørslan hevur skapt ríkidømi Løgmaður dittar sær eisini at geva Tjóðveldi og fullv [...] ður um okkara mentan og mál. Og um tey ótrúligu frambrot, sum okkara listafólk, ítróttarfólk og vinnufólk skapa úti í heimi fyri Føroyar. Men sambandspolitikkurin hevur í einum og øllum stríðst ímóti at
finnur ikki rótfesti á baldrutu oyggjunum, og føroyingurin, sum hevur nokk at gera at berjast við vindin og havið, lítlan og ongan áhuga hevur í fremmandamanninum og hansara peningi. Hetta má so sigast at [...] t, social rang eller politisk observans. Alle døre og hjerter står på vid gab, og enhver, der har lyst, er velkommen inn á gólvið og spise, drikke og danse med." Ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya. Úr øllum [...] øllum aldri hittast til gaman og álvara. Havnin er í fínasta skrúð og er gjørd út til enn eina minniliga tjóðarhátíð. Vit eru øll sum eitt, vit tosa saman, skemtast, og minnast hvat vit hava gjørt síðan seinastu