verður sjúkur, og gevst við at sigla, og arbeiðir tey síðstu árini á Bacalao, og býr so í Havn mitt í viku, meðan Jenny býr á Eiði, og hava tey tískil bert vikuskiftini saman. Jenny og Arnhold gera so [...] systkin, Reynhard og Margrethu, Margretha doyði bert 18 ára gomul og Reynhard gjørdis sjúkur sum 46 ára gamal, og doyði nøkur ár seinni. Sjálvt um mamman altíð var sjúk, bleiv hon 60 ára gomul og pápin bleiv [...] tænti í Jansagerði og í Havn. Arbeiddi eisini á spinnarínum, Bacalao og vaskaði hjá Nonninum. Seinni møtir hon Arnhold Ellingsgaard av Eiði, og verða tey bæði góð við hvørt annað og giftast. Tey fingu
Klaksvík, og vit vitjaðu inn á gólvið hjá henni á Fløtti. Hóast hon ikki hevði lært og lisið á skúlum og stovnum, so hoyrdist, at hon var gløgg og vitug. Lívsins skúli hevði lært hana og fyrst og fremst myndað [...] blíður, so frøddist hon um lívið og takkaði so hjartaliga sínum kæru og fyrst og fremst sínum skapara og frelsara fyri alt tað, sum hon varð signað við. Tað var bæði lívssælt og minningarríkt at vera við til [...] einasta. ..Fríðrikur og Anna høvdu verið gift í sjey ár, tá ið tey gjørdust foreldur”. Søgan hjá føroyingum og norðoyingum og ikki minst svínoyingum telur mong sorgarbløð um skip og bátar, ið ikki vunnu
Hann er føddur og uppvaksin í Fuglafirði, sonur Lutheriu og Jákup Frants. Lutheria var ættað úr Leirvík, dóttir Jóan Paula og Lenu við Stein . Jákup Frants var úr Fuglafirði, sonur Annu og Albert Eldevig [...] fljóðum. Hetta var so tað. Giftarmál Løgið var tað, at Maria og Ditlev og greinskrivarin og Alexandra(konan) giftust sama dag – 4. mars 1972 og giftust inn í nýbygd hús. Eftir brúdleypið hoyrdist , at Jákup [...] hava, fekk Elisabeth, og hon fekk hennara. Her skuldi berast skjótt at at fáa hetta umbýtið í lag. Verfaðir og faðir Elisabeth koyrdu til møtis og býttu tyssini um Úti á Dølum.. og báðir itu Erling. Hetta
fyrst og fremst at tjena pengar, og tað má sigast at eydnast í ríkiligt mát. Havandi í huga, hvørja ávirkan –bæði sinnisliga og likamliga –ovurhonds skíggjatíðin hjá fyrst og fremst børnunum og ungdóminumhevur [...] eisini politiska skipanin –er árvakin og gera sítt til at verja og fjálga um uppvaksandi ættarlið í tøkniliga meldrinum. Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga stór og umfatandi, men samstundis so alneyðug [...] miðlum hjá børnum og ungum upp til18 ár. Frágreiðingin mælir eisini til, at børn upp til 11 ár als ikki skulu hava fartelefon, og at snildfonir skulu vera ólógligar fyri børn til og við 13 ár. Grundgevingarnar
likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum sunt er. Tað er lykilin til at orka at telva og studera [...] ellivu dystunum eru góðkendir. Vit vinna fýra dystir, og vinna teir væl og virðiliga; 4-0, 3½-½, og tvær ferðir 3-1, móti Puerto Rico og Wales, sum vit ikki hava havt bestu royndirnar av á undanfarnum olympiadum [...] Høgni og Rógvi - okkara topp 3 - luttikið í seinastu fimm árini? Og er tað tekin um, at svongdin og hugurin at telva hjá okkara fremstu telvarum er ikki longur tann, hann einaferð var? Mál og mið Vit
sum evropeiskar og asiatiskar fyritøkur skuldu havt. Frakland legði sak móti Bretlandi og USA, í Italia og Danmark vórðu løgfrøðiligar og parlamentariskar kanningar settar í verk, og ein belgiskur limur [...] ???? Munurin millum rík og fátæk lond og millum rík og fátæk fólk í londunum er vaksin tey seinastu 20-25 árini, skrivar Noreena Hertz í sínari bók. Sum dømi nevnir hon, at 13,7% av amerikanska fólkinum [...] byggja verksmiðjur í londum, har lønir og skattir eru ov høg, krøvini ov stór, og studningur og lán ikki standa í boði, ella taka tær seg úr slíkum londum. Meir og meir ráða tær fyritøkurnar, sum hava mest
tykjast vitleys, so er tað fyrst og fremst viðvíkjandi manglandi framskygni hjá fyrisitingini og býráðnum, og (sum avleiðing av hesum) vantandi stovnsplássum, har kommunan fyrst og fremst fær dumpikarakter. Hetta [...] vælferðarsamfelagnum. Eg eri uppvaksin í havn og eftir 13 ár uttanlands, bleiv eg aftur ein errin havnarborgari í 2016. Men nú má eg tíverri viðmæla ungum fólki og komandi barnafamiljum at búseta seg aðrastaðni [...] politikk og vallyfti Valstríðið er veruliga komið upp í gervi hesa vikuna. Valevnini spíska blýantarnar, tey proverbialu svørðini, sum politikarar fiktast við, og tónin til veljarafundirnar og í nógv brúktu
Sigrid og Janus hjá Postmanninum. Í hesum liggur, at pápin gekk við posti, og tað gjørdi abbin eisini. Tey vóru seks systkin. Systrarnar vóru Andrea og Ásla, og brøðurnir vóru Ansgar, Kirstein, Hans og Janus [...] signaður av ommuni og abbanum í Trongisvági. Hetta hevur vart hann móti álvarsligum óhappum. Í 1947 giftist Amandus við Ingigarð, dóttir Katrinu og Emil á Miðgerði úr Kollafirði, og tey búsettust í Havn [...] tvær ferðir um dagin hvønn einasta dag, og hann hjálpti framvegis væl til við røktini av henni. Amandus eigur seks børn. Barnabørnini eru 10 og langabbabørnini 13. Hann heldur føðingardagin saman við teimum
ikki dugdi at stava. Áhugin fyri orðum og samansetingini av teimum bleiv ikki minni, eldri Trygvi bleiv, og longu sum 13 ára gamal fór hann av álvara at gera yrkingar og skriva stuttsøgur. - Tað er rættiliga [...] áhugan og gevist. So geri eg heldur okkurt annað. Men tíbetur eru eisini dagar, har tað gongur væl, og eg geri í rætta huglagnum til at skriva, og tá kann eg sita í eini fýra til fimm tímar og spæla við [...] er, eg havi hugsað, og hvussu eg havi havt tað hasa tíðina, yrkingin bleiv gjørd, sigur Trygvi. Hann vísir á, at hann longu sum heilt ungur plagdi at hugsa um yrkingar og søgur, og tí hevur hann líka síðani
áræði og vilja til at standa á egnum beinum. -Her hava Edmund og tey sitið púra rólig á danatingi, og vóru lullaði inn í ein danskan flokk, og bara atkvøddu tað, teir fingu boð um frá leiðsluni. Og danir [...] rættast og best at velja okkum báðar. Gera tit tað, so fær oyggin tveir eykamenn inn á Ting, og soleiðis fáa tit størri ávirkan bæði á løgtingi og fólkatingi! Fundurin vardi í tríggjar tímar, og spurningurin [...] øllum aldrum, frá 13 árum og nakað væl upp í 70?ini, fingu eitt lívligt orðaskifti, har søgur, fakta, viðmerkingar og politiskt orðavavstur fuku gjøgnum luftina. Eingin teirra veit enn, um hann verður valdur