m². Bygningurin er bygdur í 1965 og er umleið 812 m² innan. Bygningurin er væl hildin og væl bygdur, og ábøtur eru gjørdar javnan, síðani bygningurin varð bygdur. Tak og vindeygu eru skift í 2018. Kleystrið [...] so kleystrið og Marikukirkjan standa á hvør sínum matr. Kleysturbygningurin er bygdur í 1980, er 304 m², gólvvíddin er uml. 440 m². Har eru 11 kømur, umframt skrivstovu, uppihaldsrúm, og stórur køkur er [...] hýsa kommunalum virksemi, sum tørvur er á. Dagstovnurin hevur vælvirkandi virksemi í dag, og hetta kann halda fram í bygninginum, meðan kleysturbygningurin kann brúkast til annað kommunalt virksemi, eitt
- Kríggið í Ukraina er broytt seinastu vikurnar og mánaðirnar, og tíðin er komin at eftirmeta nakrar av avmarkingunum, sum eru knýttar at vápnaveitingunum til Ukraina. Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens [...] aftanfyri, og Ukraina hevur sambært altjóða lóg rætt til at verja seg. Jens Stoltenberg legði dent á, at rætturin at verja seg fevnir eisini um møguleikan at leypa á russisk hernaðarmál fram við markinum [...] Nato. Fundurin var í kekkiska høvuðsstaðnum, Prag. - Sameindu veita ymiska hernaðarútgerð til Ukraina, og við einum parti av útgerðini fylgja treytir. Hetta eru treytir, sum avísu londini seta fyri sínum
Svikið og klandrið, sum er í familjuni. Tær brostnu vónirnar og tann livandi dreymurin. Og svári skilnaðurin. Tann blaðunga og rótleysa gentan, sum kendi seg noydda at rýma frá sínum spyrjandi og kensluborna [...] Klokkan gjørdist 20, og vit vórðu øll flutt inn í eina aðra verð. Og til eina heilt aðra tíð. Við tekniskum frambrotum og meiri professionellari fyriskipan. Kontrastin var stór og røtt og hugtakandi. Men eisini [...] hetta kvøldið eru kvinnur og menn í 50'unum og 60'unum, sum fara aftur í 70'ini at hoyra og heiðra Straight Ahead. Lat meg beinanvegin siga, at hetta gjørdist ein minnisrík og upplyftandi løta, har tónleikurin
Margrethu í Klaksvík, sum sýndu málningar, og annað sum tey høvdu evnað fram. Evnið var hvussu tey síggja býin og umhvørvið kring seg. Barnagarðarnir plaga at hava mammu og pápadag. Men í hesum døgum ber ikki
skulu skilja, at teir liva í einari serstakari og søguligari tíð, skal Vladimir Putin hava sagt á einum fundi í russiska ráðnum fyri strategiskari menning og verkætlanum. Institute for the Study of War heldur [...] lutfalsliga smáu londunum í Evropa, og hann helt, at tey eiga at vera greið yvir, hvønn tey spæla við, sum hann tók til. - Londini eiga at hugsa um, at tey eru smá og fólkarík í smáum økjum, áðrenn tey [...] Russiski forsetin heldur fram við at fyrireika russiska fólkið til eitt drúgt kríggi í Ukraina, heldur amerikanska tankasmiðjan, Institute for the Study of War (ISW), í sínari seinastu dagføring um kríggið
95 prosent av tíðini, og teir royndu at toga heimaverjuna sundur. Gilli Rólantsson Sørensen stýrdi meistarliga verjuspælinum, og tá ið B36 spældi seg til góðar málmøguleikar, og tá ið tey umleið 30 ho [...] dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í góða veðrinum var øgiligur rómur við Stórá. Spælarar og fjepparar fegnaðust, og gamla sirenan, sum so ofta var at hoyra, tá ið TB var upp á tað besta, hoyrdist aftur í [...] verður í Gundadali mikudagin 19. juni. Sigursmálið skoraði miðvallarin Nikolei Johannesen, tá ið hann fram ímóti dystarenda umsetti brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið miðvallarin
rúgvuni og konsertir vóru m.a. á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkkluklubba og heima hjá fólki. Nakrar vikur eftir væleydnaðu konsertferðina, helt Beinir fram við “Unknown Location Tour 2”, og seinast [...] framleitt, og tvey tey fyrstu stakløgini – Greener og Romeo – vóru sera væl móttikin. Tá albummið er givið út í heyst fer Beinir á konsertferð, har hann vitjar størri og smærri spælistøð við bólki og uttan [...] i til 3 av konsertunum fáast nú til keyps. Hesar konsertir verða í Aalborg, Århus og Keypmannahavn 29.-30. novembur og 1. desembur.
dripin í Gasa. Ímynda tær, at tað slapp at halda fram. Tað heldur fram í Gasa. Ímynda tær, at tú vilt taka tíni børn og rýma. Tú kanst ikki rýma úr Gasa. Og tú kanst heldur ikki rýma Í Gasa. Tí tú skalt eisini [...] skulu altjóða lógir og siðvenjur virðast og haldast. Ímynda tær lýsingarorðini, sum tín egni heimur brúkti um tragediuna í Ukraina. Tey avgjørdu politisku átøkini, solidaritetin og kontanta mótsvarið. [...] tvørtur um heimin, sum onkuntíð er ein trúarlinja, ein mentanarlinja og onkuntíð bert ein linja í tínum høvdi. Ímynda tær, at lýsingarorðini og solidariteturin ikki røkka tvørtur um ta linjuna. Ímynda tær, hvussu
tryggjað sær rættindini at vísa Europa League og Conference League. Sostatt sleppa vit ikki at síggja dystir í Europa League og Conference League á danska TV2 og TV2 Play tey komandi árini. [...] vísa dystirnar í tí danska kongaríkinum. Soleiðis verður tað eisini trý tey komandi kappingarárini fram til 2027. Bold.dk veit at siga, at tað hevur kravt drúgvar samráðingar gjøgnum eitt langt tíðarskeið
Upphavsmaður og høvundur handan røðina er Torfinnur Jákupsson, sum eisini skrivaði fyrstu føroysku sendirøðina TROM og nú hevur fleiri verkætlanir um hendi, ið spretta úr bæði føroyskum jørðildi eins og fevna [...] gi, ið veitir rithøvundum og framleiðarum av ‘hágóðsku drama’ eitt serstakt høvi at leggja síni hugskot fram fyri sendistøðum, íleggjarum, framleiðarum, vinnuserfrøðingum og øðrum avgerandi stovnum til [...] fevna víða út um landoddarnar. Nýggja røðin fellur innan krimi og thriller sjangruna og ber verandi arbeiðsheitið EVA. Enn kunnu fleiri upplýsingar ikki avdúkast, men fylgir søgan í stuttum einum føroyskum