Putin fyrireikar russar til drúgt kríggj

- Evropa og serliga tey smáu londini í Evropa eiga at vera greið yvir, hvønn tey spæla við, sigur Vladimir Putin.

Russiski forsetin heldur fram við at fyrireika russiska fólkið til eitt drúgt kríggi í Ukraina, heldur amerikanska tankasmiðjan, Institute for the Study of War (ISW), í sínari seinastu dagføring um kríggið.

 

- Allir russar skulu skilja, at teir liva í einari serstakari og søguligari tíð, skal Vladimir Putin hava sagt á einum fundi í russiska ráðnum fyri strategiskari menning og verkætlanum.

 

Institute for the Study of War heldur, at tað, sum forsetin vil við hesum útsagnum, er at fáa líknandi kenslur fram í russiska fólkinum, sum vóru, tá Sovjetsamveldið var upp á sítt besta.

 

Fyrr í hesi vikuni ávaraði russiski forsetin vesturheimin um avleiðingarnar, um londini fara at geva ukrainska herinum loyvi at brúka vesturlendsk vápn á russiskum landaøki.

 

- Ein slík víðkan av krígnum kann fáa álvarsligar avleiðingar, segði Vladimir Putin.

 

Undir einari vitjan í Usbekistan rætti forsetin peikifingurin móti lutfalsliga smáu londunum í Evropa, og hann helt, at tey eiga at vera greið yvir, hvønn tey spæla við, sum hann tók til.

 

- Londini eiga at hugsa um, at tey eru smá og fólkarík í smáum økjum, áðrenn tey hugsa um at leypa á Russland, segði Vladimir Putin.

 

Hetta veit norska Dagbladet at siga í dag.