Barnalist í Varpinum

Í gjár vóru boðið til stóra, hugvekjandi og flotta listaframsýning í Varpinum

Tað vóru børnini frá Barngarði Dr. Margrethu í Klaksvík, sum sýndu málningar, og annað sum tey høvdu evnað fram. Evnið var hvussu tey síggja býin og umhvørvið kring seg.

 

Barnagarðarnir plaga at hava mammu og pápadag. Men í hesum døgum ber ikki til at hava slíkar dagar, tí varð farið í Varpið í staðin. 

 

Úr Klaksvík siga tey, at so mikið nógv fólk møttu, at Varpið var næstan ov lítið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##