Grótinum«, fyri 2 mió. krónur. Ætlanin er at brúka gamla nótabátin til eykalutir. Báturin er vrak, men tað vil Tryggingin tann føroyska ikki góðtaka, sjálvt um sami norski serfrøðingurin, sum Tryggingin vanliga [...] hann er vrak. Pf. Christian í Grótinum missir tí nógvan pening við hesi søluni til norska felagið, tá ið Tryggingin ikki vil hoyra talan um, at báturin er vrak. Skuffaðir Og Jón Rasmussen, skipari á »Christian [...] flotanum, hevur ikki nógv annað at siga um Tryggingina, enn, at reiðaríið er skuffað av Tryggingini, sum hevur spent bein fyri eini rímiligari sølu av gamla nótabátinum. Hann vil ikki koma neyvari inn
útgreinað soleiðis, at felagin fær eitt samlað yvirlit yvir samtalur í Føroyum, til Danmarkar, til útlond annars og samtalur til fartelefon. Afturat hesum koma síaðni føst gjøld og yvirlit yvir tænastur annars [...] síðani sjeytiárini, og er tí illa hóskandi longur. Eisini hevur gamla edv-skipanin verið orsøkin til, at tað ikki hevur verið møguligt at senda viðskiftafólki betur útgreinaðar rokningar, sigur Andras Róin [...] telduskipanini til ta nýggju verður um miðjan apríl send út rokning, sum líkist tí verandi, tó soleiðis, at hendan er ein uppgerð fyri síðsta ársfjórðingin saman við skrásettu nýtsluni frá 10. til 31. mars 1998
øðrvísi. Tað ferðast ikki í ljóðbylgjum, men tá verður ljóðið kotað um til 0 og 1 tøl. Telestøðirnar kunnu tá rætta møguligar villur í sambandinum, og tær dekota eisini tølini aftur til ljóð. Tá er góðskan [...] analogt samband, so kann tað sigast soleiðis: Analogt samband er radiobylgjur. Góðskan á teimum er ikki so góð, sum við digitalum sambandi, tí ljóðbylgjur kunnu »flata út«, og sambandið verður verri og [...] gramofonplátum. CD?arin, ella fløgan, er digital og góðskan er tí alla tíðina hin sama - hon slítist ikki. Annaðhvørt er ljóðið sum tað skal vera, ella er einki ljóð. Við kasettubondum og gramofonplátum er
hvørjum øðrum tillukku við degnum. Í sínum brævi til ríkisumboðsmannin sigur løgmaður: »Í samband við 50 ára dagin fyri heimastýri Føroya verð asent bestu ynski til donsku stjórnina um bestu viðurskifti landanna [...] Men hesum fekk hann ikki undirtøku fyri, og varð tí ráðstevnan av ongum. Tískil var lítið og einki gjørt burtur úr degnum, hóast løgmaður gav almennu stovnunum boð um at flagga. Kortini hava løgmaður og [...] millum.« Brævið er undirskrivað av Edmundi Joensen, løgmanni. Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður skrivar til Føroya Landsstýri: »I anledning av 50 årsdagen for ikrafttrædelsen af loven om Færøernes hjemmestyre
starv sum tollari á flogvøllinum 1. apríl 1973, tá meira vanligt gjørdist at ferðast við flogfari til og úr Føroyum. Eingin ivi er um, at virksemið á flogvøllinum er broytt nógv hesi árin, síðan Frank [...] á flogvøllinum. Frank Davidsen sat á tingi valskeiðið frá 1990 - 1994, men hesaferð stillar Frank ikki uppaftur
føðingardagsgáva til Havnar Telvingarfelag, sum fyllir 75 ár í ár. Spenningurin varðveitast til seinasta umfar? Í fjør var kappingin merkt av, at fleiri av teimum heilt góðu telvarunum ikki vóru við, og tí [...] Nilssen upp úr Danmark til kappingina. Nevndin í HT hevur miðvíst roynt at virka fyri, at hesir tríggir, sum mugu sigast at vera millum okkara allarfremstu telvarar, komu við til hesa kappingina. Ein góð [...] netið, umframt at tíðindi frá kappingini verða at lesa. Tað er ikki neyðugt at vera haldari av Internetsosialinum fyri at fáa atgongd til talvkappingina.
tikið stig til hetta tiltakið saman við Fótbóltsdómarafelagnum: ? Vit hava sent øllum limunum hjá okkum skriv, og vit vóna at síggja so nógvar av teimum, sum tað á nakran hátt ber til. Eg veit ikki, um Dó [...] partarnir eru ikki altíð samdir. Tað skulu teir kanska heldur ikki vera, men vit halda, at tað hevði hjálpt pørtunum at skilja hvønn annan, um teir tosaðu saman. Tí er tað, at vit hava tikið stig til hetta. Á [...] báðir eisini høvi til at fylgja venjingini hjá kenda stórfelagnum. Íblásturin Tiltakið í morgin er óformligt, men vísir tað seg, at undirtøkan verður góð, og tað annars eydnast væl, so er ikki óhugsandi, at
hvørjum vári. Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til heiðurs fyri Svimjifelagið ÆGIR, sum eftir miðvíst arbeiði vann kappingina. Tað var við spenningi, at sæð varð fram til hesa kapping, tí [...] stuðul til framhaldandi arbeiði. Vit eiga at minnast til, at Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur, har tað eigur at vera heilt náttúrligt við einum svimjifelag fyri at brynja okkara komandi ættarlið til sjólívið [...] partur av menningini hjá tí einstaka, til sjálvstøðugar avgerðir og ábyrgd. Vit kenna øll, hvussu nevndin í ÆGIR á ymiskan hátt hevur savnað pening til sítt arbeiði, ikki minst við so trúfast at selja kaffi
Europa, og tað elvdi ikki til sørt av øsing, tá lendarnir hjá ungum fólki í tí edwardianska Bretlandi byrjaðu at svinga ov nógv í takt. Aðrastaðni bleiv dansurin bannaður, men ikki bar til at steðga gongdini [...] útlegdina til felags. Sostatt hoyrir tann glaði sambatónleikurin til Rio de Janeiro, meðan tangotónleikurin, ið neyvan kundi havt ein størri dám av melankoli og sorgblíðni í sær, hoyrir til Buenos Aires [...] á tangopallin, og frá einum degi til annan bleiv hann tann fyrsta tangostjørnan. Ikki bara í heimlandinum Argentina, men í stórum parti av heiminum. Hetta er kanska ikki so løgið - við mikrofonini mátti
nakrantíð, at nú bar ikki til longur, nú hildu beinini ikki meir? ? Ja, tað hugsaði eg ofta um. Eg var bangin fyri ikki at koma at spæla aftur. Tað var næstan ikki tann dagur, at eg ikki hugsaði, at hetta [...] eisini tey, sum ikki gera tað. Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir. Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis [...] felagnum Moeskroen, men tað bleiv ikki til nakað, og ístaðin komst tú til FCK. Ert tú keddur av, at tað gekk soleiðis, og at tú ikki slapst út um Danmark at spæla? ? Nei, eg vil ikki siga at, eg eri keddur av