økini, sum ætlanin er at bjóða út í fyrsta útbjóðingarumfarinum, verður ikki hildið, at tað fer at taka Oljuráðleggingarnevndini langa tíð at áseta seinastu treytirnar. So sigast kann, at størsti parturin av [...] kortini hava vit ikki slept vónini heilt, um at tað ber til at fáa eina samráðingarloysn í lag, men tíðin er við at ganga undan. Partarnir hava sagt, at teir vilja royna í eitt hálvt ár aftrat, og tað gongur [...] oljufeløgum, sum fara at virka á føroyska økinum. Tað er møguligt at áseta treytir um nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi og leveradørum, og harumframt er tað møguligt at tryggja, at tað almenna á ymiskan
heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó ringt at siga [...] á bretskt øki at arbeiða. Bjóða tað besta út Formaðurin í Føroya Oljuídnað vónar, at tað sum ætlað verður ein útbjóðing í 98, og at her verður eitt øki at bjóða út. Hann vónar eisini, at tað økið verður [...] leggur tó aftrat, at tað er ringt at siga, hvat kann skaða føroysku samráðingarnevndina í samráðinginum. Hann heldur, at tað má vera upp til nevndina at avgera, og roknar hann við, at hon nokk skal finna
skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla føroyingum. »Ynskja føroyingar at royna politiskar samráðingar, og ynskja føroyingar, at forsætisráðharrin ella uttanríkisráðharrin skulu [...] Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. »Vit hava tosað um føroyska [...] Nyrup Rasmussen segði, at eftir hansara metan, eiga danir at bíða eftir einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast. Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar
skjótt, tí vandi er fyri, at keyparin selir tey víðari. Vandin í hesum er millum annað, at áskoðarar hjá báðum liðum koma at sita saman, og av trygdarávum royna fyrireikararnir at sleppa undan hesum. HM byrjar [...] fólk vilja sleppa at síggja. Summi hava sligið seg saman og bílagt 30 atgongumerki til onkran dyst. Tey, sum ætla sær at fáa atgongumerki gjøgnum Fótbóltssambandið, mugu nú bera skjótt at, tí tey skulu bíleggjast
tess, at tað var betri, at tað ongantíð hevði sæð dagsins ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini - sum tíverri eisini koma at skaða [...] umdømi Føroya uttanlands, av tí at so nógv fremmand tíðindafólk vóru í Føroyum um hetta mundið. Eg skilji teg ómetaliga væl, Zakarias, at tú ert vorðin ørkymlaður av at venda tær, vegna Fólkaítakið, bæði [...] fært tú nakran løgfrøðing í altjóðarætti at royna hesa sak hjá dómsvaldinum - tað er sjálvsagt »frustrerandi«, men tað gevur tær ikki loyvi til í allari neyðini at loypa so framav, sum tú gjørdi henda dagin
ríkinum? Hví ikki, ístaðin fyri at nyta nógva orku í eini roynd at geva dønum ringa samvitsku (sum teir kortini ikki fáa), royna at nyta kreftirnar heima í Føroyum? Hví royna Páll, Jóannes, Tróndur, Zacharias [...] framundir at ríkisfelagsskapurin var í vanda. Hetta varð tó avsannað í tíðindunum hjá TV2 eftir at Nyrup var niðuraftur komin: Ein Gallup kanning hevði víst, at 75% av føroyska fólkinum er fyri at varðveita [...] fatan av at vera politiskir nalvaskoðara og heimføðingar. Edmund Joensen og demokratii Edmund Joensen harmast framan fyri donskum sjónvarpshyggjarum, at føroyskir løgtingslimir ikki duga at bera seg at. Eg
fríggjadagin 9. januar og har stendur at lesa, at 65 prosent av føroyingum halda, at ríkisfelagsskapurin skal halda áfram. 12 prosent eru í iva, meðan umleið fjórði hvør heldur, at ríkisfelagsskapurin skal takast [...] Neystabø sigur við blaðið, at úrslitið hongur saman við hvussu spurningarnir eru settir, men at tað undrar hana, at bert 23 prosent eru fyri loysing. Hon hevði roknað við, at tey vóru fleiri. Lagnudagur [...] prosent, at føroyingar hava fíggjarligan fyrimun av ríkisfelagsskapinum. Triði hvør føroyingur er í iva um henda spurning, meðan sætti hvør føroyingur heldur, at føroyingar hava fíggjarligan miss av at verða
tit so at siga senda hann upp í hendurnar á einum útlendskum felag? ? Tá ein spælari fer til eitt felag at royna seg soleiðis, so er møguleikin altíð til staðar fyri, at hetta felagið ynskir at innlima [...] einki ímóti at hjálpa okkara spælarum ávegis, um tað vísir seg, at teir hava møguleika at standa seg á hægri støði, enn vit kunnu bjóða teimum. Royndirnar siga, at tað er bara í einstøkum førum, at hetta kemur [...] og vit ivast einki í, at vit kunnu læra ein hóp av teimum, sigur formaðurin í HB, sum ikki vil avvísa, at talan eisini kann gerast um at fáa danska felagið at koma hendavegin at spæla onkuntíð. Men hetta
vóru teir nær við at vinna uppflyting. Kent sviðan av kappingini Ein trupulleiki sum EB/Streymur hevur at stríðast við er, at hini feløgini í Eysturoynni tykjast vera meiri lokkandi at spæla við hjá onkrum [...] eftir at hann tekur við sum venjari í EB/Streymi kemur hann sostatt at venja bæði eitt 1. deildarlið i hondbólti og eitt 2. deildarlið í fótbólti. Og tað er ivaleyst millum annað hetta sum ger, at afturat [...] av, at tað er stór kapping um góðu spælararnar í landinum. Men tað eru nógvir ungir spælarar í EB/Streymi og fleiri av hesum skulu í 1998 vera við til at mynda besta liðð í felagnum, sum skal royna at fáa
Kafékvøldini fríggjakvøld er ein upplagdur pallur hjá ungum tónleikafólki og sangfólki at royna seg og at fáa høvi at vísa, hvat tey duga. Sunnudagin 11. januar kl. 15 hevur Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu [...] framsýna, eru bæði professionell og leik. Húsið er upplagt høvi hjá nýggjum fólki at sleppa at vísa síni arbeiði fram. Tí eru altíð nøkur, sum fáa hetta høvi her. Tað sama ger seg galdandi innan tónleik [...] Viðhvørt kann vera trupult at finna pláss á kalendaranum, sigur leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein. Men um hvør framsýningin er uml. 4-5 vikur, er pláss til eini 8-10 fólk um árið. Tey, sum framsýna