Sverri Jacobsen ger comeback sum fótbóltsvenjari

Fótbóltur: Hevur verið burturfrá í tvey ár, men skal nú aftur venja lið í hægri deildunum

Seinastu tvey árini hevur garvaði venjarin Sverri Jacobsen bert verið venjari hjá yngri liðum heima í felagi sínum, HB, men nú ger hann comeback sum venjari í hægri deildunum.

Kappingarárið 1998 skal Sverri Jacobsen standa á odda fyri EB/Streymi, og hann skal venja 2. og 4. deildarliðini hjá felagnum umframt unglingaliðið.

­ Vit vendu okkum til Sverra og tað vísti seg, at hann var áhugaður. Um ársskiftið kom so avtalan í lag, upplýsir Magnus á Stongum, formaður í EB/Streymi, fyri Ítróttarsosialinum.

Í 1994 og 1995 var Sverri Jacobsen venjari hjá KÍ og bestu úrslitini hann legði eftir sær har, var sigur í steypafinaluni í1994 og higartil einasta sigurin hjá føroyskum felag í Europa-Cup dysti.

Áður hevur Sverri millum annað eisini verið venjari hjá 1. deild hjá HB, men seinastu tvey árini hevur hann bert vant yngri liðini.


Bæði fótbólt

og hondbólt

Sverri er tiltikin ítróttarmaður og umframt fótbóltin, brennur hjartað eisini fyri hondbóltinum og í løtuni er Sverri venjari hjá Kyndli. Fyrsta tíðina eftir at hann tekur við sum venjari í EB/Streymi kemur hann sostatt at venja bæði eitt 1. deildarlið i hondbólti og eitt 2. deildarlið í fótbólti.

Og tað er ivaleyst millum annað hetta sum ger, at afturat Sverra verður eisini Magnus á Stongum knýttur at mansliðunum hjá EB/Streymi sum hjálparvenjari.

Í fjør kláraði EB/Streymur við Harry Benjaminssen sum venjari júst at halda liðið í 2. deild, men í 1994 var EB/Streymur í 1. deild og fyri tveimum árum síðani vóru teir nær við at vinna uppflyting.


Kent sviðan av kappingini

Ein trupulleiki sum EB/Streymur hevur at stríðast við er, at hini feløgini í Eysturoynni tykjast vera meiri lokkandi at spæla við hjá onkrum av bestu spælarunum, sum annars hoyra heima í felagnum.

Eitt dømi er frálíki álopsspælarin Egil Zachariasen, sum spælir í ÍF. Fleiri aðrir spælarar hjá EB/Streymi hava eisini roynt seg á 1. deildarliðnum hjá øðrum feløgum, og tað tykist sum EB/Streymur er felagið, sum hevur kent størsta sviðan av, at tað er stór kapping um góðu spælararnar í landinum.

Men tað eru nógvir ungir spælarar í EB/Streymi og fleiri av hesum skulu í 1998 vera við til at mynda besta liðð í felagnum, sum skal royna at fáa betri úrslit enn í kappingini í fjør, tá tað ikki gekk meiri passaligt.

Sverri Jacobsen byrjar í nýggja venjarastarvinum 1. februar.