fegnast um. Týnding fyri ferðavinnu Hvønn týnding heldur Birgir Enni, sum hevur annars hevur gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri ferðavinnuni í Føroyum, filmurin Barbara fer at fáa fyri ferðavinnuna! -Heilt [...] Ein av teimum føroyingunum, sum øll hesi árini, arbeitt hevur verið við filminum um Barbaru, og sum hevur gingið filmsfólkum, leikarum og øðrum mest til handa og gjørt eitt veldugt arbeiði til tess at [...] vera einstandandi at síggja, hvussu góður myndakvaliteturin er vorðin. Hann er heldur ikki bangin fyri at viðganga, at hann táraði, tá filmurin var liðugur, so nógv hevur hann innlivað seg í arbeiðið við
annað verður vestanfyri og hitt eystanfyri vøllin. Upprunaliga ætlanin fyri fíggjarligum grundarlag Tá ætlanin varð almanna kunngjørd fyri góðum tveimum árum síðani varð ikki so nógv gjørt burturúr fíggjarliga [...] Um løgtingið ger, soleiðis sum tað verður lagt upp til í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fyri tingið fyrr í vikuni, so fer tað almenna komandi árini at vera við til at tryggja fíggjarligt grundarlag [...] hava játtað til nýggja landsstadion. Í dag fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvat hevur gingið fyri seg inntil nú, tá tað viðvíkur Tórsvølli. Ætlanin Tað var hósdagin 1. juni 1995, at ætlanin um Tórsvøll
sinnaðir at taka yvir. Kristmund Kunoy nýtti høvið til at takka teimum, sum við vóru og teimum, sum høvdu hjálpt til at fáa stevnuna upp at standa, fyri gott samstarv. Eisini Barbara Klæmint Olsen, formaður í [...] brúðarkjólar, snikkaraarbeiði og list fyri bert at nevna nøkur av tilboðunum, sum eru. Á lítlari samkomu, tá stevnan varð sett, segði Kristmund Kunoy, sum skipar fyri stevnuni, at hendan 11. stevna hansara [...] Tórshavnar Býráðs slapp undan at nevna Barbaru. Hann vísti til myndina í filminum, har Gabriel vísti teimum báðum, Barbaru og vinkonuni Súsonnu, tað, hann hevði at selja. Og hvussu Barbara lat seg freista
tað var bara fyri fyrst, tær átóku sær hetta arbeiðið. Gjørdi krambayrkið til sítt lívsstarv Soleiðis hugsaði Sunnivá ikki. Hjá henni var tað beinanvegin greitt. Tað at standa aftan fyri skivuna var eitt [...] eisini nógv fyri at starvsfólkini skuldu kenna seg virðismikil sum arbeiðsmegi. - Tað skuldi vera ein avbjóðing, at fáa fólk at keypa frá okkum. Hetta gjørdi hann m.a. við at geva okkum bonus fyri at selja [...] at tey, sum kom fyrst til uppskrivingardagin, fingu plássini. - Fyri at tryggja mær pláss, fór eg niðan til Nonnurnar kl.trý náttina fyri. Eg helt, at eg fór at sita einsamøll hesa náttina, og gjørdi meg
hálsin, men teir ætla sær at taka uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin um niðurflyting skal verða avgreiddur eftir so ítróttarligum treytum, sum [...] B36 fer suður á Sand seinnapartin í dag. Uppgávan er at seta punktum fyri landskappingina 1997, og tað verður gjørt ímóti B71, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma má finna seg í at spæla í 2. deild komandi [...] fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla fyrsta meistaraheitið til felagið í 35 ár, verða noyddir at halda
farið aftur til Havnar. Í høvuðsstaðnum skipar býráðið við Leivuri Hansen, býráðsformanni, á odda fyri móttøku frammanfyri gamla kommunuskúlan, ið summi rópa ráðhúsið. GHM spælir, og býráðsformaðurin fer [...] fer at siga nøkur orð, og ivaleyst fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø at nýta høvið at takka fyri móttøkuna. Eftir almennu løtuna í miðbýnum hevur býráðið bjóðað føroyameistarunum niðan í móttøkuhúsini [...] kann ikki sigast annað, enn at tað hevur roynst væl. Eftir eina hálvvánaliga byrjan spældi liðið, sum fyri ein stóran part hevur verið mannað við unglingaspælarum, seg upp, og teir endaðu á silvurplássinum
serligt í pottin fyri at kunna bjóra ein sterkan drykk fyri teimum, ið trína inn í salin. Og longu tá trinið er um gátt, byrjar ævintýrið. Tað syrgir køni gandakallurin Edward Fuglø fyri. Hann hevur fyrr [...] snaraður 90 stig, og pallurin sjálvur kann snarast og vendast, so at fleiri pallmyndir blíva til framman fyri tær, uttan at tað er neyðugt at draga teppi upp og aftur. Í tøttum samstarvi við ljósmonnunum skapar [...] ovur og myrk skot - alt í einum og sama palli. So ævintýrið er nærum byrjað, áðrenn tú setir teg. Fyri tó at eingin ivi skal vera um, nær øldin skiftir og leikurin byrjar, koma leikararnir fyrst fram í
Tað hevur verið lættari hjá teimum í Fótbóltssambandinum í ár at leggja ætlanir fyri, hvør skal vera hvar og handa hvat slag av heiðursmerkjum, enn tað hevur verið fleiri av undanfarnu árunum. HB hevur [...] hevur longu vunnið silvurmerkini, og tað verður Jákup Simonsen, sum fer at handa teimum í HB heiðursmerkini. Tað fer hann at gera, tá stríðið ímillum HB og bygdarmenninar hjá honum úr Fuglafirði verður lokið [...] lokið. Tað er ikki heilt avgjørt, at GÍ fer at vinna bronsumerkini, men alt talar fyri tí. Mortan Poulsen fer norður til Gøtu við bronsu krónunum í skjáttuni, og ivaleyst sleppur hann av við tey. Ger hann
gongd síðani februar ella mars mánaða í ár, og summarferian hevur verið stutt, um ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so [...] eru mest sum tiknar, og meðan tey í B36 gleða seg til at fáa gullið og steypið, stúra tey á Sandi fyri fótbóltsframtíðini. B71 liggur í botninum, og tað skal nakað heilt serligt til í dag, um teir skulu [...] teirra heiðursmerki verða neyvan hótt. Væntandi er at bæði botnliðini tapa í dag, og við allari virðing fyri bæði B71 og FS Vágum, so fáa tey einki burtur úr í dag,um mótstøðuliðini ikki taka sær av løttum og
Parkini fyri tveimum vikum síðani, endaði við tryggu 3-0 sigri til FCK, og nú teir spældu á útivølli løgdu teir tvey mál afturat, so samlaði sigurin gjørdist 5-0. Dysturin í Jerevan var ikki av teimum bestu; [...] Todi Jónsson var ikki við, tá FC Keypmannahavn vann útidystin í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar móti Ararat Jerevan. Todi Jónsson hevur í longri tíð verið plágaður av skaða í lúskuni, og hesin [...] at skapa spenning um úrslitið, og tað passaði gestunum væl, at teir sloppu frá at gera ov nógv av fyri at tryggja sær víðari luttøku. Skráin hevur verið tøtt farnu tíðina, og longu í morgin skal FCK aftur