brúnni um Streymin hevur kostað tilsaman einar 42 milj. kr. Tað er byggifelagið Pihl & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin hevur [...] segði, at vegakervið gevur hvørjum einstøkum akførara góðar møguleikar at ferðast við rutum. – Á tí økinum er eisini nakað hent, men kortini kann ikki sigast, at nóg væl er fyriskipað enn, segði Atli Dam [...] vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis metir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna
týðandi broyting er í heilsustøðuni hjá kongi, og støðan er framvegis støðug. Tað upplýsir norska kongshúsið í eini stuttari fráboðan seinnapartin í dag. 89 ára gamli Haraldur kongur er innlagdur á Rík [...] umleið klokkan 18.30, skrivar norska tíðindastovan NTB. Kongshúsið boðaði fyri einari viku síðani frá, at Haraldur kongur var innlagdur eftir eina læknakanning. Vikurnar frammanundan hevði hann fingið
seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå, varð hinvegin ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu s [...] millum 80.000 og 100.000 krónur. – Vit vita ikki, nær ein slíkur dýrgripur verður tøkur aftur, og tað hevur heilt vist eisini verið við til at skapa stóra áhugan og høga prísin, sigur Peter Broe, serfrøðingur [...] av Lise Nørgaard og hevði frumsýning í 1978. Røðin fylgir lívinum í uppspunna danska býnum Korsbæk frá 1929 til 1947. /Ritzau/
nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi. Hansina kemur frá einari listariligari familju [...] fylgandi dagar og tíðir: Sunnudagar: 15:00 til 19:00 Mánadag til fríggjadagur: 16:00 til 18:00 Um tað ikki er møguligt at vitja ásettu tíðir, kann ein hóskandi tíð finnast við at seta seg í samband við telefon [...] hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi. Framsýningin hongur uppi fram til 15. september 2026 og
røvum. Tað er ein høvuðsorsøk til, at vit søgdu nei, segði hann. USA er størsti handilssamstarvsfelagin hjá Kanada. Umleið 70 prosent av samlaða kanadiska útflutninginum fer til USA. Kanada er í ár næststørsti [...] Donald Trump. Tað stendur á heimasíðuni hjá kanadisku stjórnini. Fíggjarmálaráðharrin, François-Philippe Champagne, og fleiri aðrir ráðharrar fara á tíðindafundi í høvuðsstaðnum Ottawa at greiða frá svarinum [...] klokkan 16 føroyska tíð. Sambært stjórnini snýr tað seg um nýggj tiltøk, sum skulu verja og stuðla kanadiskum løntakarum og fyritøkum í hesum truplu tíðum. Enn er ikki greitt, júst hvørji tiltøk verða løgd
hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og felagsskapi, sigur hon við h [...] Eg vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað [...] Sanna Vitalis er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon hevur arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár og hevur eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum
at onki hald er í klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk [...] farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata vera við [...] til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað við tað. Um Landsstýrið ikki tekur hesa uppgávuna frá kommununum, verður hetta ein kampur, sum heldur fram
steypafinaluni. Ógreitt, hvussu nógv Hearts rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar [...] bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. [...] ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini. Sambært Portal.fo er tað bara Árni Frederiksberg hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár. Aron hevur eisini
Talan er um eitt av nýggjastu ferðamannaskipunum í heiminum. Viking tók ímóti skipinum frá italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Ancona tann 26. mai í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia. Viking [...] ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og Norður-Evropa. Sambært Tórshavnar Havn kom Viking Mira inn klokkan 08 í morgun. Torcargo Faroes er agentur hjá skipinum
síðan 2002. Hon verður latin einum filmi, sum er rótfestur í norðurlendskari mentan, hevur høgt listarligt virði og er eitt heilstoypt verk. Virðislønin er 300.000 danskar krónur. Peningurin verður býttur [...] vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó ein ljós og lívsjáttandi megi, sum ávirkar øll rundan um seg. Birita er fyrsti filmur í fullari longd hjá Búa Dam. Jón Hammer, [...] Begyndelser er leikstjórnað av Jeanette Nordahl, sum eisini hevur skrivað handritið saman við Rasmus Birch. Ane og Thomas eru á veg til at verða skild, men hava enn ikki sagt børnum sínum frá avgerðini.