vera júst tit; tí eingin annar er tú, og eingin annar kann vera júst tú, og hetta er tað, sum ger okkum øll til nakað heilt serligt. Tað, sum er mest umráðandi, er ikki, hvat vit duga ella ikki duga, men [...] fínt útskorna frukt; eg minnist enn delfinirnar, sum tit høvdu skorið út av bananunum. Ein Rás er ein farleið, ein vegur framá. Tit hava, meðan tit hava gingið á Rásini, flutt tykkum framá í lívinum. Tit [...] eisini minnast til, at júst tykkara lív er eitt ævintýr, sum er tykkara, og sum tit sjálvi skulu skriva og ávirka. Títt lív er tað stórsta ævintýrið, sum er til, minst til tað. Tit eru einki minni enn fantastisk
Hin 26 ára gamli er ein av fáum russiskum herleiðarum, sum er flýddur vestur um úr Russlandi. Í einari samrøðu við BBC fortelur hann um flýggjanina, og hvussu tað stendur til í russiska herinum. Dmitry [...] hann fyrr ella seinni fór at verða sendur í kríggið, og hann visti eisini, hvat tað fór at hava við sær. - Eg eri offiserur. Tað er mín skylda at verja landið móti fíggindum. Men, eingin gav okkum eina góða [...] vanda. Tað, sum skapar mest órógv millum russiskar hermenn, er sambært honum lágu lønirnar. Hann sigur, at herovastar í flogvápninum fáa somu løn sum fyri kríggið – ella útvið 90.000 rublar, sum svara til
við at virksemi er á vágni sum kanska ikki er so fagurfrøðiligt. Í Skálavík er stórt øki planerað av Bakkafrost, sum helst kemur at hava inntøkur til Skálavíkar kommunu og oynna sum heild við sær uppá [...] vindmátimastrina. Nú málið er lagt út til almenningin fari eg at loyva mær at koma við míni hugsan um hesar ætlanir. Grundleggjandi eri eg av teirri hugsan, at Sandoyggin er ein perla, sum vit við hond og [...] Sandoynni er lítið og onki, men vit skulu lata lendi til og leggja eygu og oyru til eina øgiliga framleiðslu. Hví verða myllurnar ikki settar upp, har avtakarin av streymi er? Í Neshaganum er ovmikið av
stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag. Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki [...] umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin [...] listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava
slíkum sendingum er, at tær geva eitt ávíst innlit í nøkur søgulig viðurskifti og eisini verða áhugaverdar gamlar myndir vístar. Men tað sum er púra burturvið er vinklingin. Hvørja ferð ein sending verður [...] Kringvarpi Føroya. Tað skilji eg væl, tí hetta er ein løgin orðing. Men tað sum undrar meg er, at tað tykist sum at endamálið við at endurtaka hesi orðini so ofta er at mála eina mynd av, at sambandsfólk tá [...] seks pørtum er ein desperat roynd gjørd at blása lív aftur í seinastu gløðurnar av tí útkølnaða fullveldisbálinum. “Komið nú føroyingar! Tit liggja og sova, meðan grønlendingar loysa,” er eggjandi boðskapurin
skipini gera, er als ikki er nøktandi. Men kanska Pól Huus t.d. veit, hvussu nógv hjáveiðu tey hava? Og hvat hon er verd? Kanska hann veit, hvør avleiðingin av fiskiskapinum hjá russiska flotanum er fyri føroysku [...] og Kina, og er nakað av teimum frægari enn Russland?” Veit Pól Huus veruliga ikki, hví allur Vesturheimurin hevur reagerað so kraftiga uppá russiska álopið á Ukraina? Orsøkin er, at hetta er fyrstu ferð [...] Huus uttan iva veit, er, at nýggja maritima doktrin Russlands sigur, at øll fiskiskip kunnu gerast partur av hernaðarliga virksemi landsins. Soleiðis er í einum diktaturi: Einki er uttan fyri statsins ræði
leið, um hildið verður fast, rimmarfast, við okkara, og ikki annara, áhugamál. Landið er her, havið er her og fólkið er her. Vit tosa onkuntíð um trúgv, vón og kærleika. Hesi trý fara ongan veg. Sum Sigurð [...] sum aldrin uppundan fjarar, er betra helvtin av Føroyalandi. Og land at nema, ið havið fjaldi, varð lív og vísindi miðamansins. Tjóðveldisflokkurin er fyrst og fremst ein fylking, ið hevur sum evsta stavnhald [...] árliga, er ongin gongd leið. Her má hvørt vera eftir øðrum, og at skrædla vinnuna inn á bein fyri at fíggja ein alt ov stóran almennan sektor, tað verður sum táið kellingin pissaði í sokkarnar. Ein stokkutur
vinnu við fjølmiðlavirksemi, er ikki, at Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen gera ein podd. Tað skulu tey vera hjartaliga vælkomin til, og tað duga tey væl. Problemið er at tey fáa pengar, sum verða tiknir [...] grannalondum. Burtursæð frá at Posta langtstíðani hevur etið miðlastuðulin hjá bløðunum, so var tað ein góð skipan, tí stuðul varð veittur eftir starvsfólkaútreiðslum. Men so kom Jenis av Rana í Mentamálaráðið [...] sigur, at tað er Vágaportalurin, sum nú eigur verkætlanina, tí hann hevur, "á jøvnum føti" við "nýggja felagið Dimmalætting" søkt um stuðulin. ##med2## Tað passar bara ikki. Eingin umsókn er frá Vágaportalinum
útlendsk. Hetta er altso ein handil, sum almennu Føroyar gera – og tí mugu almennu Føroyar eisini støðugt taka støðu til, um handilin er góður. Hví 30 skip? Jan Højgaard heldur, at handilin er góður. Høvu [...] egna fiski – kallaði eg ”fuglar á takinum”. Men myndin er ikki heilt røtt. Okkara egni svartkjaftur fer jú ongan veg. Spurningurin er bara, hvat vit brúka hann til. Skulu vit fiska og virka hann sjálv [...] Høvuðsargumentið er, at nógvir av hansara limum fiska í Barentshavinum, og fiskaðu vit í staðin sjálvi tað, vit lata Russlandi, hevði tað kravt nógv færri fólk. Landsbúskaparliga er tað ikki ein fyrimunur, at
tað eru jú tey í Grønlandi og í Føroyum, sum eru partur av ríkisfelagsskapi okkara. – So ein góð loysn, haldi eg, er, at um tú ynskir at tosa á tínum móðurmáli, so skal tað sjálvandi vera møguligt fyri s [...] eisini, at leiðsla Fólkatingsins hevði viljað, um ynski er um tað, sigur Alex Vanopslagh. Aki-Matilda Høegh-Dam úr grønlendska Javnaðarflokkinum, Siumut, er fødd í Danmark og tosar vanliga danskt í Fólkatingssalinum [...] eru skrivaðar reglar fyri, hvat mál skal tosast í Fólkatingssalinum. Alex Vanopslagh heldur simultantulking vera eitt amboð, sum kann brúkast til at ganga øllum á møti. – Tað er jú eitt sindur betri, enn