Á mentanarnáttini í Havn 2023 helt Hansina Iversen, listakvinna, røðu:
Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð.
Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni.
Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av list, sum prýðir veggir og rúm og hetta vísa tey errin fram fyri vitjandi á mentanarnáttini.
Mentanarnáttin gevur okkum møguleika at síggja listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava keypt listina frá listafólkunum fyri at stuðla teimum. Listafólkini fingu eitt sindur av inntøku burturúr og kundu keypa sær tilfar og annað til, at arbeiða víðari við listini. Soleiðis riggar skipanin, samanumtikið enn, tó hava listafólk eisini møguleikan at søkja um stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag.
Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki klárar seg og stuðul verður hugsaður sum góðgerð og verður latin við subjektivum umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin samtykt skipan millum gevara og takara, segði Hansina Iversen millum annað.
Øll røðan kann lesast her: Mentanarnátt 2023 - setanarrøðan hjá Hansinu Iversen — Listaportal