avbjóðing og at vera uttan fyri sína komfortzonu, og tí hevur hon valt at leita sær aðrar leiðir enn vanliga læknastarvi. Í síðstu viku fekk hon at vita, at hon í næstum skal útsendast sum skipslækni umborð [...] risikera ikki at koma heim aftur. – Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið ikki bara er sum at ganga yvir um vegin, men at tað væl kann [...] ikki, at tað er trygt. Tí í prinsippinum er einki sikkurt, tá mann er útsendur. Mann kann ongantíð siga, at nakað er uttan risiko, sigur hon. – Eg vil gera ein mun Fyri at skilja, hví Hanna valdi at blíva
er, um vit klára at fáa hvønn einasta ein, sum kemur til landið, at skilja, at hann skal í ordiligt sóttarhald og ikki fáa samband við restina av samfelagnum. Tað er, sum eg dugi at síggja, okkara trupla [...] farin tann vegin, at vit vilja hava so fáar tilburðir sum møguligt. Ein máti at gera tað uppá, er jú at hava eftirlit við øllum teimum, sum koma til landið. Eg ynski íð hvussu er, at vit kunnu hava eina [...] út í øllum førum. Tað vil siga, at tað blívur við at vera smittuvandi við teimum, sum koma til Føroya úr Danmark, sigur hann og vísir eisini á, at nú samfelagið letur upp í Føroyum, og fólk fara til arbeiðis
í Geil, sum stúrir fyri, at summi við motivum fara at misnýta skipanina við at lúgva um, at samtykki ikki var til staðar. – Eg stúri mest fyri, at tað kann blíva ein sportur. Til dømis um onkur vil hevna [...] leingi sum tað er ein treyt, at harðskapur skal vera farin fram. 70 prosent av neyðtøkuoffrum stívna, sum vil siga, at tá er tað ikki neyðugt við harðskapi. Tá kanst tú neyðtaka ein persón, uttan at tað sæst [...] signal um, at tað er forboðið at hava sex, segði hann og vísti á, at fá ganga runt í býnum og hugsa um samtykki sum tað fyrsta. Øll vóru samd um, at ein vegur fram á leiðini er upplýsing sum eitt nú undirvísing
upp á nakran sum helst máta. Tað vísir seg at slættari vøllurin er, betri er tað fyri okkum, tá so nógvir av okkara spæla á kunstgrasi vanligt, sigur Jógvan Martin Olsen. – Eg trúgvi ikki, at hinir verða [...] Ukreina sum vit møta leygardagin, telist sambært styrkilistanum hjá millum tíggju tey bestu londini í heiminum, sambært styrkilistanum hjá FIFA. Hvørjum kunnu vit rokna við? – Tað er ringt at siga. Vit møta [...] Ukreina, sum er eitt av teimum heilt góðu liðunum á verðinsplan. Tað er eitt lið, sum ikki hevur teir stóru útsvingningarnar og spæla næstan maskinfótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið lýsir Ukreina sum eitt
tað seg um at finna ein máta at vera saman uppá, sum er til at halda út, uttan at brúka peikifingurin, sigur Martin Kúrberg, sum ikki er í iva um, at hvat hansara kall í lívinum er. – Eg komi at arbeiða við [...] Keypmannahavn, tá eri eg bara Martin. At fáa fríheitina at kunna slappa av onkuntíð hevur nógv at siga fyri meg, sigur hann. Harumframt dámar honum sera væl at campera, sum eisini gevur honum frið. Hann og [...] Bláa Krossi, sum hevur givið honum drúgvar royndir í rúsviðgerðararbeiði. – Eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður Tað er ein ikki sørt rørdur Martin Kúrberg, sum triðja jóladag fær at vita, at hann nú kann
tað bara verða onkur í skúlanum, sum hevur áhuga og tímir at brúka alla hesa tíðina til at gera hetta arbeiðið? NEI! Tímar mugu sjálvandi til fyri at fáa eina góða skipan inni í skúlanum, sum kann lofta hesum [...] dagliga, at starvsfólkini ikki verða trýst so nógv, at tey einki hava at geva, samstundis sum eg eisini hugsi um, hvussu næmingarnir hava tað í gerandisdegnum! Rúmvíddin er nakað kommunurnar eiga at gera nakað [...] amboð fyri at læra næmingin, hvussu hann kann bera seg at fyri ikki at koma í hesa trongstøðuna og ikki gera flokkin bangnan, so at næmingar taka frástøðu frá honum Hvør skal taka sær tíð til at hjálpa hesum
– At vera erligur um, hvør mann er, hevur alt at siga fyri meg. Soleiðis sigur Fríði Djurhuus, sum er oddamaður í punkbólkinum Joe & the Shitboys. Og hann plagar ikki at leggja fingrarnar ímillum til [...] veganarar!« plagar hann at rópa, tá teir koma á pallin. – Tað er ótrúligt, hvussu lætt tað er at provokera fólk bara við at vera erligur um, hvør og hvussu mann er. At standa á einum palli og rópa, at mann er [...] »fokking bøssi« aftan á eina shitboys-konsert, har eg hevði sagt, at eg var biseksuellur. So eg haldi, at mann við vissu kann siga, at homofobiin hevur tað gott í Føroyum, sigur hann. Les langa samrøðu
Eitt er ikki at geva kredit. Men eitt annað er, tá onkur aktivt tekur kredit fyri tína rødd og sigur, at hon er teirra. Tað er júst sum, at onkur tekur ein part av tínum kroppi og sigur, at hann er teirra [...] ikki, hvat eg skal siga, fortelur Greta, sum higartil bara hevur ignorerað tað, men nú hevur hon valt at brúka sína rødd til at gera vart við trupulleikan og órættvísið. Trýst HER fyri at síggja hennara fráboðan [...] teirra. Tað kennist sum eitt álop á mín samleika og mítt grundarlag sum sangarinna, sigur Greta Svabo Bech í einari fráboðan á Facebook. – Tá fólk senda mær videobrot, hoyri eg mína rødd, men eg síggi onkran
høvuðsstaðnum, men fólk um alt landið, sum sita í dómsnevndunum. Vit royna eisini at tryggja, at tað ein javnvág í kynsumboðanini, so at tað ikki bara eru gamlir menn, sum taka hesar avgerðirnar um tilnevningar [...] tónleikarar, onnur eru kanska maki ella systkinabarn at onkrum, ið gevur út. Tá er tað, vit siga, at skeggið skal helst ikki sita ov tætt at høkuni, so at gegnið og habilitetur er í lagi. Ert tú virkin tónleikari [...] – FMA er eitt tiltak, sum varpar ljós á nakað av tí besta, sum undanfarna tónleikaár hevði at bjóða uppá. Soleiðis sigur Rólant Waag Dam um ársins FMA virðirslønir, sum verða lætnar í Norðurlandahúsinum
m, og hann gjørdi greitt, at nú fer føroyska heilsuverkið so smátt at lata upp aftur. Heilsumálaráðharrin segði, at føroyska heilsuverkið skuldi so smátt normaliserast, og at meira fokus skal nú setast [...] og vísti á, at útlendskir miðlar hava sýnt áhuga fyri føroyska arbeiðinum. Onkur kritikkur hevur veirð mótvegis myndugleikunum, og Kaj Leo Holm Johannesen nevndi, at hann hevði hoyrt, at summi høvdu ilskast [...] – Boðskapurin er, at vit eru á veg móti normaltilstandum, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Kaj Leo Holm Johannesen nýtti eisini høvið at rósa føroyska heilsuverkinum og innsatsinum at basa koronavirus yvirhøvur