– Tað tænir ongum endamáli at sløkkja ljósið í kvøld

Jacob Vestergaard og Bill Justinussen halda lítið um átakið "Earth Hour", sum verður í kvøld millum 20:30 og 21:30

Meðan summir av føroysku politikarunum siga seg fara at sløkkja ljósið í kvøld, tá Earth Hour verður, eru tað nakrir, ið eru púra erligir - teir hava ongar ætlanir um at sløkkja ljósið fyri at stuðla hesum altjóða átakinum.

– Eg gangi ikki so høgt upp í sovorðni populistisk rák. Hatta er bara okkurt, sum onkur hevur funnið uppá, og sum tey vilja hava øll at vera við uppá. Eg hoppi ikki upp á sovorðið, sigur tingmaður fyri Miðflokkin, Bill Justinussen, tá Sosialurin spyr hann um hetta. 

Fiskimálaráðharrin úr Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, heldur eisini lítið um Earth Hour.

– Nei, tað havi eg ikki tonkt uppá. Sita í myrkri, tá mann hevur ljós inni - hvat hevur man so ljós inni til? spyr hann.

– Vit skulu sjálvandi spara tað, vit kunnu. Men tað tænir ongum endamáli at sløkkja ljósið og sita í myrkri, tá man kann tendra ljósið. Tað snýr seg meira um ikki at lata óneyðugt ljós og óneyðugar radiatorar standa frá. Tað er í tí dagliga, at mann skal vera umhugsin, alt hitt er tvætl, sigur Jacob Vestergaard.

Altjóða átakið "Earth Hour" snýr seg um at sløkkja ljósið og spara streym í ein tíma fyri at senda eitt signal um, at man ynskir ein grønari heim. Tað verður millum klokkan 20:30 og 21:30.

Les eisini: Hesir politikararnir fara at sløkkja ljósið í kvøld