dag er okkum dýrabærast og skapar okkum framburð og búskaparligt, mentanarligt og sosialt jørðildi: Mál og mentan, skúla, fiskimark, undirgrund, heilsuverk og almannaverk, vegir og havnir, flogferðslu, luttøku [...] rættindi frá okkum sum tjóð og gjørt okkum til ein samrunnan part av Danmark. Men tíbetur - og ímóti øllum forsagnum - so valdi ein meiriluti loysing. Hóast politisku flokkarnir og danska stjórnin síðani runnu [...] sjálvstøðuga tjóð. Og hon er grundin undir, at tjóðskaparstríðið hevur hildið fram og fer at halda fram til vit røkka á mál. Og heldur enn at enda sum eitt annað Hetland, um vit høvdu valt at melda okkum
ð síðani sitandi stjóri, Sigurð Ó. Vang segði upp og fór í starv í Tórshavnar býráð. Men tað vóru bara seks umsøkjarar til starvið og Heilsumálaráðið sigur, at harafturat vóru tað ov fáir av umsøkjarunum [...] Landssjúkrahúsinum og beint undir landsstýrismanninum, hevur hann endaligu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu [...] sum verða sett til nýggja stjóran Tískil gjørdi setanarnarnevdin av at lýsa starvið leyst av nýggjum og tann umsóknarfreistin fór á miðdegi í dag. Turið Arge sigur, at nú hava níggu fólk afturat søkt starvið
Heilsumálaráðið í Gaza sigur, at 16 av tilsamans 35 sjúkrahúsum í Gaza kunnu ikki longur viðgera sjúklingar, tí sjúkrahúsunum vanta brennievni til streymgeneratorarnar. Tey 19 sjúkrahúsini, sum framvegis [...] framvegis eru virkin, kunnu bert veita ógvuliga avmarkaða tænastu, upplýsir ein talsmaður fyri heilsumálaráðið í Gaza í dag. Fyri umleið einari viku síðan boðaði Heimsheilsustovnurin WHO frá, at tólv sjúkrahús [...] Ísrael hevur syrgt fyri hesar seinastu vikurnar, ger, at her er einki brennievni til at halda orkuverk og streymgeneratorar koyrandi. - Tað er ein desperatur tørvur á brennievni til lívbjargandi útgerð, upplýsti
pall saman við sínum orkestri, har ymisk løg vórðu framførd við Jógvani og hann saman við Pætur og Tóru við Keldu og Steinvør Fonn og eisini onkur løg saman við 17 Sangarum. Eftir at Jógvan var liðugur [...] Pálsdóttir og mentanarfulltrúin Linda Udengård vístu teimum partar av býnum. Kórið sang síðani á einum nýggjum eldraheimi og eftir tað vitjaðu tey býarbókasavnið, nattúrugripasavnið og seinast [...] Sigfúsi Halldórssyni, sum hevði fylt 90 ár í ár, og sum er heiðursborgari í vinarbýnum hjá Klaksvík, Kópavogi. Pætur hevði klaverfylgisspælið og saman við dugnaligum íslendskum orkestri til flestu
hósdagin við flogvøllin í Kabul komið upp á 170, og soleiðis er talið av deyðum vaksið, sum tímar og dagar eru gingnir. Ein tænastumaður innan afganska heilsumálaráðið sigur við tíðindastovuna CBS News, at í minsta [...] fleiri amerikanskar hermenn, harav 13 lótu lív - og í minsta lagi 18 amerikanskir hermenn hava fingið løstir. Útlendskir miðlar skriva, at í dag - fríggjadagin og longu dagin eftir herviliga álopið - eru fleiri
eiga og uppala børn í bestu umhvørvum og skúlum, skapa og elska, útbúgva seg, granska, seta í verk nýggjar hugsanir og vinnumøguleikar, eldast og hava góðar tænastur og trivnað, verja náttúru og umhvørvi [...] útbúgvingar- og granskingaravtalum. Grøna orkuskiftið og veðurlagspolitikkurin. Styttingin av arbeiðsvikuni. Og ikki minst: Mál og mentanar- og listapolitikkurin. Vit mugu gera íløgur og skipanir til tess at [...] føroyskum politikki og val varð útskrivað. Stór mál lógu støðugt óloyst – og fólk kunnu sjálvi greiða frá, viga og hugsa um, hvussu tað gekk og stóð til tá. Nú er hálvt annað ár farið. Og hvussu sær út? Ja
tónleikarar og bólkar hava gjørt minniligan og sera góðan tónleik, eitt nú Byrta og Døgg. Nógvir nýggir sjónleikir eru skaptir og framførdir, eitt nú á Tjóðpalli Føroya og Sangur í Mjørka. Eisini okkara í [...] rættvísi og javnrættindum í heimlandinum, fyri hansara tolna og fyrigevandi lyndið og fyri hansara serstakliga góðu evni at geva íblástur og at leiða. Tíverri hevur árið eisini verið merkt av ófriði og ójavna [...] Bæði uttanlands og í Føroyum. Tá ræður um serstakar hendingar í Føroyum, so standa okkara mentanar- og ítróttarfólk fyri fleiri jaligum stórhendingum. Ein røð av nýggjum sangum eru skaptir, og nýggir tónleikarar
ndi og órættvísi,gera seg inn á rættindi og múlabinda verjar, og umbroyta heimsfevnda stjórn við at hugsa nýtt og ganga undan. Vit kunnu og mugu fáa í lag djarva og framskygda leiðslu, stovnar og skipanir [...] ”universell” og eisini guldu fyri fólk undir hjálandaveldi og herseting. Kvinnuumboð úr India, Brasil og Dominikanska lýðveldinum tryggjaðu, at javnrættindi hjá monnum og kvinnum vórðu staðfest. Og tá ið hon [...] egna umbroytandi lív og fór at slóða fyri átøkum ímóti hjálandaveldi um allan heim og geva íblástur til mannarættindaskipanir á økisstigi í Evropa, Norður-, Suður- og Miðamerika og Afrika. Burtur úr hugsjónunum
sigur Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Heilsutrygd skal hava nýggjan stjóra aftaná at Jan Danielsen, fyrrverandi stjóri, og Heilsumálaráðið í november samdust um eina fráfaringaravtalu [...] eina dagfesting á nær nýggi stjórin skal byrja í starvinum, men vit eru farin undir eina tilgongd, og vóna at seta viðkomandi áðrenn summarferiuna, sigur Turid Arge.
eitt ár síðani Ísrael varð álopið av hernaðarliga islamistiska bólkinum Hamas, og eftir hetta byrjaði kríggið í Gaza, og drúgva ósemjan kyknaði harðliga upp aftur. Umleið 1.200 doyðu, tá Hamas leyp á Ísrael [...] í minsta lagi 41.825 fólk dripin, upplýsir heilsumálaráðið í økinum, sum Hamas ræður á. Ísraelski herurin hevur enntá framt álop í Libanon í nátt. Libanon og Ísrael hava næstan dagliga skotið um markið [...] Í minsta lagi 24 eru deyð og 93 særd eftir loftálop á eina mosku nærhendis al-Aqsa sjúkrahúsinum í Deir al Balah í miðskeiðis í Gazageiranum. Tað boðaði fjølmiðlaskrivstovan, sum Hamas hevur eftirlit við