16 sjúkrahús í Gaza kunnu ikki viðgera sjúklingar

- Tað er ein desperatur tørvur á brennievni til lívbjargandi útgerð í Gaza, sigur neyðhjálparskrivstovan hjá ST í dag.

Heilsumálaráðið í Gaza sigur, at 16 av tilsamans 35 sjúkrahúsum í Gaza kunnu ikki longur viðgera sjúklingar, tí sjúkrahúsunum vanta brennievni til streymgeneratorarnar.

 

Tey 19 sjúkrahúsini, sum framvegis eru virkin, kunnu bert veita ógvuliga avmarkaða tænastu, upplýsir ein talsmaður fyri heilsumálaráðið í Gaza í dag.

 

Fyri umleið einari viku síðan boðaði Heimsheilsustovnurin WHO frá, at tólv sjúkrahús í Gaza lógu lamin.

 

Stongsulin av Gaza, sum Ísrael hevur syrgt fyri hesar seinastu vikurnar, ger, at her er einki brennievni til at halda orkuverk og streymgeneratorar koyrandi.

 

- Tað er ein desperatur tørvur á brennievni til lívbjargandi útgerð, upplýsti neyðhjálparskrivstovan hjá ST, OCHA, í dag.

 

Ísrael vil ikki loyva veitingum við brennievni til Gazageiran og grundgevur hetta við, at brennievni kann verða brúkt til hernaðarlig endamál.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í dag.