Tað eru 15 fólk, sum bjóða seg fram at verða stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Søkt varð eftir stjóra til Landssjúkrahúsið síðani sitandi stjóri, Sigurð Ó. Vang segði upp og fór í starv í Tórshavnar býráð.
Men tað vóru bara seks umsøkjarar til starvið og Heilsumálaráðið sigur, at harafturat vóru tað ov fáir av umsøkjarunum, sum luku førleikakrøvini, sum verða sett til nýggja stjóran
Tískil gjørdi setanarnarnevdin av at lýsa starvið leyst av nýggjum og tann umsóknarfreistin fór á miðdegi í dag.
Turið Arge sigur, at nú hava níggu fólk afturat søkt starvið, so nú hava tey tilsamans 15 umsøkjarar at velja ímillum.
Hon sigur, at nú verður starvið neyvan lýst leyst aftur, men nú fer setanarnevndin undir tilgongdina at gjøgnumganga tær og at gera av, hvør skal boðsendast til setanarsamrøðu.
Vit miðja eftir at hava eitt tilmæli um hvør skal vera nýggjur stjóri, klárt til landssýrismannin einaferð í næsta mánað, sigur aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Hon sigur, at allar umsóknirnar eru í Føroyum.
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og beint undir landsstýrismanninum, hevur hann endaligu ábyrgdina av virkseminum á stovninum.
Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu. Tað fevnir eisini um Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, umframt nógvum virksemi kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkraflutningstænastu.