Tað hevur verið eitt sindur øðrvísi ár enn undanfarnu ár, tí eg havi verið nógv burtur í árinum sum fylgjari í samband við sjúku, men eg havi fingið góða hjálp við grøðini, sum eg eri takksamur fyri, sigur [...] Teir tríggir bøndurnir, sum gera mest við vinnuliga velting á Sandi, eru Ottar Hentze, sum saman við Jónhild rekur Uttastovugarðin, Jóannes Johannessen, sum rekur Miðstovugarðin og Poul Klementsen, sum [...] á Sandi í nógv ár og Joen Peter Petersen, kokkur úr Skálavík, og keyptu sær av grøðini. Báðir vóru teir samdir um, at tað er fantastiskt og ómakaleyst at fáa fríska og nýupptikna grøði ein slíkan dag, og
børn, tveir dreingir, sum eru 16 og 25 ár og eina gentu, sum er 20. - Eg havi góða hjálp í familjuni og millum vinir, og eg havi góð fjall-og flettingarfólk, og hetta kemur sera væl við - ikki minst, nú [...] hagunum eru einbýtishagar, er 380. Í triðja haganum, sum var hin fyrsti, ið Hans Kristian keypti, eru teir tveir, har hin bóndin er Dan Olsen. Vit fara at venda aftur til hagarnar seinni í hesi greinini. [...] hvussu støðan var, og flestu í mínari støðu høvdu langt síðan havt kastað hetta frá sær aftur. Men, eg havi tikið hetta á meg, og eg skal hava hetta upp at koyra. Hans Kristian sigur, at nú er meginparturin
- Eg plagi ofta at hugsa, at eg skilji ikki, at eg ikki havi hildið fram við tí arbeiðinum allatíðina. Sjálvandi hava onnur arbeiði, sum eg havi havt, eisini verið góð, men eg føli, at hetta er tað rætta [...] tvær í einum toymi, oftast gera vit frikadellur í tveir dagar, og síðani koma tvær aðrar næstuferð. Teir dagar eingin fiskur er, verður fiskurin, sum tey hava framleitt ígjøgnum vikuna, pakkaður. Ofta verða [...] nýggja maskinu til frikadellurnar, tí er framleiðslan blivin lættari, og meira kann framleiðast. - Teir dagar, alt gongur væl, hevði man havt hug at hava ein stól har inni. Aðrar dagar er verri, tí onkuntíð
til alt, so leingi teir ikki bróta lógina. “Og hvat vilja teir við øllum hasum pengunum?” spyr hann og vísir á, at tað eru ikki sosialistarnir, sum hótta marknaðarbúskapin, men teir spekulantar, sum í [...] óndskapi, men eisini teimum populistum, sum oyðileggja frælsið innanífrá. Teir eru t.d. Trump, Netanyahu, Orban, Farage – og so teir “hentu idiotar”, sum stuðla teimum. Hann húðflettir mentanarleysu kapi [...] tað sum grundarlag undir onkrum av tí, hann sjálvur sigur. Ávøkstur av besta slag. Bertel Haarder havi eg kent í nógv ár. Bæði sum ein sera góðan og hjálpsaman starvsfelaga á Fólkatingi, og gjøgnum bæði
runa. Tað eru feðgarnir, Óli á Deild Olsen og Gleb Olsen, sum hava ment Beatnickel, eina app, sum teir vóna, at føroyski tónleikaheimurin fer at taka til sín. Netverk fyri tónleikarar og bólkar Við Beatnickel [...] kunnu tónleikarar lættliga finna nýggjar bólkar at spæla við, og bólkar kunnu finna tónleikarar, sum teir mangla til bólkin. Nýggja funktiónin Smart Match finnur sjálv tónleikarar og bólkar, sum passa saman [...] hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í fleiri áratíggju. Sitat – Gleb Olsen ”Sum mennari havi eg havt ynski um at byggja eina platform, har tøkni veruliga stuðlar felagsskapi. Beatnickel er bert
árinum 1996 og tað sama blivu 674 aðrir javnaldrar. Eg havi møtt fleiri av mínum javnaldrum í fólkaskúlanum, á eftirskúla og í miðnámsskúlanum. Eisini havi eg verið samlaður við rættiliga nógvum í mínum árgangi [...] árgangi á barna- og ungdómslegum bæði í Nesvík og á Zarepta. Umframt hetta havi eg gjørt ymiskan ítrótt saman við mínum javnaldrum og soleiðis kundi eg blivið við. Tað er ordiliga stuttligt at møta mínum [...] hvussu teirra lív hevur útfolda seg. Summir javnaldrar stinga seg eisini upp í tíðindaflutninginum, har teir bera sínar meiningar fram ella vísa síni evni fram í ymiskum samanhangum. Tað er fasinerandi at síggja
og gleið. - Eg havi slitið tvær spengur í høgru øksl, og tað ber ikki til at seyma tær saman aftur, tí tær eru, sum tey rópa tað, sprongdar. Hetta ger, at eg fái ikki armin upp, og tí havi eg heldur ikki [...] gjørdar á bóndagarðinum. - Synirnir hava alla tíðina havt góðan hug til garðin, og tað hava teir framvegis, men teir hava ikki hug at festa. Tað skilja vit væl, tí ein garður krevur, at øll familjan er við [...] hjálp frá familju, vinum og kenningum. Konan, Óluva, sigur seg minnast, at ein av stóru útreiðslunum teir fyrstu mánaðirnar vóru blæðurnar til tvíburðarnar, Jan og Hálvdan. Regin leggur aftrat, at tað tók
sum pensjonistar, tí teir hava færri frítíðarítriv, konur kunnu sita og binda, men menninir leggja seg á sofuna. Serliga í fyrstu tíðina, hava teir trupult við at skilja, at teir ikki skulu til arbeiðis [...] skulu flættast saman, og tað halda hini norðurlendsku feløgini eisini, tí hetta er hvør sítt mál, eg havi einki ímóti at suðringar fáa tunnil, men at skal skal ikki flættast saman. At pensjónsaldurin skal
ikki henda veruleika og hava aldri gjørt tað, hvussu nógv skriviborðsálit og tankaspøl við orðum, teir og tær leggja í skuffurnar við 99 pappírum í hvørjari skuffu, í besta føri at brúka til skáltalur [...] mentanin ger krav uppá sítt. Kanska eigur heystið at byrja við tí, payback time. Hvørt heyst. Tað havi eg hug at siga nakað um, nú hann heystar og eg enn ikki síggi nakran mentapolitikara gera annað enn
fantastiskt? Eg kann fara út úr skrivstovuni uttan at læsa hurðina. Tað hevði ongantíð gingið har, eg havi arbeitt fyrr, sigur Peter Freere, nýggjur dekanur á Náttúruvísindadeildini, tá hann fer út á gongina [...] Náttúruvísindadeildini og Fróðskaparsetrinum sum heild. - Setrið er nógv minni enn universitetini, ið eg havi arbeitt á fyrr. Tað er eitt ungt universitet, sum enn er í menning, og tað er spennandi at vera ein [...] Tey skulu bert hava møguleikan fyri at gera tað, og tað er upp til mín at skipa fyri tí og skapa teir møguleikarnar, sigur hann. Peter Freere hevur sett sær fyri, at allir undirvísarar á deildini skulu