serliga um føroyska ungdómin og tey, sum vilja seta búgv, men ikki fáa sett búgv. Tann føroyski ungdómurin býr lukkutíð ikki enn í kirkjugarðinum, í blikkskúrum ella í flóttafólkalegum. Tey hava [...] at veita verkafólki og fólki við lág- og miðalinntøkum egnan bústað. Húsalánsgrunnurin hevði til endamáls, at føroyingar - fólk við lág- og miðalinntøkum - kundu seta føtur undir egið borð [...] blikkskúri. Ein óvirðilig støða at koma í. Tey í flóttafólkalegum hava aðrar fortreytir, tí tey eru aloftast flýdd frá einum vanligum húsum og mugu sláa seg til tols við ein fyribils bústað, sum
vikuskiftið fara at hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin síðan fast samband kom um Sundalagið. Fasta sambandið kom, tá brúgvin um Streymin lat upp fyri almennari ferðslu tann 30. oktober í 1973. [...] gin tann týdning, at kommunurnar í Sundalagnum fóru undir skúlasamstarv um framhaldsskúla og realskúla, sum tá var. Hetta samstarv kom í lag meðan brúgvin stóð í gerð, og fyrstu tíðina komu [...] uttaná norðanfyri, og viðlíkahald økist so hvørt sum brúgvin eldist. Annars er brúgvin tann sama og hevur tann sama týdningin. Hon er ikki ein fløskuhálsur, als ikki. Um vikuskiftið verða nógv tiltøk
langur, tók kanska 10 minuttir at renna. – Men tað regnaði ofta hetta heystið, og tá ráddi um at finna tann turrasta vegin. Tí gjørdi hann so, at tá ið tað var vesturætt – og tað var tað sum oftast – so [...] Kjartan Mohr, hjá Poul Müller, hjá Isfeldt, hjá Vágsheyg, Men yvir um brúnna við Rættará var ongantíð le. Ein dagin – tað var heldur keðiligt veður – Jens kom sníkjandi við ferð eftir Niðara vegi. Hann [...] og við. Jens steðgaði á, men helt at best var at sleppa sær burt frá hesum dummu hundunum. Hann kom alreyður oman til Carlo, ætlaði bara at renna víðari, men Carlo sá hann, hugdi upp, og spurdi: – Hovsa
Eg fekk so nakrar næmingar í studentaskúlanum at skriva serritgerðir um hetta hugskot, og tann sum Gunnar Djurhuus, Eirikur Lindenskov og Jákup Símun Simonsen skrivaðu um Sandoyartunnilin [...] broytast. Men tað var so eiðasørt at nakar kvaklaðist við, so eg gjørdi av at seta uppskotið fram alment. Bróðir mín Hanus Vang, sum hevði arbeitt hjá landsverki, og var kønur innan vegagerð, teknaði [...] so skal støða takast til, hvør er á skeivari síðu av eldinum og ikki fær høvi at bera boð í bý. Tann, sum hevur skipanina um hendi, veit frammanundan, at hann skal taka ta tungu avgerðina. Tað hevur
møguleiki, um Evropa ikki megnar at framleiða tey vápn, teimum tørvar – hava vit sera stutta tíð at útgera okkum ímóti russiska áganginum,« skrivaði hon. Noreg skal hava 4.600 eyka herskyldug um [...] Østhagen. Sigur Putins Ísfríu firðirnir á Kolahálvoynni eru heimstað hjá russiska norðurflotanum, tann størsti hjá Russlandi. Har eru teir nýggju, kjarnorkuriknu kavbátarnir, sum eru sjálv kjarnan [...] Vardø nær við markið til Russlands virkar í tøttum norskum-amerikonskum samstarvi. Lurtikaðalar á havbotninum peila alt samdøgrið eftir russiskum kavbátum, meðan vesturlendsk njósnar
um almennu fólkakirkjuna, sum er á fíggjarlógini og virkar undir almennum lógar- og regluverki, og partvíst røkir uppgávur, sum ongin annar røkir. Eg havi ongantíð skilt, hvussu alment [...] alment settir prestar kundu partvíst frítakast frá almenna lógar- og regluverkinum. Eg dugi ikki at síggja mun á kallinum hjá alment settum prestum og mínum kalli sum menniskja og borgara. Eg [...] sjálvandi í flest øllum bólkum. Fyri mær er tað eitt sindur sum at vera í einari boblu ella einum tíðarlumma, ið kann tykjast lukka seg um seg sjálva. Eg havi eina týðiliga kenslu av ósemju ímillum
fólk eru deyð í krígnum millum partarnar. Tað upplýsir varastjórin hjá rørsluni í Gazageiranum, Khalil al-Hayya, sambært tíðindastovuni Reuters í nátt í almennum boðum. Rørslan, hvørs efstu leiðarar halda [...] hjá Hamas. Gíslarnir vórðu førdir til Gazageiran sum liður í álopinum hjá Hamas á Ísrael, sum var tann 7. oktober. Sambært ísraelskum tølum doyðu fleiri enn 1.100 fólk í álopinum. Mótálopini í Gazageiranum [...] er millum annað gjørt fyri at gera tað lættari at fáa humanitera neyðhjálp til økið, sum í longri tíð hevur verið hótt av hungursneyð sambært altjóða neyðhjálparfelagsskapum. Gazageirin er millum Miðalhavið
Lesivanakanning 2017/18 staðfesti eisini, at føroysk børn lesa minni enn aðrastaðni (Rasmussen et al, s. 100), og hetta bendir eisini á, at støðan er verri í Føroyum. Fólk kunnu hava avbjóðingar við at [...] tilboðum og tænastum verður, ella hvørt tilboð og tænastur yvirhøvur rigga sum ætlað, tá um ræður tann bólkin av fólki. Lógartryggjað atkoma Etiska ráðið hevur fyrr víst á í hoyringsskrivi til Uppskot [...] innanfyri eitt ávíst áramál, mugu heimasíður liva upp til hesi krøvini. Talgildi heimurin hevur í langa tíð spælt so stóran leikluti í lívinum hjá fólki, at atkoma á teimum pallunum átti at verið tryggjað fyri
seinmodernað. Framleiðslusamfelagið verður eitt tænastusamfelag. Materialistiska samfelagið verður postmaterialistiskt. Ynskið um vøkstur verður avloyst av einum ynski um javnvág - bæði [...] Tað gongur ikki at ávísar vinnugreinar yvirtrumfa restina av lokalsamfelagnum viðvíkjandi rúmnýtslu. Negativir eksternalitetir eru ein stórur trupulleiki Tá fysiska samfelagið verður útbygt [...] Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um staðsetingina av nýggjari Argja kirkju við Sandá. Undirskriftainnsavning hevur verið at mótmæla byggingini. Mótmælisbólkur er á Facebook við
Mærsk-skipið, sum í gjár varð rakt av eini rakett í Bab al-Mandeb-sundinum, var fyri eini álopsroynd í morgun, tá houthiarar í fýra smærri bátum royndu at sleppa umborð á skipið. Tað upplýsir hernaðarliga [...] aðalleiðslan hjá USA, Centcom, sambært tíðindastovuni Reuters. Centcom fekk í morgun klokkan 06.30 lokala tíð eitt neyðarkall frá manningini á bingjuskipinum "Maersk Hangzhou". Manningin umborð á smáu bátunum [...] amerikanska herunum svaraðu skotunum og søktu tríggjar av teimum fýra smáu bátunum og drupu manningina. Tann fjórði báturin megnaði at flýggja úr økinum, skrivar Reuters. Fyri at meta um trygdarstøðuna í økinum