arran at tosa um hernaðarstuðul til Ukraina. Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til [...] og einum óvikandi trúskapi móti landi sínum, skrivaði Zelenskyj á X. Hann legði afturat, at Ukraina altíð fer at minnast stuðulin og samhaldsfestið hjá Haraldi kongi við ukrainska fólkið undir russiska [...] landið stendur framman fyri einum krevjandi vetri, sigur Jonas Gahr Støre. Hann sigur, at teir millum annað fara at umrøða, hvussu norskur hernaðarligur og sivilur stuðul best kann svara tørvinum hjá Ukraina
Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndu [...] samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella nakar annar hevur fingið loyvi at kanna tað. Men verður sporið ikki varðveitt, hevur ein dómari heldur einki at geva løgregluni loyvi at kanna. Vit skulu verja
hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir bert at gera dagin óhugnaligan men onkustaðni undir øskuni andar ein lítil neisti ein vón um at vápnini tagna at markið aftur bert [...] sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan vegg mamman troystar barnið sigur at alt verður [...] pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir
mbond siga, at álitið á hann er burtur. Her er gongdin í málinum: 28. juli: FIFA kunnger ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum [...] ov stóra ósemju. UEFA fegnast um avgerðina, men sigur, at álitið á FIFA er burtur. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti. 3. august: Fótbóltssambondini [...] Stuðla tey henni, eru útlit til fleiri pengar frá FIFA. 30. juli: UEFA boðar frá, at sambandið er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf tekur undir við atfinningunum, men hóttir ikki
Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu fór at henda. Vit hava lag dent á at vera inkluderandi og havt eina lága gátt. Í summar hava fólk frá 14 ára gomlu Emblu Rán til 76 ára [...] koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend listafólk hava ikki bara
øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalaveiðiskipini. Watson ákærir íslendsku sjóverjuna fyri at hava latið hvalav [...] avgjørdu tí at sigla inn um íslendska 12 fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært [...] vísir aftur, at skipið ikki hevði røttu pappírini. Hann sigur, at Bandero nýliga varð skrásett bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu kannað skipið og mett tað vera sjóført, áðrenn
sigurin er so søtliga uppiborin. KÍ varð roknað at vera favorittur, men tað var Víkingur, sum – burtursæð frá fyrstu smáu tíggju minuttunum – var omaná. Víkingarnir arbeiddu væl og nógv, og tað bar støður [...] bóltin upp í nettakið, meðan teir myrkabláu hugdu at. KÍ megnaði ikki at svara aftur, og so var tað sjey minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, at miðvallarin og gøtumaðurin Aron Jarnskor smekkaði [...] hyggja at. Tað luktar av liði, sum hevur vunnið nógv, og sum nú stendur fyri falli. KÍ hevur møguleikan at reisa seg í landskappingini. Um tað skal eydnast, so skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi í
barnatiltakið er á stóra pallinum frá kl. 15.00 til 17.00. Tað er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum kemur m.a. Trølla Patur og trølla omman at framføra. Felags sunnudagsskúli er fyri børnini [...] Danny and Vetoos fara at framføra. Pallstjórur verður Bjørn H. Bech. Magnus Dahl setir Ljósfestina 2026 Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og [...] góð. Hann avdúkar, at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum aftur í ár. Somuleiðis er hann spentur uppá allar dagarnar og fegnast um, at Nýggjársnevndin fer at skjóta fýrverk á midnátt
Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur, segði Ursula von der Leyen. Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi meginreglur í altjóðarætti [...] stendur framvegis fast undir ógvuliga stórum trýsti. Vit fara at standa saman við tykkum. Mette Frederiksen legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði ES og Nato. – Vit eru takksom [...] takksom fyri stuðulin, sum vit hava fingið frá okkara samstarvsfeløgum. Tað er týdningarmikið, at vit nú fáa eitt sterkari samstarv millum ES og Grønland, segði hon. Samstarvið skal sambært donsku forsæ
vera haturstala. Men, er tað haturstala at ávara um avleiðingarnar av synd okkara? – Er tað haturstala at ávara um, at um vit velja at liva eftir lystum okkara, eru vit í vanda fyri, at dómur Guds fellur á [...] sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott.” Men aftan á syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum. Umvendingarbann ”Eitt annað mál er eisini átrokandi, og tað er bann av [...] Ey.) Eg veit væl, at her verður serliga hugsað um samkynd. Men eg ivist onga løtu í, at henda forðan fyri umvending eisini sum frá líður er ætlað í øðrum viðurskiftum, sum Bíblian umtalar. Men er tað ikki