vita seinnapartin í dag at siga, at fleiri fólk eru deyð í einari arbeiðsvanlukku í Svøríki. Talan er um eina lyftivanlukku á einum byggiplássi í Sundbyberg. Sundbyberg kommuna er hin minsta í ferkilometrum [...] ferkilometrum í Svøríki, og hon liggur í Stokkhólm-økinum. Svensku miðlarnir skriva, at lyftan datt umleið 20 metrar, áðrenn hon rakti vøllin. Sagt verður, at í minsta lagi fýra fólk vóru í lyftini, tá vanlukkan [...] skilst, fór hendingin fram fyrrapartin í morgun, men tað var ikki fyrr enn seinnapartin, at miðlarnir vistu at siga, at fleiri høvdu latið lív í vanlukkuni.
kompositión, eins og hon arbeiðir tvørtur um listagreinar. Til konsertina á Skála fer hon at veva eitt ljóðteppi av elektroniskum ljóðum blandað við økisupptøkum. Strandingurin Dávur Poulsen, ið er maðurin handan [...] Til konsertina fer Playmo at framføra eitt sveimandi dub techno sett. Gevið gætur, at konsertin verður filmað, og áskoðarar verða bidnir um at lata seg í heit klæðir, tí høllin er ikki upphitað. Skrá: 19:30 [...] útgávuna “Vit byrjaðu at spæla tónleik saman fyri níggju árum síðan og spældu saman live í nøkur ár, áðrenn vit gjørdu av at byrja at skriva saman. Ein av kjarnuspurningunum, vit hava roynt at svarað heilt frá
sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 196 og eini nettoflyting á 349 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið [...] enn nettoflytingin er minkað. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet størri enn í undanfarna tíðarskeiði. ##med3## Lítil minking í flytingunum Trendarnir vísa, at ein lítil minking [...] vøkstur á 1%, sum er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði. ##med2## Fólkatalið veksur framvegis við lítlu ferðini, vit hava sæð í ár og í fjør. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum
vísa, at LGBT+ persónar eru í serligum vandabólki fyri at hava og fáa vánaliga sálarheilsu, og at tey eru fyri happing í nógv størri mun enn aðrir bólkar í samfelagnum. Tí er stórur tørvur á at hava ein [...] Harafturat vísti Sirið á týdningin at arbeiða við tolsemi, dannilsi og rúmsátt í okkara samfelag, og at hon, eins og hon segði til bæði FIMFF og Faroe Pride 2023, framhaldandi fer at raðfesta hesi mál í sínum arbeiði [...] ein vælvirkandi felagsskap, eitt stað at hittast, og at tað samstundis verður røkt fyri, at samfelagið rúmar okkum øllum, vísti samskiparin hjá LGBT+ Føroyum á. Sirið Stenberg luttekur í norðurlendskum
nan nevndi m.a. at í mun til shipping, so er neyðugt við altjóða loysnum til ein altjóða trupulleika. Eisini segði hon, at lond hava ymsar avbjóðingar, og hesi ítøkiligu atlit eiga at verða partur av krøvum [...] um var, at altjóða handilsflotin hevur tvær stórar avbjóðingar. Onnur er umlegging til burðardyggar loysnir, sum kunnu viðvirka til eitt netto null útlát í 2050, og hin er at manna skipini. At manna skipiini [...] fyri Handilsskip, sum umboðar handilsskip í Føroyum, hevur sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í at røkka altjóða krøvunum, um at minka um heimsútlátið. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Føroyski
fyri at fáa fult orkuískoyti at vera tvær arbeiðaralønir, skrivar Samtak, sum eisini heldur, at orkuískoytið eigur eisini at lækka so líðandi heldur enn í einum, soleiðis at tað altíð loysir seg at forvinna [...] tí inniliga á løgtingið um at taka um endan og at broyta skipanina við orkuískoytinum soleiðis, at hon longu kemur í gildi í desember í ár – við kr. 5000 útgjaldi í einum, og at skipanin komandi árini verður [...] um árið. – Eisini mæla vit til at hækka inntøkumørkini soleiðis, at er talan um stakan persón ella uppihaldara er inntøkumarkið fyri fullum orkuískoyti ein arbeiðaraløn. Er talan um tveir ella fleiri vaksnar
Hanne Marit er dóttir Marit Mordal og Hans Iversen úr Kvívík. Hon hevur rættiliga gjørt vart við seg, hóast hon enn er lesandi á masterlinjuni á Norsk Musikkhøgskole í Oslo. Hon hevur verið solistur í [...] ið børnini og hon sjálv spældu og sungu úr heima við hús. Johann Sebastian skrivaði eisini í bókina, umframt at børnini, ið øll vóru sera gávaði, hava krutlað smærri løg niður. Greitt er, at fleiri av børnum [...] innan konsertina. Avmarkað pláss er í kirkjuni, so fólk verða biðin um at koma í góðari tíð. Kl. 19.00, ein hálvan tíma innan sjálva konsertina kl. 19.30, byrjar Aldubáran at spæla stillisligan tónleik hjá
var heldur ikki væntað, at stigaleysa Ternan fór at skaka Drátt í gjár. Dráttur legði seg framum 13-3 í fyrsta setti, og so var bara spurningur um hvussu stórur, sigurin fór at verða. Soleiðis sá eisini [...] hjá Drátti kendi seg so kroystan, at hann bað um leikbrá. Hetta hjálpti, og Henrikka Jacobsen smassjaði fyrsta bóltin í gólvið til 23-21, áðrenn hon sjálv fór aftur at serva – og so vann Dráttur 25-21. [...] ongantíð í settið aftur, og Dráttur vann 25-14 uttan himpr. Mikudagin fáa vit endiliga at síggja, um nakar er mentur at skala Drátt, tá formsterku grannarnir úr Sørvági koma á vitjan á Giljanesi. Mjølnir
Hendan skipan er sera óhóskandi og trupul at umsita. Hon ger eisini, at miðlarnir ikki kunnu rokna við stuðlinum sum fíggjarligt grundarlag undir rakstrinum av feløgunum. Vit mæla staðiliga til, at skipan við [...] rakstur av bløðunum, og at ein minni upphædd verður latin øðrum miðlum. Upphæddin verður javnað á hvørjum ári. Hetta er fyri at tryggja, at vit í framtíðini hava grundarlag fyri at geva út føroysk bløð í [...] eisini at viðgera miðlastuðulin í sama álvara. Eins og kringvarpsgjaldið, so hevur miðlastuðulin staðið í stað síðani 2017. Tí fegnast vit um, at landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum ætlar at hækka stuðulin
a – eisini nú á jólum. Hon heldur, at vit mugu hava fleiri almennar skipanir, sum lofta hesum - alt árið. - Tó er tað gleðiligt at síggja, at tað eru alsamt fleiri, sum royna at hjálpa teimum, ið hava [...] tær hava verið. Men tað er altíð gott at geva og fáa jólagávur. Sjálv dámar mær væl gávur, sum stuðla føroyskari framleiðslu ella mentanarupplivingum onkunsvegna. Hon sigur, at hon hevur ikki keypt allar [...] dámar sera væl hesa tíðina. Tað er so hugnaligt við øllum ljósunum heima við hús og í býnum hesa myrku tíð. Mær dámar væl at taka tað róligt í desember og at taka mær tíð til at seta meg niður við einum heitum