Atgongumerki.fo her / Facebook event her / Grafikkur til tiltakið her
Pressumyndir her / All At Once húsi her / Stroyma All At Once her
Fríggjadagin 22. desember 2023 verður høllin uppi yvir El-Service við havnalagið á Skála karmur um eina serstaka útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA. Bólkurin er samstundis í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum. Umframt ORKA spæla Anna Katrin Ø. Egilstrøð av Eiði og Playmo av Strondum.
Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen frá Innan Glyvur hava seinastu níggju árini myndað ORKA. Tey góvu í heyst út heildarútgávuna “All At Once”. Tey eru nú í holt við at skipa fyri seinastu føroysku konsertini á hesum sinni og hava funnið teir perfektu karmarnar í stóru, ráu høllini á loftinum hjá El-Service á Skála t. 22. desember 2023 kl. 20.
Í einum fjósi í grannabygdini Innan Glyvur byrjaði ORKA verkætlanin við eini konsert gamlaárskvøld í 2005. Síðan tá hevur ORKA túrað um allan heim, latið frá sær átta útgávur og er tvær ferðir tilnevnd Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.
##med2##
Kirstin Helgadóttir gjørdi húsan
Ein av kjarnuspurningunum Francine og Jens settu sær, tá tey byrjaðu at skriva tónleik saman, var “Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?” Gjøgnum árini hava tey ment sín egna, unikka máta at arrangera og spæla sín sermerkta tónleik; og tey halda seg nú hava funnið svarið. Tá tey spæla live, spæla tey alt, sum áhoyrarin hoyrir á staðnum, og tað ger teirra framførslur intensar. Har er nógv upp á spæl, tá tey spæla saman, og tey eru ógvuliga bundin at hvørøðrum tónleikaliga.
Áðrenn ORKA framføra Anna Katrin Ø. Egilstrøð og Playmo. Anna Katrin Ø. Egilstrøð, ið er av Eiði, arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, eins og hon arbeiðir tvørtur um listagreinar. Til konsertina á Skála fer hon at veva eitt ljóðteppi av elektroniskum ljóðum blandað við økisupptøkum. Strandingurin Dávur Poulsen, ið er maðurin handan Playmo, hevur seinastu árini tikið seg fram á altjóða elektroniska pallinum og hevur givið út á plátufeløgum sum Planet Rhythm og T Sessions, og løg hansara eru blivin spæld av viðurkendum diskarum s.s. Richie Hawtin og Rødhåd. Til konsertina fer Playmo at framføra eitt sveimandi dub techno sett.
Gevið gætur, at konsertin verður filmað, og áskoðarar verða bidnir um at lata seg í heit klæðir, tí høllin er ikki upphitað.
Skrá:
19:30 Hurðar
20:00 Playmo (Strendur)
20:30 Anna Katrin Ø. Egilstrøð (Eiði)
21:00 ORKA (Innan Glyvur/London)
ORKA fortelur um útgávuna
“Vit byrjaðu at spæla tónleik saman fyri níggju árum síðan og spældu saman live í nøkur ár, áðrenn vit gjørdu av at byrja at skriva saman. Ein av kjarnuspurningunum, vit hava roynt at svarað heilt frá byrjan, er: “Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?” Frá byrjan hava vit grundað á henda spurning, og hava gjøgnum árini ment ein máta at arrangera og spæla elektroniskan tónleik, ið kennist týðandi og gevur okkum meining. Tá ið vit spæla live, spæla vit alt, sum áhoyrarin hoyrir á staðnum, og tað ger okkara framførslur rættiliga intensar. Har er nógv upp á spæl, tá ið vit spæla saman, og vit eru ógvuliga bundin at hvørøðrum. Spæla vit feil, varnast tú tað beinanvegin.
##med3##
Tá vit so byrjaðu at skriva saman ávirkaði tað okkara skriving, at vit vóru so bundin at hvørøðrum. Vit bæði arbeiddu upp á allar partar av framleiðsluni samstundis og vit høvdu bæði hendurnar í tí, sum hin tókst við. Vit eru rættiliga viss í, at tað ikki er eitt einasta ljóð á útgávuni, sum vit ikki bæði hava nortið við ella broytt. Vit arbeiddu upp á útgávuna í 5 ár, sum skuldu vísa seg at vera minnilig ár um allan heim, ikki bara orsakað av farsóttini, men eisini orsakað av lokalum og altjóða politiskum rembingum eins og mannarættindastríði. Útgávan snýr seg um alt hetta. Um allar hesar trupulleikar og spurningar, sum ávirkaðu okkum, og hvussu vit livdu ígjøgnum hesa tíðina. Mest er henda útgávan tó um, hvussu vit tónleikaliga eru bundin at hvørjum øðrum, at vit arbeiða sum ein, sum ein eind. Hetta kemur eisini til sjóndar á húsanum, sum Kirstin Helgadóttir hevur tilevnað. Vit sendu myndir av okkara andlitum til hennara, og hon sameinti tey til eina flótandi veru, so at tað bæði eru vit bæði, men samstundis hvørgin okkara. Sameinta andlitið fangar onkusvegna alt kynsspektrið eins væl og litspektrið og lýsir maksimalistiska, samanrunna umhvørvið, har okkara nýggja útgáva varð evnað – hóskandi nevnd All At Once.“
Útgávan kann stroymast her og plátan fæst til keyps í Oceania Records í Klokkaragøtu í Havn og í handlinum hjá Tutl á Káta Horninum.
Hava tit spurningar ella ynskja at gera samrøðu ella ummæla, kunnu tit seta tykkum í samband við ORKA her: orka@orkaonline.com