komið inn á byggiplássið og fyrsti parturin av sjálvum fundamentinum er stoyptur. Kirkjuráðið á Glyvrum og byggileiðslan høvdu herfyri ein kunnandi fund fyri kirkjufólkinum og sóknarbørnunum, har greitt [...] hálvthundrað fólk. Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð um gongdina í málinum, og so vóru tað bæði Eyðun og dóttirin Marin, sum er byggileiðari, ið greiddu frá byggingini. – [...] allur útgrevsturin er gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og eisini hava fyritøkur latið bæði gravimaskinur, lastbilar, olju, tilfar og annað, og tveir mans hava sjálvboðið tikið sær av øllum graviarbeiðinum
vanliga 19 fólk til arbeiðis. Tá sild og makrelur verður virkaður eru 40 fólk til arbeiðis, og arbeitt verður í tveimum vaktum. Dagvaktin arbeiðir frá klokkan 8 til 20 og náttarvaktin frá klokkan 20 til 8 [...] 8. Tá arbeitt verður við makrel og sild, er vanligt at skúlanæmingar koma til arbeiðis, og tey allar flestu trívast væl. – Tey ungu fólkini eru fitt og røsk, eg beundri tey. Vit arbeiða 12 tímar, tað er [...] teimum sum pakka. Tað eru fýra mans sum pakka, og teir skiftast at fara í pausu, og skifta pláss. Marjun Olsen gleðist um, at arbeiðið kann skipast smidliga, og hon heldur at trivnaðurin á Vestmanna seafood
Plantuolja og eggjareyðar verða blandaði saman og so kryddað við eddiku og salt. Tað er alt! Alt gandið í majones, ið vit eitt nú seta prís uppá afturvið rækjum snýr seg um hárhvøssu javnvágina og harmoniina [...] meira av eggjareyða í. Og her brúka vit hitaviðgjørdar eggjareyðar fyri at fyribyrgja salmonellu-ilsku. Majones er jú køld sós. Krydda so við eddiku og salt og kanska sinoppi og øðrum góðum (hvítleyki [...] harmoniina millum tað feita, tað súra og tað salta. Grundsmakkir og konsistensur. Hví er tað so, at vit heldur renna í handlarnar og keypa majones, tá ið tað kortini er so ómakaleyst at gera sjálvi heima við
Serbia og í Italia hevur hann legendustatus, og í Serbia og Italia syrgja tey sáran nú Sinisa Mihajlovic er farin foldum frá. Og tvær ferðir var hendan stóra serbiska frísparkslegendan í Føroyum og spældi [...] Seriu A saman við AC Milan í 2006. Og saman við AC Milan vann hann Coppa Italia í 2005 og 2006. Millum 1991 og 2003 spældi Sinisa Mihajlovic 63 landsdystir fyri Jugoslavia, og hevði tað ikki verið fyri altjóða [...] Reyðu Stjørnu í bæði 1991 og í 1992. Í 1991 vann hann eisini Intercontinental Cup við Reyðu Stjørnu. Millum 1992 og 2004 spældi Sinisa Mihajlovic við Roma, Sampdoria, Lazio og Inter Milan. Sinisa Mihajlovic
Føroyum, og í trý summar róði hann út í Ravnoynni í Grønlandi. Fyrstu ferð, hann var í Ravnoynni, var á sumri í 1967, og tá var hann júst fyltur 15 ár. Hans var við Baki árini 1970 til 1975 og fór síðan [...] sakk, keypti Martin sær Skoparan, og Hans róði eisini út við Skoparanum. Tá Hans Joensen sum 14 ára gamal fór úr 7. flokki í Havn, fór hann oman á Bacalao at arbeiða, og á virkinum hevði hann nógvar ymiskar [...] ymiskar uppgávur. Hann stóð við vektina, og hann landaði. Nógv var at takast við, og her var eisini saltfiskur. - Tú føldi ábyrgd, og longu tá vistu tú, at fiskurin skuldi arbeiðast undan, so hann ikki fór
at betra um viðurskiftini. 7) Gjørt má verða greitt, hvør ið hevur uppgávuna og ábyrgdina av teimum ymisku økjunum. Her verður hugsað um stovnar og onnur, bæði á landsplani og í lokalsamfelagnum 8) Tá ið [...] upp eina hugmynd - eina visión- sum skal lýsa, hvussu ynskt verður, at ferðslan og ferðslutrygdin skal vera í framtíðini. Og skal nakað spyrjast burtur úr, má breið undirtøka vera í fólkinum fyri hugmyndini [...] í einum landi, er neyðugt, at hvør einstakur samfelagsborgari kennir ábyrgd og letur hoyra frá sær, so at politikkarar og myndugleikar kenna eitt trýst á seg at gera nakað. 12) Neyðugt er allatíðina at
gera, og tað hava verið nógv viðurskifti, sum eg skal seta meg inn í. Men eg trívist ógvuliga væl, og mær dámar hetta starvið. Fólk eru fyrikomandi, dugnalig og hjálpsom. Siglt øll árini Max og konan, [...] búgva í Havn. Tey eiga tvey børn. - Mamma mín er úr Sandavági, og haðani kemur eftirnavnið. Pápin er dani, og eg búði í Danmark í frá tí, eg var 7 ára gamalur, til eg var 20. Tá eg kom heimaftur til Føroya [...] 1986, tá eg hevði fingið studentsprógvið og flutti heimaftur, og skúlaskipið var rækjutrolarin Høgifossur úr Sandavági. Hann sigldi við fiskiskipum tey næstu árini, og í 1992 tók hann eina útbúgving sum f
smakkar mjølut og heldur sær illani. Turkað pasta er næstan altíð betri. Viðhvørt sæst litað pasta. Tomat litar reytt, saffran appilsingult, spinat grønt og høgguslokka-blekk svart. Og so eru tað øll skapini [...] ikki. Og minst til salt. Tá ið pasta er kókað og vatnið er stoytt frá er skilagott at lata góða olju (olivin) í. So er rest upp til tín! Men smáar frískar tomatir, eitt sindur av frískum basilikum og ný-rivin [...] konsistens og smakk. Coop Formidàbile (FK), kr. 17,95/500 g (kr. 35,90/kg) Sera góður strukturur og framúr smakkur. 5 stjørnur ***** Änglamark (FK), kr. 14,95/500 g (kr. 29,90/kg) Bleytur strukturur og mjølutur
Æðuvík, og Flóvin av Fløtum Jespersen, Tórshavn. Kl 15.30 er døgurði fyri innboðin og kl 20 er opið hús í Støðlagøtu 13, Argir. Øll eru hjartaliga vælkomin. 29. desember giftast Tóri Slættalíð og Ingigerð [...] 19.00. Herborg á Lakjuni og Jóhannes Simonsen Hósdagin 27. desember kl. 13.00 giftast í Dómkirkjuni Eyðgerð Eldevig og Edmund í Garði. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16.00 og kl. 19.00 er opið hús í [...] Tórshavn og Bill Mc. Leod Jacobsen, Klaksvík. Vígslan verður í Havnar Kirkju klokkan 15.00 og veitsla fyri innbodnum á Hotel Føroyum klokkan 19.00. Brúðarhús verður í heiminum á Reyðugøtu 7, 100 Tórshavn
nýggjur skúli teknaður. Hesin skuldi liggja undir Fossum, og ætlanin var mett at kosta 100 milliónir. Hetta heldur Jógvan Lützen var ein ov stór ætlan, og hann fílist á, at tað altíð verður hugsað so stórt. [...] komu niðurgangstíðir, og tíbetur varð eingin skúli bygdur. Men rúsurin um tann nýggja skúlan hevði gjørt, at kommunan púrasta gloymdi alt viðlíkahald av skúlanum á Ziskatrøð, og soleiðis hevur verið líka [...] álvarsliga til verka. Hann sigur, at 1,3 milliónir krónur standa til reiðar at nyta til skúlan, og síðani eru settar 1,7 millónir krónur av á fíggjarlógini fyri í ár. So tilsamans eru 3 milliónir tøkar til at