Hvør er Hans Joensen?

Í gjárkvøldið helt Havnar Arbeiðsmannafelag stóra 100 ára veitslu. Men, hvør er Hans Joensen, formaður felagsins?

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.

Eftir at hava sitið í nevnd felagsins síðan 1997, gjørdist Hans Joensen formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 2003, og hevur hann sitið sum formaður øll árini síðan. Tá Karl Johansen doyði í mars mánaði í 2002, tók Jan Midjord við sum formaður fram til aðalfundin í 2003.

 

Jan læt seg ikki stilla upp aftur sum formansvalevni, men var í nevnd felagsins nøkur ár eftir hetta. Tað vóru tvey valevni til formansvalið í Havnar Arbeiðsmannafelag í 2003, og tað var Hans, ið varð valdur.

 

Seinastu 26 árini, áðrenn hann gjørdist formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, arbeiddi Hans Joensen hann á Bacalao, har hann serliga hevði til uppgávu at frysta slógv á virkinum. Men, Hans hevur eisini verið sjómaður í eini 10 ár. Hann hevur róð út undir Føroyum, og í trý summar róði hann út í Ravnoynni í Grønlandi. Fyrstu ferð, hann var í Ravnoynni, var á sumri í 1967, og tá var hann júst fyltur 15 ár.

 

Hans var við Baki árini 1970 til 1975 og fór síðan umborð á Búgvan, sum Martin Clementsen átti. Tá Búgvin sakk, keypti Martin sær Skoparan, og Hans róði eisini út við Skoparanum.

 

Tá Hans Joensen sum 14 ára gamal fór úr 7. flokki í Havn, fór hann oman á Bacalao at arbeiða, og á virkinum hevði hann nógvar ymiskar uppgávur. Hann stóð við vektina, og hann landaði. Nógv var at takast við, og her var eisini saltfiskur.

 

- Tú føldi ábyrgd, og longu tá vistu tú, at fiskurin skuldi arbeiðast undan, so hann ikki fór til spillis, sigur Hans Joensen.

 

Tað var í 1978, eftir at Hans bæði hevði verið í Ravnoynni, við Baki, Búgvanum og Skoparanum, at hann fór aftur á Bacalao at frysta slógv. Tá hevði hann - heilt frá ungum av - verið á Bacalao av og á, tá høvi beyðst. Hann hevði soleiðis í fleiri ár havt eitt tilknýti til fiskavirkið á Vestaru Bryggju.

 

Tað var ikki av ongum, at hugurin hjá Hans Joensen byrtist fyri fakfelagsvirksemi. Pápi hansara, Christian Joensen, var í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann var tó farin úr nevndini, tá sonurin í 1997 fyrstu ferð varð valdur í nevnd.

 

- Pápi mín var við, tá eitt nú eftirlønargrunnur felagsins varð stovnaður, og mín áhugi fyri fakfelagsvirksemi byrtist, tí pápi mín var aktivur í nevnd felagsins. Eg plagdi at vera við sum limur, tá fundir vóru í felagnum, men eg var ikki á hvørjum fundi.

 

Sjálvur hevði Hans ongantíð havt nakra ætlan um at stilla upp til nevndarval, men tað kom tann dagur, tá limir heittu hann um at stilla upp, og soleiðis kom hann í nevndina í felagnum.

 

- Hóast eg ongantíð hevði havt ein dreym um at gerast nevndarlimur - og enn minni fakfelagsformaður - gjørdist eg rættiliga tendraður í fakfelagsvirksemi, tá eg kom at sita í nevndini saman við øðrum góðum monnum.

 

Hans sá skjótt, at felagið hevði eina ógvuliga góða nevnd og ein serstakliga góðan formann við Karl Johansen. Á skrivstovuni vóru eisini góð og dugnalig fólk, eins og tey eru tað í dag.

 

- Karl var góður við meg sum nýggjur í nevndini. Hann stuðlaði mær væl, og eg havi alt gott at bera manninum, sum virkuliga livdi og stríddist fyri felagið og sínar limir. Sæð í bakspeglinum var Karl ein ótrúliga góður maður fyri felagið, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.

- Tá barnaskúlin var liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út.