útivølli sunnukvøldið. HER ber til at hoyra hvat Reinhold Breu hevur at siga um dystin móti Føroyum, og gongdina annars hjá litaviska landsliðnum: ##med2## HER er hópurin hjá Litava: ##med3## [...] í Nations League Deild C í Vilnius. Føroyar eru næstaftast í bólkinum við fýra stigum, meðan Litava er aftast í bólkinum við ongum stigi. Tí kravið greitt frá heimafjøldini: Litava skal vinna á Føroyum
luttaka á jøvnum føti við onnur. Tað reisir tann sera týdningarmikla og ótroytta spurningin um, hvat er nøktandi atkoma til læring? Fyrr var tað soleiðis, at næmingurin í størri mun skuldi passa og tillaga [...] fara aktivt inn og tryggja næmingum við breki nøktandi atkomu til læring. Hugtakið atkoma til læring er ikki so kent, og alt ov lítið ítalusett og dyrkað, um tú spyrt meg. Tað snýr seg í høvuðsheitum um [...] hugsavningar- og atferðaravbjóðingum so sum ADHD/ADD og autismu. Í Føroyum eru vit blivin betri t.d. er dømi um, at undirvísingarstovnar eru tilvitaðir um, at øll ikki fáa lisið tann gamla endurkopieraða
tí løgreglan hevði illgruna um, at hann hevði kenning. Blóðroynd er tikin av honum, og úrslitið av henni verður av avgerandi fyri, hvat so hendir. Í nátt var fult av fólki í býnum, men lagið var gott.
og orðini hjá tí vísa Salemon eru í hesum sambandi so beinrakin: Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra. Góða Hanna og øll tíni. Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum eftir [...] tað DADDAN, ið mundi vera størsti barnahandilin í landinum. Hanna við sínum góða stíli gjørdi av, hvat skuldi keyast, og Johan tók sær av tí fíggjarliga, og kundarnir stúgvaðust í handlinum á Ingutrøð [...] í Keypmannahavn. Johan fekk tíðliga myndatól, sum hann brúkti nógv, og hann hevði vakið eyga við, hvat skuldi avmyndast, og aðrir dýrgripir, sum liggja eftir hann, eru filmsupptøkur, um tær so eru av
Í kvøld er Ingi Jonhardsson leikbannaður, og Olaf Bárðarson er framvegis skaddur. Hjá HB er Bartal Wardum leikbannaður, og Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir. Ivasamt er tað, um [...] liðini á Tórsvølli í landskappingardysti, har tað snýr seg um, hvat av hesum feløgunum skal vinna silvur, og hvat skal eiga bronsukrónurnar. Tað er longu greitt, at bæði HB og Víkingur næsta summar fara at [...] so verður tað longu í kvøld staðfest, at KÍ er FM vinnari í 2022. Víkingur er í stinnari útgávu í kvøld, enn Víkingur í móti KÍ. Toppskjúttin Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur, eftir at hann var noyddur at
partur av pengunum er komin úr USA, ein partur er komin frá danska Umhvørvisstýrinum og ein lítil partur frá ES og frá føroyska Granskingarráðnum. Pál Weihe dylur ikki fyri, at hann er errin av granskin [...] nærri, og tað var byrjanin til ta størstu kanningina av kviksilvurárini á fostur, sum nakrantíð er gjørd. - Tað er ikki eitthvørt samfelag, ið kann gera slíkar kanningar, tí tað krevur góð og trygg viðurskifti [...] at tað góða, sum er í grind, kunnu vit fáa í ríkiligt mát frá øðrum havmati, og í dag eru vit millum tey ríkastu í heiminum. Vit hava onga aðra orsøk til at eta grind enn, at hetta er gomul siðvenja. Vit
renna út í havið. - At fylgja við broytingunum í havinum er bæði spennandi og eitt sindur ræðandi. Vit vita, hvat vit kunnu missa, og vit vita ikki, hvat vit fara at fáa í staðin, sigur Karin Margretha Larsen [...] hvussu týdningarmikið tað er at hava tíðarrøðir, ið ganga langt aftur. Uttan mátingarnar hjá vitapassarunum í Mykinesi høvdu vit ikki vitað, hvussu hitin á Landgrunninum er broyttur tey síðstu meira enn [...] 15-18 árini er sjógvurin vorðin munandi heitari. - Um vit hyggja at øllum tíðarskeiðinum, síðani mátingarnar byrjaðu, so síggja vit bæði stutt og long sveiggj í sjóvarhitanum. Sjógvurin er hitnaður nøkur
lúsin ikki er ein hóttan móti fiskinum. Men nógva staðni er lús ein stórur trupulleiki, sum alibrúkini noyðast at gera nakað við. - Tað eru ymiskar mátar at sleppa av við lús, men øll avlúsing er strongjandi [...] avlúsing. - Vit síggja týðuliga, at nógvur fiskur doyr í vikunum eftir eina avlúsing. Tað er greitt, at okkurt er, ið hann ikki tolir, og vit hava ein illgruna um, at tað kann vera hjartað á fiskinum, ið [...] taka. Tað svarar til 3,3 milliónir fiskar. Eitt ávíst felli er altíð vegna sjúku ella illveður, men hildið verður, at umleið helvtin av fellinum er tengt at avlúsing. - Tað stóra fellið av vaksnum alilaksi
Tað var Bjartur Olsen í Havn, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur vunnið í Gekkinum. Tey vóru trý, sum saman sótu og spældu Gekk, og tá tað vísti seg, [...] einaferð aftrat. Eins og í fyrstu royndini, steðgaði hjólið eisini í aðru royndini á 40.000 krónum. Hvat sigur tú nú? spyrdi fjarritarin Bjarta Olsen, sum átti plátuna. - Vit koyra einaferð aftrat, var svarið
har høvuðsdiagnosan er Autisma og/ella ADHD. Hvat er endamálið hjá Sernámi? Sernám hevur verið undir bygnaðarbroytingum í nøkur ár, og vit hava ikki eina klára mynd av, hvussu ætlanin er at lofta ‘okkara’ [...] um langtíðarætlanin er, at ráðgevingin til børn við stórum tørvi á hjálp skal betrast, koyrast út til kommunurnar, eitt annað ráð, ella um ætlanin er onkur heilt onnur. Men givið er, at økið verður alt [...] an innsats. Sernámsfrøðilig ráðgeving er – ella eigur at vera – ein ógvuliga týðandi og sentralur partur av ráðgevingini. Hvør eigur ábyrgdina av børnunum? Tað er ein ólukka fyri okkara øki, at vit ikki