Nógv fólk – men stak friðarligt

Hetta hevur verið eitt av teimum lættaru vikuskiftunum hjá løgregluni, men tað er altíð okkurt

Hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Leygarnáttina varð tó ein bilførari tikin, tí løgreglan hevði illgruna um, at hann hevði kenning. Blóðroynd er tikin av honum, og úrslitið av henni verður av avgerandi fyri, hvat so hendir.

 

Í nátt var fult av fólki í býnum, men lagið var gott. Á einum skeinkistaði var lagið so gott, at fólk vildu ikki út, tá ið tey skuldu lukka, so tey máttu fáa løgregluna at hjálpa sær at fáa fólk á dyr. Tey máttu eisini hjálpa einum fullum fólki, sum var so deyðadrukkið, at tað kláraði seg ikki sjálvt. Tey fingu fatur á familjuni, sum so kom eftir viðkomandi.