HB og Víkingur hittast tríggjar ferðir innan stutta tíð. Næstsíðsta mikukvøld endaði fyrra hálvfinalan í steypakappingini, sum var í Sarpugerð, 2-2. Í kvøld hittast liðini á Tórsvølli í landskappingardysti, har tað snýr seg um, hvat av hesum feløgunum skal vinna silvur, og hvat skal eiga bronsukrónurnar. Tað er longu greitt, at bæði HB og Víkingur næsta summar fara at spæla í Europa. Mikukvøldið 5. oktober verður nýggj uppgerð millum hesi bæði í Gundadali. Tá verður tað í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Tølini siga, at Víkingur er fýra stig frammanfyri HB, og tølini siga eisini, at síðani summarsteðgin hevur úrtøkan hjá HB verið størri, enn hon hevur verið hjá Víkingi. Síðani summarsteðgin hevur Víkingur í sjey dystum vunnið 13 stig. Síðani summarsteðgin hevur HB í sjey dystum 18 stig
Sunnudagin bjóðaði Víkingur KÍ av álvara av. KÍ vann 2-1 í Sarpugerði, og í kvøld fara tey í KÍ leguni at fylgja væl við á Tórsvølli. Um Víkingur ikki megnar fulla úrtøku, so verður tað longu í kvøld staðfest, at KÍ er FM vinnari í 2022.
Víkingur er í stinnari útgávu í kvøld, enn Víkingur í móti KÍ. Toppskjúttin Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur, eftir at hann var noyddur at geva avboð ímóti KÍ, tí hann var sjúkur. Miðvallarin Noah Mnenéy og vongverjin Bárður J. Hansen hava verið lyklaspælarar higartil í ár. Síðsta sunnudag vóru teir leikbannaðir, men nú eru teir tøkir aftur. Í kvøld er Ingi Jonhardsson leikbannaður, og Olaf Bárðarson er framvegis skaddur.
Hjá HB er Bartal Wardum leikbannaður, og Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir. Ivasamt er tað, um Heri Hjalt Mohr er førur fyri at spæla.
HB – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.45.