Haraldsen. Nú er hann 98 ára gamal, men hevur tað framvegis gott, og hann svimur hvønn dag – Ja, eg havi tað gott, sjálvt um eg sjálvandi ikki eri tann sam í dag, sum fyri árum síðani, sigur hann. Annimi L [...] gevandi tað er, bæði fyri tey og tey gomlu. Olea Justesen, sum hevur starvast á herberginum hjá Frelsunarherinum í útvið 30 ár – Tey eru góð við meg, tí eg eri góð við tey, sigur hon. Í Kunoy er er borgarstjórin [...] kommunu, heldur, at tað er neyðugt at. taka tey eldru skulu verjast betur ímóti harðskapi og misrøkt. Hon heldur eisini, at onkusvegna eru størvini í eldrarøktinum komin í ringt og tað er eitt mál, myndugleikarnir
Summarið er farið at halla, og heystið er nær. Flestu skúlar eru byrjaðir aftur, og gerandisdagurin er nú vanligur aftur hjá mongum. Nú nærkast eisini tíðin, tá nátungi kann takast á báti. Í dag skriva [...] veldst um veðrið, men eisini, nær fuglurin hevur vorpið. Lotar hann frískligt, nú tíðin er so nær, kann ungin kenna, at nú ber til at lætta sær á. Aðrir verða sitandi longri í berginum – ja, kanska einar [...] til av náta, at minkingin hevur ikki verið so sjónlig, sum við øðrum sjófugli. 26. august, sum er mikudagin, er líradagur, og tá plagdu menn at draga líra við króki. Nakrar dagar seinni var vanligt at taka
frammanfyri 2-0, og tá var tað heilt spennandi. Liðið hjá Lugano er væl hægri styrkismett enn NSÍ, og sum tíðin leið, so sást tað, at sveisiska liðið er á eitt vet hægri stigi enn NSÍ. Men teir gulu og svørtu vóru [...] uppaftur betri mót. Aftur í kvøld var Sammy Skytte fremsti maður, og fleiri ferðir vísti hann góða bóltførleikan, tá ið hann við stóru kropsligu styrkini tamdi bóltin og fann viðspælarar frammarlaga á vøllinum [...] spældi eitt tvey við Jann J. Benjaminsen, áðrenn hann streyk til baklinjuna og spældi flatt inn fyri málið, har Marius Kryger Lindh var púra leysur, tá ið hann skoraði, og so var 2-0 til NSÍ og harvið samantalt
Nakað av vindi verður tó. Vindurin liggur um 9-10 m/s seinnapartin, men hann minkar so líðandi út á kvøldið. Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna [...] Klokkan er farin av 15, og sambært tímaprognosuni hjá Veðurstovu Føroya verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin
á útivølli ímóti B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og [...] stig, og at tað eru trý stig aftur til 07 Vestur, og at tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn [...] Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til gestirnar, og miðverjin Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í
Mylluvegin, sum hann eisini verður róptur. Í Nes kommunu vísa tey á, at talan er um einar 400 metrar, og sagt verður, at hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum. - Agnið, sum er vegurin av Nesi og [...] Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur sambært einum tilboði frá Falkon at breiðka vegin á Agninum. Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon. - Avtalað er, at Falkon fer at breiðka [...] Víst verður á, at fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at Nes kommuna yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), og hetta vegastrekkið er stívliga 700 metrar. - Falkon
Nýggi graslíkisvøllurin í Fuglafirði er nú avhendaður Fuglafjarðar kommunu. Nýtt graslíki við sand- og korkfyllu er lagt á, og samstundis eru ymiskar ábøtur gjørdar kring vøllin, eitt nú málgoymsla og [...] og trygdargeirar uttan fyri síðu- og baklinjur. FSF hevur sýnað vøllin, áðrenn hann varð avhendaður kommununi.
seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík. Hann byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september, og farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár. - Hans Andrias [...] 2019 hevur hann starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu. - Eitt stutt skifti starvaðist Hans Andrias sum leiðari á ungdómshúsinum Garnhúsið, og tískil er hann ikki heilt ókendur [...] Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014 og hevur starvast innan skúla, frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið
hjá monnum er í kvøld. Fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum, har Heini Ziska Viðoy er 23. maður á vøllinum, verður nú klokkan 18.30. AB hevur 23 stig og er á sætta plássi, og KÍ hevur 34 stig og er næstfremst [...] verður hann fyrstu ferð í KÍ málinum, og Mark F. Jensen er millum teir, sum sita á beinkinum. René Shaki Joensen hevur seinastu ferðirnar verið løtur í seinna hálvleiki á KÍ liðnum, eftir at hann leingi [...] næstfremst. Hjá AB eru tað níggju stig fram til fimta plássið, sum Víkingur er á, og hjá KÍ eru tað seks stig fram til toppliðið NSÍ. Tað er nýggjur maður millum KÍ stólparnar á Argjum í kvøld. Í summar varð 24
nýggjan danskan spælara. Hann er 25 ára gamal og eitur Nicholas Sejr. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið við [...] uppflytingin verður staðfest, áðrenn august verður liðugur. Um eina viku fær B71 vitjan av Víkingi, sum er einasta liðið, ið kann taka oddasessin frá sandoyingum, og 29. august verður B36 gestur inni í Dal [...] við at skora tvey mál. Í síðsta minutti undan steðginum legði hann B71 á odda 1-0 eftir sending frá Jonathan Nielsen Canto, og sjey minuttir eftir steðgin økti Nicholas Sejr um leiðsluna til 2-0. Tá var