føroysku bygdunum. Karlamagnusarbreyt er vaksin skjótt seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 [...] Tað merkir, at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð [...] enn fólkaríkasta gøtan var við árslok 2024. Einki nýggjari alment gøtutal er tøkt, og tí kann íbúgvatalið á Karlamagnusarbreyt vera broytt síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta
frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini. Tað kann væl vera, at uppflytingin verður staðfest, áðrenn [...] útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá [...] spælara. Hann er 25 ára gamal og eitur Nicholas Sejr. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey
leiðsla, fyrisiting og venjaramenning at styrkjast, og betri møguleikar eiga at vera hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Harumframt verður mælt til at styrkja gransking og vitanardeiling [...] heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Ein onnur avbjóðing er fráfallið millum tannáringar – serliga gentur [...] Men skulu úrslitini halda fram, krevst ein sterkari skipan rundan um úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut
sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan. Orsøkin verður mett at vera, at málsøkið framvegis er felagsmál. Sleppa undan donsku [...] Landsstýrið ætlar at yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál [...] yvirtaka ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni, stendur í lógaruppskotinum. Yvirtøkan merkir, at føroyskir myndugleikar fáa bæði lóggávuvaldið
á psykiatriska depilinum er tí eitt týðandi stig. Hetta vísir, at tað ber til at byggja upp serútbúgving innan føroysku barna- og ungdómspsykiatriina. Samstundis styrkir tað Landssjúkrahúsið sum útbú [...] hátt kunnu teir økja um kapasitetin og lætta um trýstið á serlæknunum. Tað snýr seg um at styrkja tað tvørfakliga arbeiðið og tryggja, at uppgávurnar verða loystar av teimum fakbólkum, sum hava røttu førleikarnar [...] Landssjúkrahúsið skrivar, at hetta er ein týðandi varði í menningini av føroysku barna- og ungdómspsykiatriini og eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum fleiri ár. Arbeiði at menna serpsykologútbúgvingina
mentan á føroyskum. Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Føroyar hava upplivað ein álvarsaman blaðdeyða seinastu árini, og at tað tí eigur at vera eitt mál at skapa betri karmar fyri teimum fáu føroysku viku- [...] fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari at stovna og reka nýggj føroysk magasin. – Um fleiri viku- og mánaðarbløð [...] um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi. Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið
á Tvøroyri. Og tíðindi hava gingið um, at fótbóltslegandan Tódi Jónsson skal lata cefé upp á Tvøroyri. Nú er sjón fyri søgn: Longi er tað, ið væl skal vera… NÚ er løtan komin! Leygardagin 29. august lata [...] tilflytarum. Nú lata vit dyrnar upp – og vóna, at tit fara at fylla Kafé Tvørá við lívi, hugna og góðum løtum 29. AUGUST · KL. 14–00 · KAFÉ TVØRÁ. Vit gleða okkum at síggja tykkum, skriva Poulina og Todi. [...] lata vit dyrnar upp til Kafé Tvørá – og vit gleða okkum ómetaliga nógv at hátíðarhalda dagin saman við tykkum KL. 14–16Dyrnar lata upp, og vit bjóða ókeypis kaffi & søtt afturvið Lív & Tróndur koma eisini
FC Suðuroy er á veg úr høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har [...] bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð. Í dag var FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, [...] Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera. FC Suðuroy vann 3-0, og tað var merkisvert á tann hátt, at FC Suðuroy var undirmannað í 70 minuttir, og at FC Suðuroy í seinna hálvleiki misnýtti brotsspark
Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu [...] sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum. Seks smærri flogvallir vestarlaga í Kolombia hava fyribils steðgað øllum virksemi, upplýsir kolombiska loftferðslumyndugleikin. Ósemja er um, hvussu harður [...] merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður fyri ef
komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu. Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum, og at fleiri borgarar hava ynskt møguleikan at velja ein k [...] Tí vil hann hava at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja hendan møguleikan. Sambært teimum upplýsingum, sum áður eru givnar, var ætlanin, at nýggja viðtalan skuldi vera klár í 2026. Við f [...] Tað vil løgtingsmaðurin Jóhannis Joensen hava at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í