summardagin í juli altíð fer at vera frammaliga í huganum. Fyrst og fremst er oyggin ein livandi vitnisburður um, hvussu umráðandi tað er, at vit ikki fella í fátt og ongantíð loyva óttanum at fáa valdið á okkum [...] havt, og hvat hon hevur umboðað fyri ung gjøgnum mong áratíggju, og fyri tey, ið lótu lív, fyri tað tey trúðu, líkamikið hvør politiska áskoðanin var, lagnudagin í 2011. Tí tað er tað, sum er mest umráðandi [...] tú, ungdómur, sanna, at trong er sigursins leið, her ræður tað fram um annað at standa og vikast ei. Tí leiðin til frælsi og sigur er val millum ilt og gott, og frælsur er hann, sum gevur seg heilan til
verður loynilig konsert í Fjósinum. Tá tað er liðugt, fara vit niðan í húsið aftur at hava felagssang, og annars er ein rúgva av konsertum á skránni. - Í dag er tað serliga Marius Ziska, Høgni, 200 og Byrta [...] festivalinum er, at hitta góð fólk. Ofta heldur man, at tað ikki virkar sum um, at fólk fara á festival, men man verður altíð yvirraskaður yvir, hvussu nógv kortini eru. Sum Pætur sigur, so er tað altíð ‘the [...] við nógvum konsertum. At byrja við var ein góð konsert við Benjamin Rajani. Annars helt Pætur, at Saint Levant var ordiliga góður, og Lambrini Girls var sjúkt. Hvat fert tú at gera í dag? - Í dag havi eg
niðan. Og so er tað eisini nógv lýggjari enn hvat forsøgnin segði... – Hví er tað turt hjá okkum allan dagin, tá ið forsøgnin boðar frá ælaveðri? Ja, hvat meina vit í grundini? Veruleikin er, at veðurfrøðiligu [...] eina góða løtu. Um brúgvalagið er veikt, ella um ættin er góð eitt ávíst stað, so kann regnið tó eisini upplivast sum eina samanseting av regni og sirmi ella drivi. Hetta er serliga galdandi, tá slavið luftrák [...] Føroyar eftir at ein hitabrúgv er farin framvið. Hinvegin eru ælini nakað øðrvísi. Æl koma oftani framvið, tá luftrákið omanfyri okkum er kaldari og turrari. Sjógvurin kring Føroyar er tá heitari enn rákið
enntá ein nyk. Okkara samdansur er Nykursvísa, so tað var spennandi hjá okkum at síggja nykin. ##med2## Luttakandi londini hava hvør sín samdans, sum vit hava vant undan stevnuni, og stuttligt er at royna [...] kvøld er dansur. Londini skiftast um at leiða dansin – ein tíma í part hvørt kvøldið. Í kvøld hevur Klaksvíkar dansifelag leitt dansin, og vit dansaðu føroyskan dans og dansispøl. Undirtøkan var góð - dansurin [...] BARNLEK2023 er norðurlendsk fólkadansistevna fyri børn og ung, har vit savnast um norðurlendska siðaarvin. Barnlek er triðja hvørt ár, og londini skiftast um at hýsa dansistevnuni – seinast vitjaðu no
at hóast menningin er góð, so vantar politisk raðfesting av granskingini í Føroyum. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðing um granskingina á Fróðskaparsetri Føroya í 2022, sum júst er komin. Hetta skrivar [...] gransking vinnur altjóða heiður. Seinni í ár verður ein ph.d.-skúli settur á stovn á Fróðskaparsetrinum, og eitt universitetssjúkrahús er eisini í umbúna. Samstarv er við nakrar av stóru føroysku vinnufyritøkunum [...] formaliserað kommunusamstarv er á veg, og ongantíð áður eru so nógvir nýggir ph.d.-arar klaktir á Fróðskaparsetrinum. Men hóast hesi tøk eru tikin, so vantar ein greið ætlan um, hvat politiska skipanin vil við
veggir, eins og hann ger nú. Á hvíta vegginum her málar hann fleiri persónar, trø og annað. So er spurningurin - hvat skal hetta ímynda? – Eg geri ikki list, sum skal ímynda nakað ávíst. Tað er eitt sindur [...] mála hendan veggin. – Hetta er ein feitur veggur. Feitt stað og góð stødd. Ein góður møguleiki, sum eg eri takksamur fyri at fáa. Veggurin verður helst liðugur í morgin. Eftir hetta skal hann sum sagt mála [...] Ostahúsinum, Bacalao og nú her. Ein av teimum, sum hann hevur hitt, er Hergeir Staksberg, sum hevur fingið í lag, at hann skal mála hendan veggin. Danski listamaðurin sær tað sum ein heiður at sleppa at mála
broytist alt summarið. Føroyska summarið er ein góð tíð. Tað er stutt, spent og inniligt. Tíbetur hvørvur tað ikki sum døgg fyri sól, tí árstíðin er avtakandi. Á ólavsøku er fríggingarmyrkt, og í august eru kvøldini [...] løtuna, sum er akkurát nú, og tað er okkara uppgáva og skylda at duga og læra at lofta løtuni. Njóta núið, vera í essinum. Steðga á, sansa og ansa eftir øllum tí, ið er rundan um okkum. Tí hvat er rundan um [...] hennara við eirindum. Hon er ein fragd at ganga framvið og broytist við árstíðini, soleiðis at hvør túrur er ein nýggj uppliving. Serliga í tíðini frá vári og móti hásumri er hon hugtakandi – eitt blómuhav
Danmark. Tann skipanin er á nógvar mátar skilagóð, tí hon er løtt at skilja og umsita, og kann hon vera ein góður íblástur til at loysa hetta málið fyri Føroyar. Í Danmark er heimild at javna skattastigan [...] miðalinntøkuni óbroytt. Óneyðugt er at kjakast um, hvør skipanin er rættari. Hvat skal gerast? At skattatrýstið er økt so nógv uttan at vera samtykt í Løgtinginum er tekin um, at sjálv skattaskipanin [...] Henda skattahækking er ikki framd við at broytingar eru gjørdar í skattalógum, men er hend uttan ítøkiliga politiska avgerð. Munurin í inntøku eftir skatt er enn størri, og er inntøkan aftan á skatt
vera júst tit; tí eingin annar er tú, og eingin annar kann vera júst tú, og hetta er tað, sum ger okkum øll til nakað heilt serligt. Tað, sum er mest umráðandi, er ikki, hvat vit duga ella ikki duga, men [...] fínt útskorna frukt; eg minnist enn delfinirnar, sum tit høvdu skorið út av bananunum. Ein Rás er ein farleið, ein vegur framá. Tit hava, meðan tit hava gingið á Rásini, flutt tykkum framá í lívinum. Tit [...] eisini minnast til, at júst tykkara lív er eitt ævintýr, sum er tykkara, og sum tit sjálvi skulu skriva og ávirka. Títt lív er tað stórsta ævintýrið, sum er til, minst til tað. Tit eru einki minni enn fantastisk
Hin 26 ára gamli er ein av fáum russiskum herleiðarum, sum er flýddur vestur um úr Russlandi. Í einari samrøðu við BBC fortelur hann um flýggjanina, og hvussu tað stendur til í russiska herinum. Dmitry [...] hann fyrr ella seinni fór at verða sendur í kríggið, og hann visti eisini, hvat tað fór at hava við sær. - Eg eri offiserur. Tað er mín skylda at verja landið móti fíggindum. Men, eingin gav okkum eina góða [...] vanda. Tað, sum skapar mest órógv millum russiskar hermenn, er sambært honum lágu lønirnar. Hann sigur, at herovastar í flogvápninum fáa somu løn sum fyri kríggið – ella útvið 90.000 rublar, sum svara til