Í dag stendur danski listamaðurin Simon Fensholm og málar ein vegg mitt í Havn - á aftaru síðu á bygninginum, har Myndaboks heldur til.
Dagliga ger hann siðbundna list á lørift og hevur framsýningar á gallaríum og øðrum í Danmark, men við síðuna av hesum hevur hann eisini altíð málað veggir, eins og hann ger nú.
Á hvíta vegginum her málar hann fleiri persónar, trø og annað. So er spurningurin - hvat skal hetta ímynda?
– Eg geri ikki list, sum skal ímynda nakað ávíst. Tað er eitt sindur old school, haldi eg. Fyri meg snýr tað seg um, at tú kanst tulka tað, sum tú vilt.
Alt, sum Simon ger, er nevniliga tað, man á góðum føroyskum kallar “freestyle” – altso hann málar tað, sum fellir honum inn í løtuni. Har er eingin skitsa ella planlegging.
– Eg royni altíð at mála skjótt við skjótum penslastrokum. Tað verður altíð betri hjá mær, tá eg máli skjótt.
– Eg havi ein nokkso krúllutan heila. Hetta er so mín máti at koma út við onkrum uppá, sigur hann.
Simon Fensholm hevur havt eitt skeið í Perluni, og í morgin skal hann vera við til tiltakið í Bacalao, sum kallast Da Sjúka. Hetta er eitt tiltak til tey, sum ikki tíma so væl fótbólt og hondbólt, men heldur dáma ítróttagreinar sum eitt nú skateboard og klitring.
##med2##
##med3##
Simon er gamal vinmaður við listamannin Bárður Dal Christiansen, og tað er í hesum sambandi, at hann fyrstu ferð kom til Føroya í fjør.
– Eg havi møtt nógvum kulum fólki her í Føroyum. So nú kenni eg nokkso nógvar føroyingar. Nú havi eg so við og við fingið nøkur tilboð, sigur Simon, sum hevur málað í Oy, Ostahúsinum, Bacalao og nú her.
Ein av teimum, sum hann hevur hitt, er Hergeir Staksberg, sum hevur fingið í lag, at hann skal mála hendan veggin.
Danski listamaðurin sær tað sum ein heiður at sleppa at mála hendan veggin.
– Hetta er ein feitur veggur. Feitt stað og góð stødd. Ein góður møguleiki, sum eg eri takksamur fyri at fáa.
Veggurin verður helst liðugur í morgin. Eftir hetta skal hann sum sagt mála í Bacalao, og so gongur leiðin aftur til Danmarkar um nakrar dagar.
– Her er ein feitur stemningur í Havn við kulum fólki og ríkari mentan. Eg vil gjarna koma aftur higar, sigur Simon Fensholm.
##med4##














