Grein úr Sosialinum 16. juni 2023:
Seinastu 10 árini er miðallønin í Føroyum vaksin eitt vet oman fyri 20 prosent tilsamans ella um 2% um árið. Samstundis er prísstøðið tó vaksið næstan tað sama, so at reallønin (tað, sum tú kanst keypa fyri pengarnar) ikki er vaksin ella vaksin lítið. Hinvegin, so eru mørkini í skattalógini ikki tillagað samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum, tí at í Føroyum verða skattamørkini ikki javnað eftir prís- og lønarvøkstrinum.
Hetta hevur stóra ávirkan á skattatrýstið hjá vanliga føroyinginum. Ein persónur í 2015 – seinast skattastigin varð broyttur í Føroyum - við inntøku á 330.000 kr. hevur í dag umleið 390.000 kr. í inntøku um hesin hevur havt sama lønarvøkstur sum miðalinntøkan. Hesin persónur hevur tó ikki havt veruligan inntøkuvøkstur av týdningi vegna prísvøksturin, men er lands og -kommunuskatturin kortini vaksin upp móti 2,5% av inntøkuni síðani 2015, ið var seinastu ferð skattaskipanin varð broytt. Henda skattahækking er ikki framd við at broytingar eru gjørdar í skattalógum, men er hend uttan ítøkiliga politiska avgerð.
Munurin í inntøku eftir skatt er enn størri, og er inntøkan aftan á skatt hjá miðalinntøkuni minkað næstan 4% í mun til, um skattatrýstið hevði verið óbroytt. Orsøkin til hetta er, at økti skatturin fer av inntøkuni aftan á skatt og inntøkan aftan á skatt er væl minni enn inntøkan áðrenn skatt.
##med2##
Orsøkin til, at lands- og kommunuskattatrýstið er hækkað so nógv er, at í Føroyum verður skattastigin og onnur mørk í skattalógini ikki tillagað prís- og lønarvøkstri, eins og í øðrum londum. Hetta verður greitt frá niðanfyri.
Afturat hækking av lands- og kommunuskattabyrðuni koma aðrar skattabroytingar, sum Løgtingið faktisk hava samtykt, so sum hækkingar í AM-gjaldi og heilsutrygdargjaldi.
Serliga lág- og miðalinntøkurnar verða skattaðar hægri
Hækkaða skattatrýstið ávirkar serliga lág- og miðalinntøkurnar og ávirkar í minni mun tær høgu inntøkurnar.
Orsøkin til hetta er, at fyri lág- og miðalinntøkur er marginalskatturin væl hægri enn skatturin á miðalinntøkuna, og av tí at lønarvøkstur verður skattaður við marginalskattinum, økist skattatrýstið við lønarvøkstrinum, um skattastigin ikki verður javnaður samsvarandi lønarvøkstrinum.
Fyri hægstu inntøkurnar er munurin millum marginalskattin og miðalskattin ikki eins stórur, og ávirkar tí sama lønarhækkanin skattatrýstið hjá tí hálønta minni enn skattatrýstið hjá tí lág- og miðallønta.
Sigast kann tí, at um skattastigin ikki verður javnaður fyri prís- og lønarvøkstri, verður samfelagið minni javnt yvir tíð, tí at munurin í skattabyrðuni millum tey lág- og háløntu verður alsamt minni. Sagt við øðrum orðum, so verður skattaskipanin minni progressiv og minni solidarisk, um ikki skattaskipanin verður javnað.
Fyri at varðveita munin í skatti hjá lágum og høgum inntøkum, sum árini ganga, eigur skattastigin og aðrar upphæddir í skattalóggávuni tí at verða javnaðar hvørt ár. Hetta hevði gjørt, at um skattatrýstið skal økjast, skal tað einans kunna gerast við løgtingslóg. Tað haldi eg fólk flest eru samd um er rætta skipanin í demokratiskum samfelagið. Tað er tó bara ikki soleiðis, skattaskipanin virkar í Føroyum.
Hvussu javna onnur lond skattatrýstið?
Trupulleikin, sum lýstur er omanfyri, er væl kendur uttanlands og eitur á enskum “tax bracket creep”. Á føroyskum kundu vit kanska kalla tað skattasníkjan, alttso at skatturin sníkist at vera hægri og hægri, uttan at nakar hevur tikið avgerð um tað.
Sum sagt, so er skattasníkjan ein væl kendur trupulleikin uttanlanda. Ymiskt er tó júst hvussu ymisk lond loysa trupulleikan, men verða skattamørkini vanliga antin javna samsvarandi prísvøkstrinum ella lønarvøkstrinum. Eg skal stutt greiða frá hvussu gjørt verður í Danmark. Tann skipanin er á nógvar mátar skilagóð, tí hon er løtt at skilja og umsita, og kann hon vera ein góður íblástur til at loysa hetta málið fyri Føroyar.
Í Danmark er heimild at javna skattastigan og aðrar krónuupphæddir í persónsskattalógini § 20. Í hesu lóg fær ráðharrin heimild at javna upphæddir í lógini við einum sokallaðum reguleringstali. Reguleringstalið verður roknað við heimild í aðrari lóg, tí sonevndu satsreguleringslógini, og verður almannakunngjørt í kunngerð. Talið verður roknað sum miðallønarvøksturin hjá arbeiðarum og starvsfólkum (“funktionærer”). Í Danmark verður skattamørkini sostatt javnað samsvarandi lønarvøkstrinum. Fyrimunurin við at javna samsvarandi lønarvøkstrinum er serliga, at skattatrýstið hjá miðalinntøkuni ikki verður broytt frá ár til ár.
Danska skipanin merkir, sum eitt dømi, at um miðal lønarinntøkan veksur 4%, verður reguleringstalið roknað til 4%. Krónumørkini í skattalógini, íroknað upphæddirnar í skattastiganum, vaksa tí somuleiðis 4%. Skattabyrðan hjá miðalinntøkuni í Danmark hækkar sostatt ikki einans av tí, at tað er lønarvøkstur í samfelagnum.
Nevnast kann, at reguleringstalið í Danmark er vaksið næstan 18 % frá 2015 til 2023 og eru mørkini í donsku persónskattalógini hækkað samsvarandi fyri at halda skattatrýstinum á miðalinntøkuni óbroytt, tó so at Fólkatingið kann sjálvandi hava samtykt ítøkiligar skattabroytingar.
Hetta átti eisini at verið gjørt í Føroyum. Um mørkini í føroysku skattalógini høvdu verið broytt samsvarandi, hevði t.d. botnfrádrátturin í landsskattinum verið 76.600 krónur heldur enn 65.000 kr., sum hann er í dag, botnfrádrátturin í kommunuskattinum hevði verið 35.400 kr. heldur enn tær 30.000 kr. sum hann er í dag og so framvegis fyri barnafrádrátt og aðrar frádráttir í skattaskipanini. Skattatrýstið á miðalinntøkuna hevði tá verið óbroytt frá ári til ár.
Tað kann tí sigast, at í Danmark skal ítøkilig broyting av skattalógini fremjast fyri at hækka skattatrýstið hjá miðalinntøkuni, meðan í Føroyum skal ítøkilig broyting av skattalógini fremjast fyri at halda skattatrýstið hjá miðalinntøkuni óbroytt. Óneyðugt er at kjakast um, hvør skipanin er rættari.
Hvat skal gerast?
At skattatrýstið er økt so nógv uttan at vera samtykt í Løgtinginum er tekin um, at sjálv skattaskipanin ikki virkar í Føroyum og eigur at verða endurskoðað. Loysnin er eins eyðsæð sum trupulleikin: Løgtingið eigur sum skjótast at seta í verk lóggávu sum heimilar, at upphæddir í skattalógini verða javnaðar við prís- ella lønarvøkstrinum og harvið steðga skattasníkjan. Hetta hevði sett okkara skattaskipan javnt við skattaskipanir í øðrum londum og verið til gagns fyri serliga lág- og miðallønta føroyingin.
Mín meting er, at málið hevur skund at fáa framt: inflasjónin er í løtuni oman fyri 8% og hevur verið oman fyri 10%, tá hon var hægst. Eisini lósu vit í síðstu viku søgur í bløðunum um, at alsamt fleiri familjur nú leita sær neyðhjálp, hóast einki arbeiðsloysi er í landinum. Tað tykist heilt høpisleyst at skattatrýstið er økt undir sovorðnum umstøðum, og serliga at skattatrystið hjá lág- og miðalløntum er økt. Sjálvt um lønin fylgir inflasjónini – sum jú als ikki er vist, at hon ger – so fara fólk at fáa minni og minni part av egnari inntøku at liva av, um javnan av skattaskipanini ikki verður sett í verk. Tí eigur skipanin at broytast sum skjótast.
Í hesum sambandi eigur eisini at vera hugsað um sosialu rættvísiskensluna hjá vanliga føroyinginum: Tað er ongin loyna, at búskaparliga gongur væl í Føroyum, og kann tað tykjast órættvíst hjá vanligum fólki uttan høga inntøku, at teirra skattur samstundis er øktur so ógvusliga. At innført skipaða javnan av skattastiganum og mørkum annars í skattalóggávuni hevði gjørt, at álit kann vera á, at skattaskipanin framhaldandi verður progressiv, solidarisk og til fyrimuns fyri vanliga borgaran.












