nógva meining bara einaferð um árið at geva lyftir - tað skulu leypandi gevast stór og smá lyftir og tey skulu so vítt gjørligt haldast. Hinvegin skulu ikki gevast lyftir, sum ein ikki kann halda. Ofta hoyra [...] tey veiku í samfelagnum skulu hava trygg kor - vælferðarsamfelagið skal mennast og varðveitast - Føroyar skulu framhaldandi gerast meira sjálvbjargnar - komandi ættarlið skulu hava fjølbroyttar møguleikar [...] fyri føroya fólk. Tað vil eg fegin gera. Sambandsflokkurin fer í 2001, framhaldandi at arbeiða hært fyri at varðveita tey rættindi, frælsi og fríheit, sum ríkisfelagsskapurin gevur: - vit skulu framhaldandi
villleiðandi. Nú eri eg ikki hønumaður, so onkur veit kanska okkurt at kalla hana, men eitt kundi verið fjóshøna, og luktar tað ov illa, so kanska garðhøna, gólvhøna ella bara innihøna. Nú ætlaði eg ikki [...] Nú mugu tit halda mær til góða, men eg má sleppa at meyla um orð í dag. Upp at blása, so segði hann, annars kódni eg. Tað, sum nívir, eru orðingarnar hjá tíðindafólki um tær nýggju hønurnar á Velbastað [...] útlendskar og brúnar og lekrar, men í Føroyum eru tær so, og í Føroyum - verpa tær. Leggingarhønur skulu tær eisini vera - men tað eru tær heldur ikki. Tí leggingarhøna liggur á og klekir, og tað er ikki
tí tað er so ógvusliga dýrt. Tað krevur avanseraða útgerð og nógv fólk til tað tøkniliga heilt frá fyrsta degi. Nógvar ressursur skulu fáast til vega, og tað er púra víst, at nógv er ikki tøkt til slíkt [...] náa á mál við einum úrsliti er sera fáum tillutað. Tá fleiri sansir skulu nøktast í senn, eru nógvir brikkar í puslispælinum, ið skulu hanga saman - ljós, ljóð, rúm, etablering av stemningi, umframt at [...] dirvi at leggja navn til ein film og taka ábyrgdina av honum, tí filmur er ongantíð einmansverk. Nógv fólk eru um at skapa endaliga úrslitið, men hevur tú lagt navn til, skalt tú bera ábyrgdina fyri partin
nógv í bili. 5) Fólk høvdu prátað meira saman ella lisið fleiri bøkur, tí tað ber væl til í bussum, tá tú ikki noyðist at vera 200 % konsentreraður um at koyra. 6) Sunnudag kundu fólk gingið túr ístaðin [...] fingrunum niður á rórið um morgunin klokkan fimm minuttir yvir átta, sum alla aðrastaðni í verðini. Bilar skulu hava rætt at koma runt allastaðni, ongin hevði verið fegnari enn føroyingar, vóru allir handlar drive-in [...] fótgangarum og barnavognum at sleppa framvið. Parkeringsvørðurin er fólkafíggindi nr. 1. Um veturin skulu vegirnir sjálvandi ruddast fyri kava, saltast og grúsast, tí bilarnir teir mugu so sleppa fram! At
sigarettir og brennivín. ? Man skuldi næstan trúð, at landið var í undantakstøðu! ? Men hinvegin, nú kanska boksirnar verða tømdar, so man kann avríma tær, tá farið verður suðureftir í summar. Og kanska [...] vaskaðir longur, vøggustovur og barnagarðar lata eisini aftur, og mong munnu tey foreldur vera, sum nú kunnu fáa nakrar tiltrongdar kvalitativar dagar við børnum sínum. ? At so onnur noyðast at sita heima [...] vita, hvussu nógv teir kunnu krevja í oktober? Tað er í hvussu er ógvuliga bláoygt at vænta sær, at fólk, sum hevur lært í fleiri ár nevnliga fyri at sleppa undan teirri óvissuni, sum liggur í ófaklærdum
Eru tað fólk, sum eru fødd og uppvaksin í Føroyum og sum tosa føroyskt - ella skulu vit eisini rokna tey við, sum eru fødd og uppvaksin uttanlands av føroyskum foreldrum. Hvussu nógv ættarlið skulu vit rokna [...] er og hvørji rættindi tey skulu hava! Spurningurin verður ikki minni aktuellur, um Føroyar gjørdust sjálvstøðug tjóð og settu á stovn serføroyskan ríkisborgararætt. Hvat skulu vit øll, sum búgva uttanlands [...] hundrað túsund. Men tað er ikki til at vita. 20.000 ljóðar nakað lágt, tí longu í trýssunum tosaðu fólk um, at Keypmannahavn skuldi vera tann størsti føroyski býurin, og tá tosaðu tey um, at tað kanska
hava vilja havt. ? Hægri frekvens og eina hampuliga príslegu. Og tað er júst tað vágafólk nú hava fingið, tí nú er tað bíligari enn 30 krónur hvønn vegin, um tey væl at merkja tíma at ferðast fleiri í sama [...] er í Evropu í dag, so verður tann óttin helst ongantíð til annað enn eitt akademiskt kjak. Vit hava nú fingið okkara fyrsta undirsjóvartunnil í Føroyum. Men um vit beinleiðis hava kjakast akademiskt um [...] framtíðina, hvør man megna at rópa harðast. ? Norðoyingar ella skálafjarðafólk? Sandingar? Suðringar? Fólk á útoyggj? Og hvat er at rópa um? ? Undirstøðukervið? Ókey, men so er spurningurin, hvat vigar meiri
hann merkjast, so fólk kunnu lata vera at keypa hann - ja, um tey halda tað hevur nakað at siga, at fiskastovnurin er hóttur. Brúkaramakt, ikki so? Í hesi greinini var spurt - hví skulu vit ein og ein taka [...] prosent av samlaðu vektini. Og um fleiri sløg av parabenum eru í, so skulu tey tilsamans vera undir 0,8 prosent av innihaldinum. So. Nú lætti eg um hjá tær at keypa krem, ha? [...] phtalatir Tannkrem - uttan umhvørvisskaðiligt triclosan Toskafløk - endiliga ikki úr Eystursjónum Tí vit skulu jú sjálvi velja. Brúkarin hevur maktina, verður sagt. Um nóg nógv okkara krevja og keypa eiturleysar
eru og fara altíð at vera staðið, har eg kenni meg mest heima. Fólkið í Føroyum er eitt so deiligt fólk. Tú hittir ikki fittari nakrastaðni, haldi eg, men kanska haldi eg tað bara, tí vit hava tað til felags [...] eri heima, leingist eg niður - tó sjáldan líka nógv sum upp til Føroya, men kortini... Heima siga fólk onkuntíð við meg, at eg eri blivin ?so donsk", hvat tað so enn merkir. Eg havi búð niðri í 20 ár. [...] Tað er ongantíð nakað, sum er fullkomið, hvørki niðri ella í Føroyum, verri enn so. Í Føroyum grenja fólk ofta dúgliga um hetta og hatta - veðrið, politikkarnar, føroyingar sum heild, at teir eru býttir,
spurningur um tíð - og um á hvønn hátt. So hví ikki velja tey fólk og teir flokkar, sum hava munadyggar og framskygnar visiónir um, hvussu Føroyar skulu skipast sum ein sjálvstøðug tjóð... [...] sjálvræði ella ikki, at velja ímillum at arbeiða fyri fullum sjálvsavgerðarrætti, ella um danir enn skulu hava rætt at leggja seg út í føroysk viðurskifti. Tað er tað, sum er aðalspurningurin. Og so snýr [...] virðingina frá útheiminum mótvegis føroyingum og umvent. Ynskja føroyingar at verða viðurkendir sum egið fólk í umheiminum? Ella ynskja teir framvegis at verða eitt slag av hálv-dønum í eygunum á øllum øðrum