Eg lovi at...

Ársskiftið er tíðin har bæði verður litið frameftir og aftureftir ísenn - eitt ár hvønn vegin, og verður tí av nógvum nýtt sum tíðin, tá stungið verður út í kortið hvat dentur skal leggjast á í næstu framtíð.

Útfrá royndunum og upplivingunum frá brátt farna ári í afturlítandi klárskygni ber til at seta sær mál frameftir. Hvat skal broytast og hvat skal halda fram sum tað er.

Vit hava bjóðað nøkrum av almennu persónunum í landinum at koma við sínum nýggjárslyfti til Føroya fólk.

Lyftir eru í sær sjálvum bindandi fyri tann, ið givið hevur lyftið. Og vóru tað ikki øll, ið høvdu hug at gera nýggjárslyftir, og onnur hildu tað era best at halda lyftini fyri seg sjálvan

Men nøkur hættaðu sær kortini at lova, og vit prenta her teirra lyftir fyri komandi árið.





Jenis av Rana, tingmaður og formaður Miðfloksins:


Besta lyfti, eg kann geva Føroya fólki fyri nýggja árið, er at lova at halda meg nærri Gudi. Hann er jú ráðgevarin fram um allar, Hann heldur øllum í sterku hond sínari, Hann hevur alt vald, kemur øllum til hjálpar, sum kalla á Hann og Hann hevur síðsta og avgerðandi orðið í øllum viðurskiftum lívsins. Vit hava m.a. hetta lyftið( í brævi Jákups): haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda seg nær tykkum. Og so lovar hann eisini, at tann, ið setur álit sítt á Harran, verður ikki til skammar!


So betri lyfti enn at halda seg nær Honum kann ikki gevast.. Og tað verður eisini ráð mítt til hvønn eistakan føroying viðvíkjandi nýggja árinum- halt teg nærri Honum, sum elskar teg, sum virðismetir teg, sum bíðar eftir tær og sum ynskir at stýra dagliga degi tínum.






Frá Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins


Nýggjárslyfti fyri meg kann merkja so nógv. Spurningurin er m.a., hvørjum

tú gevur eitt lyfti, hví og hvussu forpliktandi tað skal verða.


Fyri meg hava nýggjárslyftir ongan serligan týdning. Í einum stjórastarvið

sum á SL gevur tað ikki nógva meining bara einaferð um árið at geva lyftir -

tað skulu leypandi gevast stór og smá lyftir og tey skulu so vítt gjørligt

haldast. Hinvegin skulu ikki gevast lyftir, sum ein ikki kann halda.


Ofta hoyra vit, at lyftir verða givin til at koma sær burturúr onkrum

trupulleikum ella viðskiftum, sum kunnu hava skaðilig ella óheppin áðrin á

teg sjálvan ella onnur, sum standa tær nær. Talan er kanska um lyftir ein

útsetur og bíðar við til ársenda og sum kanska bara er ein undanførsla fyri

at nakað hendir álíkavæl.


Annars hoyrist ikki nógv um, at broytingar eru hendar við lívinum hjá fólki

orsaka av nýggjárslyftum - so í veruleikanum skal nakað heilt annað til at

fyri broyta vanar og annað, eitt nú hvat er sjálvt endamálið og síðan

viljastyrki.


Í mínari verð sum stjóri handlar tað í størri mun um at seta sær mál, gera

ársætlanir, ársfíggjaræltanir og á henda hátt geva lyftir av øllum møguligum

slag, sum forplikta uppá ymsar mátar. Tað verður ov drúgvt at nevna, hvørji

lyftir talan kann verða um at geva á SL, men eg kann siga, at talan er um

nógvar spennandi stórar og smærri uppgávur, sum vit fara at seta okkum fyri

at loysa komandi ár, eitt nú at gera eina strategiska útbúgvingarætlan fyri

øll starvsfólkini, skipabyggingar o.a.




Helena Dam á Neystabø Landstýriskvinna Sjálvstýrisfloksins við almanna- og heilsumálum:


Við ábyrgd fyri bæði almanna- og heilsumálum og fyri helvtini av fíggjarlógini skal mítt nýggjaárslyfti fyrst og fremst vera, at skapa so nógva gleði, so stórt nøgdsemi og so rættvísar almennar skipanir sum yvirhøvur møguligt.


Á almannaøkinum eru stór framstig hend hesi seinastu árini, og serliga eru tað fólkapensjónistarnir, sum hava fingið ein hart tiltrongan framburð. Eitt av nýggjaárslyftum mínum skal vera, at í ár 2001 skal Løgtingið taka støðu til, hvussu vit tryggja føroyskum pensjonistum trygg og góð pensjónsviðurskifti í framtíðini.


Ein sjálvsagdur mannarættur er at hava ein góðan og virðiligan bústað, millum okkum eru tað nøkur, sum orsaka av einum og hvørjum breki, ikki sjálv eru før fyri at útvega sær ein tílíkan bústað. Í 2001 skal ein ætlan leggjast, sum tryggjar øllum borgarum við breki rætt til ein virðiligan bústað í framtíðini.


2001 verður eitt avgerðandi ár fyri framtíðarstøðu Føroya. Fólkið skal taka støðu til eina miðvísa sjálvstýristilgongd, og vit skulu semjast um at taka ábyrgd av egnum landi. Mítt nýggjaárslyfti er at savna heldur enn at spjaða, at menna samanhald heldur enn sundurlyndi, og at tryggja at ein stórur meiriluti stendur aftanfyri avgerðirnar.


Mít nýggjaárslyfti og ynski skal tí vera, at tryggja, at tann sjálvstýristilgongd, sum fólkið skal taka støðu til í vár, er so haldgóð, so trygg og so sannførandi, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki tekur undir við henni.


Vit áttu í felag at givið hvørjum øðrum ta nýggjárslyfti, at tað skal verða stuttligari, betri og ein størri avbjóðing at vera føroyingur í framtíðini.




Edmund Joensen, tingmaður og formaður Sambandsfloksins:


Sosialurin hevur heitt á meg, um at orða eitt nýggjárslyfti, sum er viðkomandi fyri føroya fólk. Tað vil eg fegin gera.


Sambandsflokkurin fer í 2001, framhaldandi at arbeiða hært fyri at varðveita tey rættindi, frælsi og fríheit, sum ríkisfelagsskapurin gevur:


- vit skulu framhaldandi hava ríkisborgararættindi í øllum ríkinum

- verandi rættur til hægri útbúgvingar skal ikki takast frá føroyska ungdóminum

- rætturin til sjúkraviðgerð uttanlanda, skal varðveitast

- tey veiku í samfelagnum skulu hava trygg kor

- vælferðarsamfelagið skal mennast og varðveitast

- Føroyar skulu framhaldandi gerast meira sjálvbjargnar

- komandi ættarlið skulu hava fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi

- og vit skulu skapa vinnulívinum kappingarførar karmar, bæði her heima og í

altjóða høpi.


Hesum fara vit at arbeiða fyri í 2001. Tí fer Sambandsflokkurin eisini í komandi ári at arbeiða ímóti loysingarætlanini hjá landsstýrinum.





Torleif Sigurðsson, formaður fyri Fótbóltsamband Føroya


Føroyskur fótbóltur hevur á øllum økjum seinastu 10 árini verið í stórari menning. Avbjóðingarnar hava verið stórar og spennandi. Vit hava fingið fleiri yrkisleikarar.


Alt gott um hetta at siga, men latum okkum ikki gloyma, at tað berandi og tað sum hevur skapt henda møguleika, er tað megnar arbeiði, ið gjørt verður runt um í okkara feløgum. Tey fíggjarligu krøvini gerast tyngri og tyngri...


Mín vón skal vera, at vit duga hóvsemi, og at persónlig fíggjarlig girnd ikki skal skaða okkara best umtóktu ítróttargrein. Men at vit eisini í framtíðini standa saman sum ein maður. Soleiðis at vit um 10 ár kunnu ásanna, at vit eru komin enn longur á leið.


Hesum vil eg virka fyri.




Høgni Hoydal, varaløgmaður


Í komandi ári kann eg lova, at eg ikki sum politikari fari at lova gull og

grønar skógir. Ongar patentloysnir og bíligar útgjaringar. Bert miðvíst

arbeiði, sum kann geva betringar yvir longri tíðarskeið.




Jóannes Eidesgaard, tingmaður og formaður Javnaðarfloksins:


Hóast Javnaðarflokkurin hevur verið sera virkin í andstøðu, og hóast vit framvegis eru í andstøðu, so vil tingmanningin leggja seg munandi meira eftir at marknaðarføra egnan politik, heldur enn bert at taka støðu til útspælini frá landsstýrinum.


Harumframt fari eg sum floksformaður at leggja meg eftir at fáa samstarvið við limafeløgini at virka betur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa ávirkan á virkna politikkin.


Persónliga vil eg leggja meg eftir at vera meira positivur, tó uttan at missa kritiska partin burtur