tað var samlingin av gomlum pengum, hetta var so flott samansett, hetta var peningur av ymiskum slag, t.d. frá reiðaríðum, sum høvdu sín egna penga. Jú, hetta var nakað, hesin serligi maðurin fekst við [...] hetta stórverk. Bogi samlaði alt tilfar frá øllum, sum skrivaðu. Fyri einum árið síðani, fekk eg øll útklippini norður at kopiera. Eina viku áðrenn Bogi fór foldum frá, segði hann við meg; Gerhard, tú skal [...] búði Bogi og Henrietta í Skopun. Bogi var ein góður vinur, tað kann eg við vissu siga. Vit kendust frá barni av, hóast hann var nakað eldri enn eg. At vera og ferðast á Sandi, var mítt annað heim. Eg haldi
a sum sosialráðgevi, var hennara áhugi í at hitta fólk høg sum lág, og veita teimum ráðgeving í ymiskum viðurskiftum, tí hon hevði lætt við at tosa og koma í samband við fólk. Vit sum arbeiddu saman við [...] síni børn, Rók og Gestur ,og hon tosaði altíð um tey. Børnini vóru hennara univers, har alt sprettið frá. Tey vóru hennara fundament og tey góðu hennara lívi innihald og mál. Góða Rók og góði Gestur, mamma
“Hevur tú fingið nakað at eta ... døgurða ... náttura”. Hetta vóru at kalla síðstu orðini frá mammu – orð, sum vit so ofta høvðu hoyrt áður. Hon hevði eitt ómetaliga stórt umhugsni og stóra umsorgan fyri [...] hagar. Miu vantaði hvørki hands- ella andsevni, og sum stór smágenta gekk hon út at hjálpa til í ymiskum húsum – serliga við at røra kakur. Tá vóru jú eingir el-pískarar ella rørumaskinur. Eftir loknan [...] var stjóri á hvalastøðini í Lobra og var umboðsmaður fyri oljusøluna hjá Shell í Vági. Bæði komu tey frá opnum heimum við stórum gestablídni, og hetta kom at seta dám á heimið. Andrew dugdi enskt mál, og
útbúgvin farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. [...] serliga kend fyri sítt stóra mannarættindaarbeiði. Hon var við í Amnesty International, Føroya deild frá byrjan og var ein av berandi kreftunum í arbeiðinum til fyri fáum árum síðani. Hon var eisini formaður [...] brøv. Hon sendi avrit av øllum brøvunum til høvuðsskrivstovuna í London, har fólk úr meira enn 50 ymiskum londum arbeiða. Anette Wang var tí eisini internationalt kend, sum tann persónurin, ið hevði skrivað
sær sjálvum sethús, bygdi hann samstundis handilshøli í kjallaranum, við góðari hjálp frá pápa sínum og hjálp frá familjuni, serliga Gamma (Klæmint) og Martin pápabeiggjanum. Klárt var at opna handilin [...] oftast uppeftir. Málini vóru altíð høg, og hetta var við at geva góð úrslit. Ein seinasta heilsan frá honum frá sjúkrasongini til okkum var ikki at stúra, men síggja alt tað góða sum vit hava rundan um okkum [...] Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá. Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga
verið álvarsliga sjúk í drúgva tíð, men hetta fekk hana ikki til at siga nei takk til samveru av ymiskum slagi í grannalagnum. Hon var ósentimental og saklig um tað at vera sjúk. Hon var altíð røsk at finna [...] Rógva við tolsemi og stórum kærleika hjálpt konu síni í sjúkutíðarskeiðinum. Bennrosa segði mangan frá, hvussu takksom hon var fyri ta hjálp, sum maðurin og familjan veittu henni. Vit kunnu einans vera
sóust ikki so ofta, men tær høvdu javnan drúgvar samrøður í telefonini. Mamma fortaldi mangan ymiskt frá sínum barna og ungdómsdøgum í Gøtu, og har upplivdi hon eisini at vera bæði til neytar og í torvi. [...] farin, standa urtapottarnir í stovunum í besta blóma og í alskyns litum. Nógvar gávur hava vit fingið frá mammu. Hon var gávumild og stórtøkin, men í gerandisdegnum var hon ansin og oyðslaði ikki. Einki varð [...] hevði nógv at gera. Omma, abbi og Petur kendu seg væl hjá okkum, og tey vóru ófør at hjálpa til við ymiskum, ið gerast skuldi, bæði inni og úti. Abbi var birgur til tað seinasta, og hann gjørdi nógvar ferðir
at arbeiða á kolinum og síðani til skips. Í fimmtiárunum fór hann til Íslands, har hann var við ymiskum skipum. Heima aftur sigldi hann við Ólavi Hvíta og Leivi Hepna. Í 1970-unum fór Kaj til Grønlands [...] skúlatænari í Hvalbiar skúla, og hetta arbeiðið røkti hann til summarið 2007, tá hann fylti 70 ár og fór frá vegna aldur. Kaj Berg var sera fyrikomandi maður. Hann dugdi væl við fólki, blíður og prátingarsamur
Barnaskógvarnir blivu traðkaðir í Kvilt í Sandvík, og mangar søgur frá barna og ungdómsárunum í suðri eru fortaldar okkum. Sjálvur greiddi abbi frá tíðini sum óviti, til fjals og fjøru. Tað, sum hugtók mest, [...] teir mongu túrarnir í bjørgunum og serliga á Ásmundarstakkinum. Tað vóru tó ikki bert góðar løtur frá hesari tíð, men mangar strævnar løtur eisini. Einar fór til sjós sum blaðungur, og sum 20 ára gamal [...] gavst at sigla, hevði hann siglt væl yvir 40 ár. Øll krígsárini sigldi hann, og mangar eru søgurnar frá honum um hesa ótryggu tíð á sjónum og um hansara leiklut sum minuskjútti. Tað var mangan buldraligt
Kurt og Karin komu sum blaðung frá góðum arbeiði til Føroyar, at bera boðskapin um Harran. Kristensa kom í 1947 og Kurt og Karin í 1950. Karin plagdi at siga frá, tá hon kom fyrstu ferð suður í Sandoynna [...] fari at enda hesi minningarorð, um tey sum eg minnist frá óvita av, við signing og gleði. Jú, eg minnist eisini aðrar trúarkempur úr ørðum samkomum, her í bygdini, hetta kann eg koma aftur til. Jú, eitt [...] var ikki ringt hjá teimum at falla til í Sandoynni. Trúgvi neyvan at tey áttu nakran óvin. Minnist frá mínum barnaárum hvussu stuttligt tað var at vera í sunnudagsskúla har, instrumentini rungaðu, og gleðin