annars ávirkar tað tryggleikan hjá barninum, staðfestir hann. – Børn eru treytaleyst loyal mótvegis báðum foreldrunum, og følir barnið, at tað skal tað velja síðu og hugsa um, hvat tað kann siga við annað [...] ótta og ótryggleika og fáa ikki fasthildi seg í tí, sum tey skulu læra. Ístaðin hugsa tey um, hvat tey munnu koma heim til í dag, og innstilla seg uppá, at tað skal heim, og fyrireikar seg til tað, staðfestir [...] av foreldrunum og ikki við hitt, so er tað katastrofalt, tí tað setur barnið í eina keðiliga støðu, sigur Erling Fles. Hann greiðir frá, at um barnið er í eini slíkari støðu, so ávirkar tað innlæringina
sleppa at spæla okkara dystir heima. At spæla ein heimadyst uttanlands uttan egnar áskoðarar er ikki tað sama. Tað er jú altavgerandi fyri úrslitið, sigur Gunn Ellefsen. – Vit hava eisini roynt at søkt um [...] tið at síggja út upp á ávísar mátar. Tað eru krøv til eitt nú áskoðaraplássini, sum eitt nú skulu ganga allan vegin runt. Og høllin á Hálsi for smøl til hetta. Tað ber sum skilt heldur ikki til at breiðka [...] ið lýkur øll altjóða krøv, soleiðis at landsliðið kann spæla heimadystir her. Tað heldur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondóltssambandinum. – Tað er ongin kjansur, at teir høvdu vunnið handan dystin uttan
Noregi, Týsklandi og Íslandi, og hetta merkir, at ferðafólk úr Týsklandi og Noregi eisini sleppa til Føroya uttan at fara í sóttarhald aftaná 15. juni. Danir og týskarar eru ein stórur partur av ferðafólkunum [...] vænta, at vit fara at fáa nakað av ferðafólki hendan vegin nú. Men hvussu nógv talan verður um, tað vita vit ikki enn. Hetta er so nýtt. Men vit vóna, at nógvir týskarar koma. Tað verður spennandi og áhugavert [...] – Hetta var øgiliga gott. Hetta var eisini tað, sum vit vónaðu og væntaðu. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril-Line, nú Føroyar og Danmark lata enn meira upp. Danmark letur mørkini upp fyri Noregi
Føroyum og Grønlandi er sjálvsagt heilt central í hesum sambandi. Tí er tað týdningarmikið við góðum og tøttum samstarvi við Føroyar og Grønland sum samstarvsfelagar, segði hon og legði aftrat, at hon sær [...] USA og NATO hava í fleiri ár ynskt sær at hava meira yvirlit av økinum kring Føroyar - eisini kallað GIUK-økið. Nú tykist ynskið at vera á gáttuni til at blíva uppfylt, tí danska stjórnin letur 390 milliónir [...] sjónum og í luftini, segði hon. – Hetta snýr seg um trygdina hjá ríkisfelagsskapinum, og at vit lyfta ábyrgdina hjá okkum. Hetta snýr pakkin til 1,5 milliard seg um, segði Trine Bramsen og vísti á, at trygdin
gos, og hvussu sterkar nattúrukreftirnar eru. Vit bæði, maðurin og eg, fóru heimanífrá klokkan 03 fríggjanáttina í síðstu viku og gingu í myrkri. – Tað var sera kalt, mánin kagaði fram av og á, og vit komu [...] Geldingadali í lýsingini, fortelur hon. ##med2## – Eg varð orðleys, tað er ein ólýsandi kensla at vera so nær einum gosi, luktinum og at hoyra hvussu lava spruttar upp frá 17-20 km dýpi....hetta skal bara [...] Hesa vikuna eru vit farin til Íslands við Marinu Svabo, sum annars er fødd og uppvaksin í Miðvági. Hon er gift íslendskum manni og býr í dag í Norðlingaholti, ið er eystasti býlingur í íslendska høvuðsstaðnum
saman um dystin. – Dysturin var annars rímiliga javnur og kundi koppa báðar vegir, men verður hugt samanum eftir málkjansum, so var tað helst uppiborið, at NSÍ fekk trý stig, sigur Sámal Joensen. GÍ liggur [...] men Sámal Joensen metir kortini ikki støðuna vera kritiska hjá GÍ. – Vit skulu bert rætta upp á nøkur ting og fáa nakrar barnasjúkur burtur, so koyrir tað aftur, sigur hann. [...] Sámal Joensen, liðformaður hjá GÍ, staðfesti eftir dystin, at tapið fyri grannunum úr NSÍ var ein herskin biti at svølgja. – Hetta kennist illa. Vit høvdu tak á teimum í fyrra hálvleiki, men missa so í
fyribyrgja typu-2 diabetes, og tað hevur stóran týdning. Tað er ambitiøst og áhugavert at vilja gera fyribyrgingarætlanir og arbeiða fyri fylgisjúkum. Hetta fer uttan iva at fáa týdning fyri bæði tann einstaka [...] um, at mann nú hevur valt at styrkja diabetes-viðgerð í Føroyum. Soleiðis sigur May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum um nýggju ætlanina hjá Novo Nordisk grunninum og Heilsumálaráðnum at stovna [...] konkretiserast meira. Tað er enn ikki nøkur ítøkilig ætlan um, hvussu tað skal gerast enn. Men vit fegnast um høvuðsmálini, tí hetta er alt nakað, sum kann betra um umstøðurnar, lívið og framtíðina hjá fólki
ð í vár. – So kom hetta við korona. Tað var 12. mars, og vit steðgaðu tingarbeiðinum, sum so nógv annað í Føroyum og kring verðina. So frá 12. mars og eg haldi tað var fram til 21. apríl, tá var næstan [...] tingsalinum í senn sum gjørligt. – Tað var við ordiligum avmarkingum. Vit mæltu til, at tað bara var ein meiriluti, sum kom her, so mann fekk atkvøtt. Og soleiðis bleiv tað praktiserað. Soleiðis gjørdu vit [...] – Tað hevur verið ein heilt serlig tingseta. Tað sigur Jógvan av Lakjuni, tingformaður, í samrøðu við FM1, nú tingið fer í summarfrí, tá tey trý málini á skrá í dag eru avgreidd. Tað er serliga umstøðurnar
sum løgmaður sigur, fyri góða vøru, men tað tykjast at vera sera nógvar andsøgnir uttan góða grundgeving. Og tí er tað lætt at fáa illgruna um, at tað er politikkur í hesum, sigur Bjarni Kárason Petersen [...] sær, at talan kann blíva um hópuppsagnir og húsagang hjá nógvum smærri vinnurekandi. – Fólkini í hesari vinnuni hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman sum er, og tey hava ikki uppiborið at blíva [...] metur frástøðu, men tað kanst tú hava í náttarlívinum, um mann skipar tað ordiligt, sigur hann og minnir á: – Annars er onki til hindurs fyri at fólk smakka sær á tað fyrr, um tað verður afturlatið klokkan
Hann roknar við, at koronakreppan kemur at kosta landskassanum enn meira. – Tað er ov tíðliga at konkludera, at hetta kostar nógv fyri onnur og ikki fyri landskassan. Tað er ongin ivi um, at tann skipanin [...] tó ikki í iva um, at tað er ein góð loysn, at ALS skal lofta hesum. – Eg síggi hetta bæði sum eitt gott samfelagsligt initiativ frá ALS og fakfeløgunum og stýrinum, men eg síggi tað sanniliga eisini sum [...] vinnurekandi og feløg annars, har dagpeningaskipanin bleiv víðkað munandi, kemur at kosta beinleiðis hjá landskassanum, sigur løgmaður. – Harumframt skal mann ikki gloyma tað, at tað at vit seta ferðina