klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa [...] trífalt tað, sum okkara grannalond loyva í slíkum førum. Á heimasíðuni svarar Tvøroyrar kommuna, at kommunan ikki fer at viðgera einstøk uppáhald ella kjaktræðrir á sosialum miðlum, men at borgarar og feløg [...] lata vera við at taka borgarar í álvara og gera nakað við trupulleikan. Við hesum síggja vit avleiðingarnar av, at kommunurnar eru sín egni eftirlitsmyndugleiki. Og síðani kommunurnar sjálvar aktivt mugu
til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrarfiski og helst fer onkur eisini út á Føroyabanka [...] vikuna, og um línuskipini verður sagt soleiðis: - Tey fiska í føroyskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap. Øll skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, brosmu og longu. [...] Føroyabanka, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar við tilvísing til skotskar miðlar, at talan [...] ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. Hevur gjørt vart við seg Áhugin fyri unga føroyinginum hevur verið stórur, og fleiri útlendsk [...] miðlar meta tó Hearts vera favoritt at fáa undirskriftina. Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu álopsspælararnar í føroysku kappingini í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur
noydd at búgva saman, meðan Ane stríðist fyri at endurvinna førleikar sínar og finna seg sjálva aftur. Støðan noyðir alla familjuna at endurskoða bæði framtíðina og tað sambandið, sum tey hildu vera liðugt [...] rættin til framvegis at vera partur av tí lívi, sum hevur myndað ein. Egi Dam, maður Biritu, roynir at finna javnvágina millum at vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó [...] Rauma. Hann er ikki førur fyri at spæla og kennir seg miseydnaðan. Har hittir hann Iiris, sum arbeiðir við royndarkendum tónleiki. Hon fær Pauli at skapa tónleik saman við sær, og í óskipaðu, ljóðligu royndunum
eisini at smakka tað, sum verður gjørt. Tiltakið er ætlað børnum og familjum, og dentur verður lagdur á, at umhvørvisarbeiði kann vera bæði ítøkiligt, kreativt og stuttligt. ##med3## Burðardygd sum partur [...] gar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur føði, kjølfesti og vøkstur. Vónin er, at virðini og vitanin, sum næmingarnir fáa, festa røtur og verða borin víðari út í familjur og loka [...] sleppa børn og vaksin at hitta næmingar og lærarar frá skúlanum og royna gamalt handverk, endurnýtslu og matgerð við minni matoyðsli. Í heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi
burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri. Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa. Almenna móttøkan [...] felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum. Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið [...] gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár. Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum bu
arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri meg: mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta [...] Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum. – Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr Føroyum við hitanum, javnvágini og eyðkennunum [...] hevur hann lært at gera minni við rávørurnar og í staðin lata teirra egna smakk koma fram. – Føroyskar rávørur hava ein serstakan dám. Tí royni eg at varðveita natúrliga smakkin heldur enn at fjala hann við
í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini eisini. Vit hava longu [...] eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta? Frælsar [...] við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini
Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum [...] samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna [...] øðrum. Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi vitjan.
ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur. Men tað eru júst smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi ferðavinnuni og ment eitt alternativ [...] Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør [...] Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður