ella at framleiða okkum burturúr haldføristrupulleikunum - til tess eru trupulleikarnir ov stórir, og tí skal meira og annað grundleggjandi til eisini, sigur Johan Dahl. Hann vísir á, at málið upp á stutt [...] betri almennar tænastur við støði í ítøkiligum arbeiðssetningi frá landsstýrinum til nevndina. – Hetta uppskotið fall, og í álitinum frá minnilutanum hjá samgonguni eru nærmast bara undanførslur fyri ikki [...] viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at tað longu nú er greitt – við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru - at vit kunnu ikki bara lata standa til og láta sum
sínum og flýggja frá einum stað til tað næsta, men har er ikki trygt at vera nakrastaðni, tí flóttafólkalegur verða bumbaðar reglufast. Eitt tíðarskeið fingu øll, ið búðu norðanfyri, boð frá ísraelskum my [...] honum lystir. Netanyahu endurgevur úr heilagu skriftini, at "Ein er tíðin til frið, og ein er tíðin til kríggj. Og hetta er tíðin til kríggj!" Av onkrari gátuførari orsøk tykjast kristnir zionistar í vest [...] eru fleiri hundrað metrar frá staðnum, har bumban brestur. Sleppur nakar undan við lívinum og tekur til beins, eru ráð fyri tí. Vitlíkisdronur, ið sjálvar kunnu finna fram til livandi verur, ið flyta seg
partin av tíðini høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum. Dan í Soylu hevði eftir álop í høgru og innlegg frá Mathias Voss heilt stóran møguleika at økja um leiðsluna, men fyri opnum máli sendi hann bóltin í tvørtræið [...] nir meiri álopshugaðir og ágangandi. Eingin ivi man tó vera um, at teir í FC Suðuroy iðra seg um annað málið, sum varð skorað stutt eftir steðgin. Dan í Soylu legði innfyri við horna, og eftiransingarnar [...] minuttir seinni var tað aftur eftir horna og aftur og fram, tá ið innskifti Emil Grønn Pedersen skoraði til 3-0, og miðskeiðis í seinna hávleiki var tað miðvallarin Heini F. Sørensen, sum staðfesti 4-0 sigurin
kapprenningar um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar, og kapprenningin um sætta plássið, ið gevur rætt til eina FM-fjórðingsfinalu. Tað gjørdist H71 sum vann annað plássið í gr [...] við sjey stigum, og VB endaði aftast í deildini við fýra stigum. HER ber til frá HSF at síggja allar dómaraseðlarnar uttan tann frá dystinum millum Neistan og H71, ið ikki er tøkur: ##med2## ##med3## ##med4## [...] útivølli 30-22 á Neistanum. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var H71 á odda við bert einum máli, 13-12. Anna S. Mikkelsen var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Lea S. L. Brockie var
uttanríkisráðharrin á verjuavtalu frá 1951 millum Danmark og USA, sum gevur USA breiðar karmar fyri nærveru í Grønlandi. Avtalan merkir millum annað, at USA hevur rætt til fría atgongd í øllum Grønlandi. [...] ikki um tónan, sum hann verður borið fram í. Tað sigur uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, í einum videobroti, sum hann deildi á X í nátt, nakrar tímar eftir vitjanina hjá amerikanska varaforsetanum [...] enn hon var fyri 30-40 árum síðani, tí nakrir av okkara sameindu hava fylgt við". - Okkara boðskapur til Danmarkar er sera einfaldur: Tit hava ikki gjørt eitt gott arbeiði fyri fólkið í Grønlandi, segði Vance
fáa vit ongan Suðuroyartunnil. At styggja fakfeløgini frá sær og at styggja veljaran frá sær er ein løgin máti at reka politikk uppá hjá einum arbeiðaraflokki, og tað kann bara geva eitt vánaligt [...] við vælsignilsi frá sitandi samgongu. Tann fyrsti longu áðrenn samgongan tók við í 2022. So reyk tað vallyftið. Stytta arbeiðsvikan er ein hvørvisjón – helst við somu umbering frá Javnaðarflokkinum [...] gekk við tí vallyftinum? Fyrsta árið: – 405 mió. Annað árið: – 102 mió. Triðja árið: – 305 mió (væntað). Fjórða árið: – 266 mió (væntað). Tilsamans 1.078 mió, ella eina góða milliard krónur
tænastuskipum hjá Bakkafrost til smoltflutning og umbygging til lívfiskastøð í Svínoy. MEST hevur her fingið ein týðandi leiklut sum heildarveitari at umbyggja støðina frá rognkelsistøð til lívfiskastøð hjá Bakkafrost [...] árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á 150,1 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 52%. Leiðslan hevur sett sær fyri at betra um gongdina í [...] fyritøkuna og laga fyritøkuna til framtíðar møguleikar. Ymisk framsøkin átøk og verkætlanir vóru sett í verk í 2024 og verða framd komandi mánaðirnar. Hesi fevna millum annað um hesar verkætlanir. Nýggja
taka støðu til teir stóru spurningarnar um okkara framtíð, skal tað gerast við opinleika, ábyrgd og virðing. Vit fara nú inn í eitt nýtt skeið. Róliga. Við støðufesti. Við sjálvsáliti. Og við einum felags [...] týdningarmesta er at skapa tryggleika. Trygdin og tryggleikin hjá fólkinum skal ganga fram um alt annað, sigur hann og heldur fram: – Tryggleiki í gerandisdegnum. Álit á avgerðum. Álit á leiðslu. Tí hevur [...] erliga. Ein leiðari, sum ikki tekur avgerðir fyri afturlatnum hurðum, men sum søkir samskifti og stuðul frá tykkum - grønlendska fólkinum. Eg fari altíð at seta trygdina hjá fólkinum í hásæti. Vit mugu hava
Listaflogstuðulin skal brúkast til, kannar samspælið millum rørslu og rýtmu sum javnsettar listaligar miðlar í einum pallverki. Tað er leitanin eftir einum felags sereyðkenni, einum felags pulsi hjá bæði tónleikarum [...] vera við til at menna føroyskar bókmentir á vónandi fleiri økjum samstundis. ##med2## 50.000 kr til dansiverkætlan Dansivirkið RIVA fær 50.000 kr úr Listaflogi á hesum sinni. Peningurin fer til verkið [...] rithøvundanum Kim Simonsen til bøkur og bókmentir. - Kim Simonsen er ein av okkara virknastu og mest viðurkendu rithøvundum, sum hevur ment seg nógv seinastu árini. Hann verður týddur til nógv ymisk mál og stendur
Millum annað vísti hon á, at milliónin, sum er komin afturat til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, longu partvíst er komin í nýtslu. Henda játtan kann eitt nú brúkast til framleiðslu [...] børnum og ungum í einum føroyskum høpi, hetta skrivar Almanna- og mentamálaráðið. Fyri at tryggja armslongdarmeginregluna, er stuðulin til film fluttur til Mentanargrunnin at umsita frá 1. januar 2025. [...] avgerð um filmsstuðul eftir tilmæli frá tveimum ráðgevum, sum Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmshúsið hava tilmælt. Á fíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. oyramerktar til filmsstuðul. Við nýggju kunngerðini