Oddagrein: Vallyfti og veljarar, ið rýma

Veljarakanningarnar eru ikki serliga huga­lig­ur lesn­að­ur hjá sitandi sam­gongu­meiri­luta, ser­liga hjá Javnaðarflokkinum, sum støð­ugt stend­ur til eitt skrædl, um løg­tings­val var í dag.

Tjóðveldi liggur á sama støði, sum flokk­ur­in hev­ur ligið seinastu árini, um tey 18 pro­sent­ini sambært nýggjastu veljara­kann­ing, sum portal.fo kunngjørdi herfyri.

Politikarar plaga at duga væl at burt­ur­for­klára, hví veljarar venda teimum bakið. Hin­veg­in duga teir illa at hyggja inneftir og spyrja: Er okkurt galið við tí, sum vit gera?

Lyftini hjá Javnaðarflokkinum vóru í­tøk­i­lig und­an síðsta vali: Eingin fiski­veið­u­sátt­máli við Russland, 37 tímar arbeiðsvika og yv­ir­skot aftur á løgtingsfíggjarlógina. 

Men hvat ger samgongan?

Gjørdir eru tríggir sáttmálar við Russ­land við væl­sign­ilsi frá sitandi samgongu. Tann fyrsti longu áðr­enn samgongan tók við í 2022. So reyk tað vallyftið.

Stytta arbeiðsvikan er ein hvørvisjón – helst við somu umbering frá Javn­að­ar­flokk­i­num, at hini í samgonguni vilja ikki.

Og hvat fær verkfólkið aft­ur­fyri? Jú. Ger so væl, arbeiðið til tit eru 70 ár!

Tað vil siga at í staðin fyri styttri ar­beiðs­viku, so gevur Javnaðarflokkurin verk­a­fólk­i­num trý ár afturat á ar­beiðs­markn­að­i­num, tekur trý ár í fólkapensjón, tek­ur trý ár í Sam­halds­fasta og tekur trý ár av teirri pensjón­ini, sum fólk sjálvi hava spart upp. So reyk tað val­lyft­ið.

 

##med2##

­Tey speiróku undanfarnu samgongu fyri hall­­ini á fíggjarlógini. Men hvussu gekk við tí val­­lyft­­­i­num? Fyrsta árið: – 405 mió. Ann­að árið: – 102 mió. Triðja ár­ið: – 305 mió (væntað). Fjórða árið: – 266 mió (vænt­að). Til­sam­ans 1.078 mió, ella eina góða mill­i­ard krón­ur eftir reyv. Har reyk so tað val­lyft­ið.

Er ikki onkur klokka, sum ringir?

Altso hvussu kann Javnaðarflokkurin rokna við, at veljarin fer at kreditera flokk­in til næsta val?

Hvat skulu fakfeløgini siga, tá Javn­að­ar­flokk­ur­in als enki leggur í fakfeløgini? Øll sum eitt mótmæla tey upp­skot­i­num um at hækka pen­sjóns­ald­ur­in, men tað legg­ur flokk­ur­in líka í. Flokk­ur­in veit bet­ur, vit skulu hava haldføri í búskapin, og hækka vit ikki pen­sjóns­ald­u­­rin, so fáa vit ongan Suð­ur­oy­ar­tunnil.

At styggja fakfeløgini frá sær og at styggja veljaran frá sær er ein løgin máti at reka pol­i­tikk uppá hjá einum ar­beið­ar­a­flokki, og tað kann bara geva eitt vánaligt úrslit.

 

Reyða linjan er undirøkan hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningum síðani valið í 2022