slapp ikki at halda fram. - Mær dámdi væl at spæla hondbólt, men eg slapp ikki at halda fram. Ion Gelgau, sum var venjari tá, vildi ikki loyva mær at spæla hondbólt og fótbólt. Eg hyggi tó nógv at hondbólti [...] sloppu teir at halda fram. HB vildi ikki góðtaka, at teir vóru blakaðir úr steypakappingini. Teir vístu eisini á, at tað vóru fleiri aðrir leikarar, sum ikki høvdu spæliloyvið í lagi. Men hvussu kendi hø [...] ikki fyrr enn sum piltar, at tað veruliga byrjaði at ganga væl. Páll hevur verið við á øllum ungdómslandsliðnum. Hann hevur sum dreingir flest droymt um at koma uttanlands at spæla yrkisfótbólt. Hesum
royndirnar at verið gjørdar inni í seyðahúsi, soleiðis at eingin brundur slapp í hagan, fyrr enn greið prógv vóru fyri, at hann brundaði glarfiti. - Slíkar royndir taka altíð nøkur ár. Tú noyðist at hava seyðin [...] pápa og øðrum góðum monnum. Seyður mítt lív Petur Skeel sigur, at honum hevur altíð dámað sera væl at verið burtur í haga. - Ja, eg kann siga, at eg havi tikið seyðin fram um alt. Tað, sum hevur upptikið meg [...] neyðugt at fylgja við, hvussu kjøtið verður. Hetta er soleiðis ikki ein uppgáva, sum verður gjørd og endaliga staðfest í eini handavend. Hetta tekur ár. Petur Skeel sigur seg eisini hava skilt, at útlendskur
ndini. Poula hevur ikki hugsað um at stilla upp til Løgtingsval. Hon er heldur ikki vís í, at hon fer at stilla upp aftur til kommunuval. - Eg havi ikki hugsað um at fara uppí landspolitikk. Eg veit heldur [...] egging og nógvum øðrum á skránni. Tað er spennandi at vera við til at leggja út í kortið, hvussu Gøtu Kommunu skal mennast, men tað er ikki vist, at eg taki enn eitt tørn, sigur Poula. Skift arbeiði Poula [...] Eik, og eg fari at taka bankaútbúgvingina gjøgnum fjarlestur. Eg vil ikki útihýsa, at eg einaferð fari at lesa í Danmark, men beint nú hugsi eg ikki so langt fram, sigur hon. Tíð til at liva Umframt starvið
týdning í tey ymisku symbolini. M.a. tí at tey trúgva, at Jesus er lambið, sum varð dripið, og at hansara blóð er tað, sum frelsir. Lata dyrnar upp fyri Messiasi ? At páskamáltíðin er ein hátíðarløta, sæst [...] greiðir frá, at hetta verður gjørt til minnis um, tá ið jødarnir í skundi fóru út úr Egyptalandi og bara fingu ósúrgað breyð við sær, samstundis sum tað eisini er til minnis um breyðið, tey fingu at eta í o [...] frídagar ella hátíð Sum sæst eru tær jødisku páskirnar sera nógv bundnar at søgu jødanna, samstundis sum nógv ymisk symbolir verða nýtt fyri at minna tað núverandi ættarliðið um tað, sum teirra forfedrar hava
Hann sigur, at maðurin, sum átti lesarabrævið, hevur verið framsíggin. Nú, eini 40 ár seinni, er hetta veruleiki. - Tað er rættiliga óveruligt, at nú fer at bera til at fara til Havnar at fáa sær kaffi [...] vikuskifti. Hann sigur, at her var ein blíður og fryntligur stjóri, Jóhan Restorff, sum ofta tók sær av at stempla fríbilettirnar. - Ofta plagdi eg at reka framundir at fáa Rituna at sigla seinni á degnum [...] so skjótt er at fylla vegirnar við bilum. Men ynskiligast av øllum er, at ungar familjur seta búgv her. Kommunurnar í oynni hava spent seg fyri við at gera grundstykki, sum ikki eiga at vera seld ríkfólki
veittrað fyri rangstøðu: - Eg haldi ikki, at tað var rangstøða. Linjuverjin hevði hug til at hyggja ov nógv eftir bóltinum og ikki, hvussu áleypararnir runnu, soleiðis at hann sá, hvar vit lógu, tá ið avleveringin [...] frítíðarferð fáar tímar seinni, men hetta sær nú út til at fara í vaskið, segði hann. Stóri Birmingham-framherjin segði, at nú trongdi hann harðligani til at taka sær av løttum í nakrar vikur, tí kroppurin var [...] dystin hjá honum frá byrjan, segði Clinton Morrison. Tá ið írsku spælararnir eftir dystin fingu at vita, at fráferð teirra úr Føroyum var seinkað orsaka av vánaligum floglíkindum, kom hetta illa við hjá Clinton
ið sínari. Tað var heldur ikki uttan orsøk, at hon júst byrjaði her við Áir: - Orsøkin var hon, at eg hevði hoyrt frá øðrum, at tað var so sera góð hjálp at fáa her hjá tí einstaka næminginum, greiðir [...] so fái eg einki at vita. - Tja, hjálpin má vera onkustaðni at heinta - og hví ikki her?! Halda fram Eitt ár gongur skjótt, og nakað eftir at skúlagongdin var lokin, fekk Tanja møguleika at søkja eitt lærupláss [...] Hon stamaði rættiliga illa. Og hevði haraftrat trupult við at konsentrera seg í stórari mannfjøld. Fyri hana var tað nóg ringt at hava slíkt at stríðast við. Stuttligari varð tað heldur ikki, tá hon einaferð
møguleikarnar hjá føroyingum at gera íløgur í garanterað virðisbrøv. Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska samfelagnum. Og hetta fer eisini at hava sína ávirkan í framtíðini [...] kortini at nógvir møguleikar eru fyri at gera íløgur í Føroyum. - Tá tað gongur so gott við føroyska búskapinum, so freistar tað útlendskar fyritøkur at gera íløgur í Føroyum. - Tær fara heilt víst at koma [...] sannførdur um, at tað gongur ótrúliga væl í tí føroyska búskapinum í løtuni. - Fiskivinnan hevur tað gott, og tað er haraftrat nógvur fiskur at fáa. - Og so haldi eg tað eisini vera sera áhugavert, at meginparturin
Hvar og hvussu helt tú nýggjár? - Vanligt hevur verið hjá okkum at hildið nýggjár á Glyvrum saman við familjuni, men í ár var tað tó í Klaksvík hjá verfamiljuni. Tað sigur Árni Frederiksberg. Hvat var [...] hann takkar fyri tað nú farna. Lesið eisini - Tað var ringt at missa mína høgtelskaðu ommu - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ringt-at-missa-mina-hoegtelskadu-ommu [...] eg góðar vónir og hyggi inn i eitt spennandi ár. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Nei, eg plagi ikki at hava nýggjárslyftir, sigur hann. Árni Frederiksberg ynskir øllum føroyingum eitt gott og av Harranum
ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna? - Tað er ilt at siga. Vit kunnu eisini spyrja, hvussu verður, um eingin tunnil kemur. Øll síggja støðuna í Suðuroynni, og øll vita, at meðan alt veksur aðrastaðni [...] bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur. Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki? - Eg stúri fyri, at tað fara at ganga [...] Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið? - Eg velji at hava góðar vónir. Tað kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum