sum skal stuðla verkætlanum, ið bremsa veðurlagsbroytingum og margfeldiskreppuni. Tað eigur at bera til, eins og tað bar til at seta filmsgrunnin Norddok á skrá, sum stuðlar heimildarfilmsverkætlanum úr Føroyum [...] eisini til at fáa ítøkilig umhvørvisátøk á skrá, ið gagna øllum. Hetta ímyndi eg mær millum annað, sessurin kann brúkast til umhvørvispolitiskt: Eitt umhvørvispolitiskt umboð kann vera við til treytaleyst [...] megna vit bert at minka útlátið í 2030 við 1%. Tað er alt ov lítið. Tí skulu vit føra umhvørvispolitikk á øllum politiskum pallum sum vit hava atgongd til. Eisini á fólkatingi. Vit skulu gera nógv, nógv
sskapurin er við til at tryggja okkum gott kredittvirði á ratinglistanum hjá Moody’s. Ríkisfelagsskapurin er ein lopfjøl út í heim, har vit umvegis ríkisborgararættin fáa atgongd til eitt nú ES-skipanir [...] Okkara ríkisborgararættur er eitt nógv sterkari kort at hava í hondini – enn at vit bara hava rættin til at vera við í vanligum skipanum, sum eru galdandi millum Norðurlond. Ríkisborgararætturin er ein dýrabarur [...] samstarvi við Danmark, Grønland og restina av Vesturheiminum. Eg kundi hildið fram at reksa upp, men tað stutta av tí langa er, at ríkisfelagsskapurin er eitt trygt grundarlag hjá føroysku tjóðini. Samba
Vatnhamar br. (87.) Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ. Jóannes Bjartalíð staðfestir, at Víkingur gjørdi tað sera torført fyri KÍ í kvøld. Jóannes [...] Jóannes hevur nógvar rósir at bera mótstøðuliðnum fyri eitt framúr gott avrik. Tað fer at svíða nakrar dagar at hava tapt steypafinaluna, men Jóannes slær fast, at KÍ hevur havt eitt fantastiskt kappingarár, [...] har teir eru ósigraðir og hava fingið stigamet. Mánamorgunin klokkan 9 til 12 verður sendingin til heiðurs fyri avrikinum hjá KÍ í landskappingina, nevnliga Gullradiosendingin fyri FM-vinnarunum beinleiðis
seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, enn meistararnir megnaðu at spæla seg til. Sølvi Vatnhamar var fýra ella fimm ferðir í framúr góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at umseta málmøguleikan til mál [...] Klaksvíkingar vóru við til at mynda fína finalu. Í kvøld taptu teir. Tað ber við sær, at KÍ ikki vinnur tvær greipur, og tað er staðfesting av, at KÍ framvegis ikki megnar tað í steypakappingini, sum [...] ði til horna. FSF hevði boðað frá og hótt við, at eingin skuldi fara inn á vøllin eftir síðsta bríksl, og at eingin skuldi bresta fýrverk. Men tað vísti seg, at tey í Eysturkommunu høvdu kanska tað mesta
Patrik rundaði eitt gott kappingarár við Keflavík av við at skora tvey mál í 4-0 sigrinum á Fram á heimavølli í dag. Patrik endaði á 12 málum hetta kappingarárið, og tað er nógv tað mesta nakar føroyskur [...] málmøguleikar. Keflavík var av serfrøðingunum spátt at enda aftast í deildini, men teir hava gjørt tí til skammar. Keflavík endaði við at vinna niðara endaspælið við samanlagt 37 stigum. Keflavík 4 - 0 Fram
Víkingi, Sølvi Vatnhamar er spentur til finaluna. – Ja, hetta verður heilt sikkurt stuttligt, og vónandi fáa vit ein góðan dyst. Liðið hjá KÍ hevur verið gott í ár, so tað verður trupult. Men við yvir túsund [...] Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum hevur seinastu dagarnar gingið væl, boðar Fótbóltssambandið frá. – Hetta er millum allar størstu dystir á árinum, og eg gleði meg heilt [...] heilt ótrúliga nógv. Tað verður eisini stuttligt at spæla framman fyri so nógvum áskoðarum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið væntandi verður millum teir fyrstu ellivu hjá klaksvíkingum leygarkvøldið. Eisini l
sum flestu aðrir politkarar arbeiða fyri einum betri Føroyum. Eg havi gott samstarv við fólk í flestu flokkum, og soleiðis skal tað vera. Vit skulu hava rúm fyri, at vera samd um at vera ósamd. Í hesi greinini [...] eg veit, at tit fara at velja tað valevni, ið tit halda er eitt virðiligt umboð. Sagt er sagt, latum okkum fara víðari við virðing. Beinta Løwe, løgtingskvinna og valevni til fólkatingsvalið, Tjóðveldi [...] veljarar ella valevni eru samkynd ella hinskynd eigur als ikki at hava nakran týdning. Og eg veit, at tað ikki hevur týdning, tí eg varð vald á Føroya Løgting í 2019, hóast eg eri samkynd. Eg taki eisini fegin
Til teir veljarar, sum ikki ætla sær á fólkatingsval, vil eg siga, at tað er ein veruleiki, at vit eru framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tað ræður tí um at brúka henda møguleikan til at ávirka [...] Fólkaflokkurin hevur áður víst, at tað kann geva úrslit. Tað ræður um at brúka allar teir møguleikar, sum vit hava at føra okkara áhugamál fram, bæði her heima og aðrastaðni. Tað er umráðandi, at vit hesuferð [...] Farið á val og brúkið hendan møguleikan. Tað hevði glett meg persónliga at fingið eina álitisváttan frá veljarunum á fólkatingsvalinum. Við vón um eitt gott fólkafloksvæl.
Nú eg stilli upp til fólkatingsvalið er tað eitt av mínum hjartamálum at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar til sjúkraviðgerð. Eg vil arbeiða fyri at stytta og bøta um [...] í Danmark skal verða so stutt og effektiv sum møguligt og so lítið tyngjandi fyri sjúklingin sum til ber. Fyri at náa hesum er avgerandi neyðugt, at samstarvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið [...] ið er í topp. Allir relevantir upplýsingar um sjúklingin skulu verða tøkir, tá hann kemur til Danmarkar. Somu kanningar, sum sjúklingurin er farin ígjøgnum í Føroyum, skulu ikki gerast umaftur í Danmark
- Sum upphiting til steypafinalurnar í morgin, vóru flestu børnini ílatin okkurt blátt. Tey høvdu pyntað stovurnar, og “mariukeksirnar” vórðu pyntaðar við bæði bláum og gulli. Tað siga tey í Klaksvík í [...] - Øll KÍ-viðhaldsfólk eru vælkomin í Dansifrøði fyri dystirnar, og her verður opið frá klokkan 13 til 19, verður lagt aftrat.