- Sum upphiting til steypafinalurnar í morgin, vóru flestu børnini ílatin okkurt blátt. Tey høvdu pyntað stovurnar, og “mariukeksirnar” vórðu pyntaðar við bæði bláum og gulli.
Tað siga tey í Klaksvík í dag, har gjørt verður burtur úr stóra fótbóltsdegnum í Havn í morgin.
- Fyrrapartin komu KÍ-leikararnir, Hervør Olsen, Jákup B. Andreasen og Claes Kronberg, á vitjan. Við sær høvdu tey FM-steypini, sum børnini eisini fingu møguleika at lyfta.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at leikararnir prátaðu, tóku myndir saman við børnunum og skrivaðu autograf, og børnini vóru bæði stolt og spent.
Steypafinalurnar verða leiktar í morgin, leygardagin:
Klokkan 15: KÍ og HB (kvinnur)
Klokkan 19: KÍ og Víkingur (menn)
Úr Klaksvík verður sagt, at bussur koyrir frá Sandinum klokkan 12 og úr aftur Havn eftir seinna dystin.
- Øll KÍ-viðhaldsfólk eru vælkomin í Dansifrøði fyri dystirnar, og her verður opið frá klokkan 13 til 19, verður lagt aftrat.