Víkingur steðgaði meistarunum

Fyrsti dystur, sum KÍ tapti í ár var steypafinalan ímóti Víkingi, sum tríggjar minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til sigursmálið

Dagfinn Forná hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli í kvøld. Máltalvan vísir 1-0 til Víking, sum er fyrsta liðið, sum vinnur ímóti KÍ.

 

Talan var um framúr undirhald og heilt stóran dramatikk. Soleiðis var tað frá fyrsta bríksli, og inntil dómarin bríkslaði fyri síðsty ferð. Í síðsta minutti av yvirtíðini heilfluktaði vongverjin í høgru hjá KÍ, og málverjin hjá Víkingi tveitti seg og stórbjargaði til horna.

 

FSF hevði boðað frá og hótt við, at eingin skuldi fara inn á vøllin eftir síðsta bríksl, og at eingin skuldi bresta fýrverk. Men tað vísti seg, at tey í Eysturkommunu høvdu kanska tað mesta av einum tonsi av fýrverki, sum í øgiligum ovfarakæti varð futtað av.

 

Frá fyrsta bríksli bjóðaði Víkingur klaksvíkingum av, og víkingarnir spældu seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, enn meistararnir megnaðu at spæla seg til.

 

Sølvi Vatnhamar var fýra ella fimm ferðir í framúr góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at umseta málmøguleikan til mál, og so var tað kortini dagsins liðformaður og toppskjúttin í føroyskum fótbólti, sum skoraði sigursmálið. Innskifti Martin Klein Joensen, sum var í rangstøðu, snittaði bóltin víðari, bólturin tók í hondina á Odmar Færø, og Dagfinn Forná, sum var væl plaseraður, bríkslaði og peikaði á brotssparksblettin.

 

Sølvi Vatnhamar umsetti úr ellivu metrum og í netið. So spenti KÍ álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at skora, tí Bárður á Reynatrøð bjargaði so framúr væl. Saman við miðverjunum – Gunnari Vatnhamar og Arnbjørn Svensson sum var framúr góður vikarur fyri Atla Gregersen – hildu teir Páll A. Klettskarð og Jóannes Bjartalíð og hinum framrættaðu monnunum í stuttum tjóðri.

 

Hetta var fantastisk góð reklama fyri føroyskan liðfótbólt. Nærdystirnir vóru nógvir, í løtum var samanspælið gott, og spenningurin var støðugt í hásæti.

 

Víkingarnir stórfegnast, nú tað loksins eydnaðist at fáa bilbukt við KÍ, sum í landskappingini vann tveir teprar sigrar í jøvnum dystum, meðan ein endaði javnt. Klaksvíkingar vóru við til at mynda fína finalu. Í kvøld taptu teir. Tað ber við sær, at KÍ ikki vinnur tvær greipur, og tað er staðfesting av, at KÍ framvegis ikki megnar tað í steypakappingini, sum klaksvíkingar megna í landskappingini.

 

 

 

KÍ – Víkingur 0-1 (0-0)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar br 87.

 

Dómari:Dagfinn Forná

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Jesper Brinck, 89.), Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen (Patrick da Silva, 60.) – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen (Jonn Johannesen, 89.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg (Deni Pavlovic, 77.(Valerijs Sabala, 89. )

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Patrick da Silva, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Valerijs Sabala, Anders Sølvsten Holvad

 

Gult kort: Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Odmar Færø

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Ari Olsen, 67.), Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri –Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 71.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 84.)

 

Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Finnur Justinussen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ari Olsen

 

Venjari: Johan Petur Poulsen