Felagið vónar, at tær seinastu 40.000 krónurnar kunnu fáast til vega um ein mánað ella so, og so verður bygt. Ætlanin er at fáa neystið innilokað og at fáa bátarnar undir tak, soleiðis at umstøðurnar hjá [...] FM-kappingini. Manningarnar á bátunum venja so at siga hvørt kvøld, men við hvørt sakna tær bátar, sum hava áhuga í at fylgja við, tá vant verður, fyri at menna um úrslitini, og tí hevði tað komið væl við [...] Sølmundi og spildurnýggja tíggjumannafarinum Eysturoyingi. Tað at bátarnir ikki hava somikið sum eitt veruligt neyst at standa í, bendir á, at kappróðurin á eystara armi av Skálafjørðinum ikki hevur nógvar
Mangan verður sagt, at tjóðskaparfólk ikki tíma á fólkatingsval. Og satt at siga skilji eg sera væl, at tjóðskaparfólk ikki brenna fyri fólkatingssessinum. Vit vildu jú øll ynskt, at tað ikki var viðkomandi [...] stríð gjøgnum ættarlið til tess at seta í verk dreymin um at skipa eina sjálvstøðuga tjóð í heiminum. Tað er henda megin, ið hevur ment Føroyar til støðugt at stremba eftir at skapa eitt nútímans, skapandi [...] viðkomandi hjá føroyskum umboðum at sita á danatingi. Men meira enn nakrantíð hevur tað týdningi nú, at vit júst hava eitt tjóðskaparligt umboð á Fólkatingi, at tala Føroya søk bæði í Danmark og um allan heim
tveir dystir eftir at leika. Fleyr hevur ligið niðast meginpartin av kappingini, og tað varð ikki roknað við, at tær fóru at gera nakað serligt við TB-liðið. Og Fleyr fekk eisini kærleikan at kenna frá nýklaktu [...] leikarar afturat okkum, og vit vóru ikki bilsin av at fáa eina so góða byrjan uppá kappingina. Men eg má siga, at eg var eitt sindur meira ivasamur, eftir at vit mistu venjaran og annan leikaran stutt inni [...] og nærri. - Tað merkist, at fólk her eru sera glað um, at tað gongur so væl. Og tað er ikki bara á Tvøroyri, men í allari oynni, sigur Virgar, sum sjálvandi vónar, at hetta fer at økja enn meir um áhugan
skipari á Jógvan S, og eg minnist, at ein var ikki sørt stoltur, tá ið tað frættist, at Mortan var farin at føra skip. Væl var fylgt við, hvussu tað gekk honum og tað má sigast, at væl lá fyri. Mortan gjørdi [...] við Mortan, hevði hann tær gávur, at tú altíð fór ríkari frá honum, enn tá ið tú møtti honum, tí hann hevði altíð okkurt gott at siga tær. Kann ikki lata vera við at nevna eina longri samrøðu vit báðir [...] bestu vinum. Mortan var sjómaður alt sítt lív og ikki kann sigast annað enn, at hann byrjaði tíðliga. Hann segði mær fyri kortum, at hann var í Islandi við Sigurfarinum, sum pápin var skipara á, tann dagin
saknaður bæði av starvsfólki og búðfólki. Eg kom at kenna Arnbjørn í 1988, tá hann kom at arbeiða her. Arnbjørn var eitt gott menniskja, altíð góður og lættur at vera saman við, altíð í góðum lag, ongantíð [...] spardi seg ikki í arbeiðinum. Eg minnist so væl einaferð, tá eg skuldi hava náttarvakt jólanátt, tá ringir hann til mín og segði, at hann vildi taka vaktina fyri meg, so at eg kundi verða heima. Soleiðis [...] er ein fyrikomandi kvinna og hon er væl kend. Leingi hevði hon telefonstøðina í Oyndarfirði og so at siga alt samband við bygdina, sum tá lá uttan vegasamband, gekk gjøgnum Støðina og Miu. Mia er stødd hjá
menn. Tá ið tey byrjaðu at syngja var sálmasangurin væl samansjóðaður, saman við teim mongu, sum sótu niðri í kirkjuni, sum vóru komin at lýða á tað, sum presturin hevði at siga teimum, ella tá ið deknurin [...] eisini lættari at skilja skriftirnar. Millum próst og prestin N. J. Rasmussen var sera gott samstarv, tað var tí áhugavert at vera saman við teimum. Ikki liggur fyri at leggja pennin uttan at nevna tann triðja [...] til, at okkara kirkja sum var bygd í 1866 og útbygd í 1930 árunum. Men kortini var tað mangan hugstoytt at síggja, at mong vóru tey, sum fóru heim vegna plásstrot. Men tá fingu vit tað hugskot at spyrja
teljast í túsundum. Nú skilji eg iki, hvussu Jóannes kann leggja Torbjørn undir at hava kopierað Michelangelo - eg kenni satt at siga ikki nakra kvøldmáltíðarmynd eftir hann, ið Jóannes kann sipa til. Men altartalvan [...] føroyskan »mentanarpolitikk«, og at tað er ikki teirra uppgáva at stuðla her, men tey orka ikki at lata um seg ganga, at føroyska politiska valdið sleppir sínum dugnaligu listafólkum upp á fjall. Eitt slíkt [...] standipláss í søguni«, skal eg siga, at tað eyðkennir Helga, at hann altíð stuðlar ljódliga. Hann vildi heldur ikki hava kunngjørt, at hann hevði givið heimbygd síni eina altartalvu, sum ein listamaður
politisk makt royndi at steðga ella at tálma útviklingini. Tvørturímóti. Tey, sum í dag geyla um at fáa innlit í alskins bankaskjøl, rasaðu í 80?árunum móti fólkið, ið diddaðu sær at skíra kalkuleringarnar [...] Gud um at sissa meg, ella í hvussu so er um sent eitt rák av mildni inn í sálina. Men nettup tað at leggja orð á indignasjónina, er eitt slag av trygdarventili. Og um man so onki annað hevur at siga um listina [...] genir at gera. Tann hugburðurin má skapast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a. evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja
nógv at hoyra um hesa bók yvirhøvur. Tað er at undrast á, at bókin ikki hevur verið viðgjørd alment og tykist vera dottin burtur ímillum. Man tað vera tilætlað? Í hesi bók verður gjørd ein roynd at lýsa [...] Astrup Hansen hevur skrivað um søguna hjá teimum trimum bankunum. Fyrst er at siga, at eitt, ið kann undra tann hygna lesaran, er, at eingin heimildarlisti er, ið sigur okkum, hvaðani høvundurin hevur sínar [...] Føroya Banka”. Tað er als einki at undrast á, tí hesin banki hevði verið so væl rikin, at tað var ikki neyðugt. Allir stjórarnir undan H.J. Laursen kendu sær hógv. So er at spyrja, hví henda bók ikki er
kortini ikki bil, men hugsaði um at fáa sær bil aftur. Fyrsti bilurin hjá honum var heldur vesalligur og rustetin. Eg minnist at einaferð funnu vit uppá at lakera felgurnar fyri at bøta upp á hetta, tær gjørdust [...] tíðina arbeiddi hann á virki sum virkaði saltfisk. Annars minnist eg at vit sum tannáringar báðir onkuntíð plagdu at arbeiða á Bíggjarvegnum við at fylla eyr í holurnar á vegnum. Tá var Bíggjarvegurin bara [...] Tá eg farið at hugsa um, hvussu leingi eg havi kent Tummas Jákup, so má eg siga, at eg havi kent Tummas Jákup, so langt aftur eg kann minnast. Vit búðu stutt frá hvør øðrum, og tað fyrsta vit stigu út