seinni stóð fyri, eisini á politiska pallinum, har hann var verkamannavinur sum fáur. Vilhelm fann sær arbeiði hjá postverkinum. Hann arbeiddi har í mong ár sum postboð og endaði í starvinum sum útbúgv [...] Sanniliga ein politiskur varði av teimum frægu. Vilhelm átti allar teir førleikar og eginleikar, sum gera, at ein verður ein kendur og áhugaverdur politikari. Hann hevði eitt ótrúligt minni og kundi neyvt
russiska tíðindastovan, RIA Novosti, at siga. - Vit hava ferð eftir ferð sagt, at Nato-samgongan í sær sjálvum heldur er ein reiðskapur sum leggur upp til stríð. Hetta er ikki ein samgonga, sum tryggjar [...] . Floksskrivarin, Tomas Baudin, sigur við Aftonbladet, at eingin hevði væntað, at Russland fór at gera innrás í Ukraina - og at Svøríki fór at gerast vitni til eitt krígg millum tvey lond so nær Svøríki
at útvega sær heimildirnar, til eitt ítøkiligt ognartøkuendamál eftir verandi reglum. Ognarjørðin hevur eina serstøðu sum er kjølfest og tryggjað í grundlógini. Og skulu vit nýta høvið at gera vart við [...] rættindi hjá ognarfólki við øllum møguligum ásetingum, sum fara at gera tað ógjørligt at reka landbúnað, og sera ótrygt hjá landbúnaðinum at gera íløgur í nakað framtíðar landbúnaðarvirksemi. Við hesum liva [...] "mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki ". Og hesi atlit hava hinvegin einki við náttúruvernd at gera. 1. HVØRMANSRÆTTURIN INN GJØGNUM BAKDYRNAR Parturin ið snýr seg um náttúrvernd og burðardygt virksemi
ruðuleika. – Tíverri er tað gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystarubryggju í Havn, sum einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu, sigur [...] vísa á, at økið er annars týðiliga merkt við skeltum har tað stendur, at óviðkomandi onki hava at gera á økinum. Hóast hetta standa akfør dagliga parkerað á økinum og teir standa rundan um bilarøðirnar
Klaksvíkar kommunu, at øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í náttúruni og einki gera, ið kann skaða, skemma ella gera nakrar ónáðir hjá øðrum. Hesum politikki fylgir kommunan ikki sjálv, hóast fólk í [...] har, so eru kommunurnar í parti við borgarunum og hjálpa teimum. Her hjá okkum er beint øvugt. Tað sær tíverri út til at fleiri kommunur í Føroyum stríðast fyri at sleppa at halda fram við virksemi, sum [...] ampa fyri borgarar við royki og larmi. Kommunan ætlar at brúka kommunufelagið at trýsta landið at gera felags treytir fyri kommunurnar viðvíkjandi larmi og royki frá skipum. Landstreymur er tøkur, og kommunan
libres). Hon er regiónsráðsforkvinna í Île-de-France, sum eitt nú hevur franska høvuðsstaðin París undir sær. Tann 54 ára gamla Valérie Pécresse hevur áður sagt, at hon metir seg sjálva sum tveir triðingar Angela [...] Parti anticapitaliste). Tann 55 ára gamli Poutou kemur frá ytsta vinstraveingi. Eitt av lyftunum er at gera løgregluna minni og at menna almennu umsitingina. * Nathalie Arthaud (Lutte ouvrière). Hon er 52 ára
gráta ella flenna, tá politikarar og vinnulívsfólk práta um burðardygd og grønar loysnir, men ongantíð gera nakað við tað ella vilja binda seg til nakað sum helst. Orkunýtslan, oyðslið og útlátið økjast á hvørjum [...] kortini ikki fer at vera hildin og er púra óbindandi. Ein veðurlagslóg skal binda Føroyar til at áseta sær eitt mál um útlátsminking, ið er í samsvari við Parísavtaluna frá 2015. Hendan lógin skal tryggja, [...] á eina meiri burðardygga leið. Vit hava brúk fyri einum ráði, sum er líkt búskaparráðnum, ið kann gera eftirmetingar av førda politikkinum á hvørjum ári, við vísindaliga grundaðum og óheftum uppskotum
sigur Tina Mellemgaard, sum í kvøld bleiv nummar trý í X-Factor 2022. Nú ætlar hon sær at fara í gongd við at gera meira tónleik, tí hon ætlar at liva av tí. Men fyrst skal hon vera stórasystir, og tað
februar í 1952 og var tí bara 70 ára gomul, nú hon legði frá sær. Eg kendi ikki Ellu persónliga, og hon gjørdi heldur ikki nógvan háva burtur úr sær, og kortini fari eg at siga nøkur orð um hana ella rættari [...] beinleiðis úr samtíðini, vit livdu í. Eg átti sjálv smá børn, og bókin var fantastisk, tí hon vendi sær beinleiðis til gerandisdagin hjá føroyskum børnum um fýra, fimm ára aldur. Í einum av ummælinum, sum [...] og á seiðaberg við abbanum, har Mikkjal sjálvandi fór oman í Vágsbotn at halda tráðu, men tað kundi gera tað sama, tí høvuðssakin var at hann slapp at fiska. Ein annar ummælari, Olivur við Neyst, frøddist
Kommunufelagið reypar sær av at hava gjørt 273 mátingar í fjørð heyst. Heimafriður kann vísa á, at minst líka nógvar mátingar longu er gjørdar langt frammanundan, at kommunufelagið nakrantíð fór í holt [...] útsett fyri hesum sama ferð aftaná ferð. Sambært Kommunufelagnum kunnu havnirnar, eftir reglugerðini, gera mátingar, ”tá ið tær meta tað hóskandi” . Í og við, at tað er eitt samstarv kommunurnar millum, er [...] fatanin av, nær tað er hóskandi og hvussu álvarsamt havnirnar (kommunurnar) í hvør sínum lagi taka sær av málinum, órímiliga ymiskt. Klaksvíkar Kommuna eigur einki rós uppiborðið. Tað tykist sum um, at