Video: Tina er glað og Kwamie er stolt

– Mín dreymur er jú at liva av tónleikinum, so um eg vil tað, so skal eg bara fara í gongd, sigur Tina.

– Hetta hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Tina Mellemgaard, sum í kvøld bleiv nummar trý í X-Factor 2022.

 

Nú ætlar hon sær at fara í gongd við at gera meira tónleik, tí hon ætlar at liva av tí. Men fyrst skal hon vera stórasystir, og tað gleðir hon seg til.

 

– Eg havi lært so nógv, sigur Tina um hennara luttøku í X-Factor.

 

Dómari hennara Kwamie Liv er stolt av Tinu og hevur notið hesar seinastu nógvu vikurnar, har tær hava arbeitt saman.

 

– Tú gjørdi tað so gott. Tú ert so dugnalig, tú hevur so nógv talent. Tú ert bara 19 ár. Eg gleði meg so nógv til at hoyra allar teir sangirnar, tú kemur til at skriva, sigur Kwamie Liv við Tinu.

 

Videosamrøða við tær báðar er at síggja her:

 

##med2##

 

Ljóðgóðskan kundi verið betri - haldið okkum til góðar

 

Tina Petersen er omma hjá Tinu, og hon er eisini sera errin av ommudóttrini.

 

– Tað var heilt fantastiskt at vera her í kvøld, sigur hon.

 

Samrøða við ommu Tinu er her:

 

##med3## 

 

LES EISINI: Pápi Kára: – Hetta er eitt upplivilsi

 

LES EISINI: Myndir: Fjepparatiltøk fyri Tinu og Kára

 

LES EISINI: VIDEO: Omma og ommusystrar vóna at Tina vinnur

 

LES EISINI: Áshild visti av ongum tá Kári knappliga sang fyri henni